Ætlaninar hjá Landsverkfrøðinginum um at bjóða út koyringina við gróti úr grótbrotinum í Porkeri fellur ikki í góða jørð hjá hagastýrinum í Porkeri. Landsverkfrøðingurin hevur í umbúna at bjóða út koyringina úr grótbrotinum í Porkeri oman á havnaøkið í bygdini. Haðani verður grótið síðan flutt við skipi norður á Kollafjørð og koyrt niðan í verkið hjá Landsverkfrøðinginum í Hundsarabotni. Umleið 10 mans arbeiða í grótbrotinum í Porkeri, umframt teir tríggjar, sum koyra grótið oman á havnaøkið.
Landsverkfrøðingurin og lastbilaførararnir hava í fleiri ár havt eina fasta avtalu um koyringina, har landsverkfrøðingurin hevur latið 10 krónur fyri tonsið av gróti, ið koyrt er koyrt oman á havnaøkið. Áður hevur tað verið vanlig mannagongd hjá landsverkfrøðinginum at biðja fólk á staðnum gera ymsu arbeiðini fyri stovnin, og síðan hava partarnir samráðst seg til ein fastan prís. Men nógvar atfinningar hava verið um hesa skipan, og í dag hevur landsverkfrøðingurin tann yvirordnaða politikk, at øll arbeiði skulu bjóðast út. Bæði fyri at allir skulu hava møguleika at bjóða, og eisini fyri at kanna, um til ber at spara pengar.
Sjóvegis flutningurin við gróti úr Porkeri norður á Kollafjørð hevur í fleiri ár verið bjóðaður út, í summar varð koyringin við Porkerisgrótinum av havnaøkinum í Kollafirði niðan í Hundsarabotn boðin út, og tí er nú bara koyringin í Porkeri eftir at bjóða út. Men porkerningar eru alt annað enn fegnir um ætlaðu útbjóðingina av koyringini úr grótbrotinum. Teir vísa á, at støðan er ein onnur hjá teimum enn t.d. hjá teimum, sum koyra á meginøkinum, tí lastbilaførarnir í Porkeri fáa einki annað arbeiði, missa teir koyringina fyri landsverkfrøðingin. Eisini vísa teir á, at koma aðrir, sum hava størri lastbilar, og bjóða uppá koyringina, so megna porkerningar ikki at standa seg í kappingini.
Hagastýrið mótmælir
Økið, har grótbrotið liggur, er partur av ognarhaga, og ætlanirnar hjá landsverkfrøðinginum um at bjóða koyringina út hevur vakt ans í hagastýrinum. Sigmundur Olsen, sum er limur í hagastýrinum, sigur, at limirnir í hagastýrinum hava umrøtt málið, síðan tað frættist um útbjóðingina
- Tað er breið semja í hagastýrinum um at mótmæla ætlanunum hjá landsverkfrøðinginum um at bjóða arbeiðið út, sigur Sigmund Olsen. Hagin, har gróðtbrotið liggur, er tilsamans 12 merkur og er býttur millum umleið 50 eigarar, teir flestu úr Porkeri. Sigmund Olsen sigur, at tað finst bara ein munnlig avtala millum hagan og landsverkfrøðingin, um at landsverkfrøðingurin sleppur at taka grótið. Fyri hetta fær hagin eitt ávíst gjald fyri tonsið.
Enn hevur hagastýrið ikki tikið støðu til møgulig tiltøk móti landsverkfrøðinginum. Sigmund Olsen sigur tó, at tað er stemningur í hagastýrinum fyri at nokta landsverkfrøðinginum grótið, vísir tað seg, at porkerningar missa koyringina. Av tí at hagastýrið ikki hevur viðgjørt málið endaliga enn, dugir hann ikki at siga, hvørt hagin fer at seta tiltøk í verk, so skjótt arbeiðið verður boðið út, ella teir fara at bíða og síggja, um porkerningar sleppa at halda fram við arbeiðinum.
Landsverkfrøðingurin segði herfyri við Sosialin, at kanningar fyrst skulu gerast í samband við eina komandi útbjóðing, og tí væntaði hann ikki, at arbeiðið verður boðið út í ár.
Sigmund Olsen sigur, at hendir einki óvæntað áðrenn, so verður málið tikið upp á árliga hagafundinum, sum verður í fyrst í januar mánað næsta ár. Tá skal eisini støða takast til, um hagin skal nokta landsverkfrøðinginum grótið, vísir tað seg, at porkerningar missa koyringina.
- Tað er ein stór avgerð at taka og krevur eisini nógva viðgerð. Tí nokta vit at lata teimum grótið, so merkir tað eisini, at grótbrotið stongir, og tá missa enn fleiri porkerningar arbeiðið, sigur Sigmund Olsen.