Skála misti

Við málleysa javnleikinum í Klaksvík mistu Skálamenn oddasessin, sum teir hava havt higartil í landskappingini

 

2. deild


Skálamenn vóru komnir norður eftir sigrinum, tá teir vitjaðu í Klaksvik um vikuskiftið. Tá teir fóru á vøllin, høvdu teir framvegis fremsta plássið í varveitslu, men eftir 90 minuttir uttan mál, máttu teir ásanna, at teir fyri fyrstu ferð í ár ikki vóru á odda.


Javnleikur var kanska eisini eitt hóskandi úrslit, tó at bæði liðini høvdu møguleikar til at gera okkurt málið.

Fyrra hálvleik var tað kanska heimaliðið, sum hevði eina lítla yvirvág, men tað var kortini so sum so við møguleikunum. Eitt fríspark frá Eyðuni Klakstein á stongina var hitt nærmasta. Hinvegin var Skála vandamikið í skjotum mótálopum, og eftir eitt slíkt fekk Marius Joensen gyltan møguleika, men Carsten Joensen í KÍ málinum kom sera væl út og bjargaði.

Í seinna hálvleiki vendi gongdin. Nú vóru tað gestirnir, sum trýstu, men mál komu tó ikki. Ofta fingu teir spælt seg fram í sjálvan brotsteigin, men tað var kortini sjáldan, at talan gjørdist um veruligar atsóknir. Alexandur Johansen skeyt ta einu ferðina á yvirleggjaran, men hinvegin noyddust skálamenn sjálvir at bjarga á strikuni, tá Olgar Danielsen stútaði eftir horna.

Alt í eitt rættvíst úrslit, hóast hvørgin parturin sum so man vera serliga væl nøgdur um einsamalla stigið.


KÍ-Skála 0-0