fegnir um innihaldið í avtaluni, so vóru tað kortini fleiri røddir frammi undir viðgerðini á tingi um, at karmarnir um avtaluna eru ikki teir røttu. M.a. hevur javnaðarflokkurin víst á, at tað var skeivt [...] tann partin av avtaluni, sum snýr seg um framtíðar sjálvstýris/loysingarpolitikkin. UMBOÐINI fyri landsstýrið eru tó ikki í iva um, at avtalan er góð øll sum hon er. Víst verður serliga til samlaðu upphæddina [...] uttan fyri ríkisfelagsskapin. Hóast danska stjórnin týðuliga hevur sagt, at hon ikki fer at leggja seg út í hetta orðaskifti, tí hon heldur tað eigur at fara fram í Føroyum fyrst, so hava vit longu fingið
kjak millum fólk um ES, skipaði Javnaðarflokkurin fyri almennum kjakfundi um ES í gjárkvøldið Fyrst vóru tríggir fyrilestrar hildnir, og síðani var kjak um fyrimunir og vansar við ES, og um tað er nakað, [...] dag. Skal nøkur niðurstøða gerast av fundinum, so er hon, at politikarar halda, at fólk vita ov lítið um ES, at politiska økið hevur forsømt at tosa um ES fram til seinastu tvey árini, og tí má ferð fáast [...] Samtaki. Millum spurningarnar eftir fyrilestrarnar var millum annað spurt, um Javnaðarflokkurin hevur broytt sína støðu mótvegis ES, men tað hevur flokkurin ikki, og at hann heldur, at ein millumloysn kann finnast
sum eg framvegis ynski at stuðla hevur nøkur eyðkenni Eg var sjálvur við at orða stevnuskránna fyri nú skjótt fleiri árum síðani. Sjálvt um hon eldist, so er høvuðsinnihaldið framvegis galdandi: Fólkaflokkurin [...] bera einar sjálvstøðugar Føroyar. Hendan ábyrgdin er okkara, og hon liggur ikki hjá dønum. Sleppa vit okkum undan hesi ábyrgd, sjálvt um tað bert er partvíst, so verður føroyska samfelagið ongatíð burðardygt [...] sera heppin við síni uppstilling. Persónliga kenni eg ikki øll tey 32, sum uppstillað eru, men við at lesa um tey og teirra vitan og erfaringar, og ikki minst við at lesa tað, tey skriva, haldi eg, at tey
konfrontasjónina er, at hon sjáldan er undirbygd og umhugsað. Hon eigur sjáldan góðar grundgevingar. Konfrontasjónin er seinasta loysnin, konfrontasjónin kemur, tá vit og skil ikki røkka longur. Konfrontasjón [...] loysn verður ikki trupul at samráða seg fram til. Trupulleikin beint nú er, at vit hava ikki eina samgongu, sum vil hava sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin, og henda trupulleika fáa vit ikki loyst fyrr [...] samgonguflokkarnir verið saman um. Tit hava verið sum lív og ein sál í tykkara konfrontasjónspolikki mótvegis bæði donskum myndugleikum og føroysku andstøðuni. Eg haldi so avgjørt ikki, at Fólkaflokkurin og T
Jón Rasmussen hjá StÍF ikki siga, at serliga nógv er gjørt burtur úr venjingini hesa vikuna. - Venjingin hevur ikki verið stórt øðrvísi, enn hon plagar at verða. Jú, kanska hevur hon verið eitt lítið sindur [...] sindur lættari enn vanligt. Vit royna ikki at gera ov nógv burturúr, tí tað kann bara merkja, at vónbrotið verður størri, um vit ikki vinna. Allir tøkir Annars tykist liðskiparin hjá strandingum hava góðar [...] betri hjá okkum. Hvørt tað hevur gingið somikið væl, at talan verður um sigur í dag, vil liðskiparin einki siga um, men hann ivast ikki í, at møguleikin er til staðar. - Fyrst og fremst skulu vit hava neyðuga
Men seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, fyrrenn føroyska liðið javnaði. Football.fo greiðir soleiðis frá: "Hornaspark kom væl inn í walisiska brotssteigin, og har var føroyski liðskiparin, Erla [...] Erla Christiansen (myndin), hægst við høvdinum, og hon skallaði bóltin í málið. Hetta var ein góð løta hjá føroyska liðnum, og var hepni við teimum, fingu tær okkurt mál afturat. Tó má sigast, at Wales [...] líka til tíðin var farin." Wales vann eftirfylgjandi brotssparkskappingina, men tað tók ikki gleðina frá føroyska liðnum, sum hevði reist seg aftaná 0-6 tapið ímóti Norðurírlandi. Talan varð um stóran framburð
parturin lá heldur ikki eftir, og lovprísan var í ríkiligt mát. Familjubólkurin við teimum ísraelsku røtrunum megnaði veruliga at sameina blue-grass við gospel og country, og at siga um hesa framførsluna [...] allar pengarnar á útipallinum á Fjarðafestivalinum. Ljóðmyndin var sera fjølbroytt á tann hátt, at tey spenna sera víða instrumentalt. Tað var sera frískligt at hoyra tey ymisku streingjaførini, frá violin [...] a er, at hon uttan iva er verd at uppliva. Teimum, sum tað ikki eydnaðist at uppliva hesa konsertina, kann eg bert mæla til at fara á Fjarðafestivalin sunnudagin klokkan 17, tá tey aftur vera á palli á
at í hesum førinum er talan ikki um ein fjøður, sum loysir blaðið, men okkurt slag av vektstong. Tí er talan ikki um ein ólógligan knív í hesum førinum, segði verjin. Tað var greitt, at ákæruvaldið visti [...] sum varð ákærdur fyri at hava sett eld á AA-húsini á Tinghúsvegnum í Havn, var eisini ákærdur fyri brot á vápnalógina. Talan er um ein knív, sum maðurin hevði keypt sær á internetinum. Tá knívurin kom til [...] einari hon, við at trýsta á ein hana á skaftinum. Tá loypir blaðið út, eins og á einum springknívi. Verjin hjá ákærda manninum vísir hinvegin á, at føroyska lógin bannar springknívum einans, ikki knívum
frammi í seinastuni, og vit í fyritøkuni fegnast eisini um at kunna hjálpa ráðgevingini hjá børnunum, sigur hon. Longu í fjør tosaðu tey í Formula.fo um jólakort og jólagávur, og í ár gjørdist so hugskotið [...] Onkur upphæddin var uppá 5000 krónur, meðan tann størsta var heili 300.000 krónur, segði stjórin í Mødrehjælpen, Mads Roke Clausen við Danska útvarpið á jólum í fjør. Fyritøkan NCC valdi um aldaskiftið at [...] at upplýsa, fyribyrgja og vegleiða um kynsliga misnýtslu, meðan hin hevur stovnað eina ráðgeving fyri ung við heitinum “Tú og eg”. - Starvsfólkini eru sera fegin um henda møguleikan at hjálpa øðrum, og
Um vikuskiftið skipaði svimjifelagið FLOT fyri svimjikapping í Tofta skúla. Hylurin á Toftum er 16 metrar langur. Hendan kappingin var fyri yngstu aldursbólkarnar og samlaða úrslitið gjørdist, at Havnar [...] Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag kláraði seg best av einstaklingunum. Hon vann allar fýra kappingarnar, hon luttók í, 33m frí, 33m rygg, 50m bringu og 50m firvald. 11 ára gamli Jóhann Højbro [...] 33m frí. Níggju ára gamli Filip Ilic hevur eisini orsøk at vera nøgdur við sítt avrik. Hóast hann ikki vann nakra kapping, fekk hann flest heiðursmerki, trý silvur og tvey bronsu.