Havnar Svimjifelag hevur bestu unglingarnar

Um vikuskiftið skipaði svimjifelagið FLOT fyri svimjikapping í Tofta skúla. Hylurin á Toftum er 16 metrar langur.

 

Hendan kappingin var fyri yngstu aldursbólkarnar og samlaða úrslitið gjørdist, at Havnar Svimjifelag fór avstað við flest gullheiðursmerkjum. Reysti og SuSvim vunnu tó flest heiðursmerki, 20 hvør. Tað sæst á úrslitalistanum, sum er at finna á svimjing.com.

 

Havnar Svimjifelag vann 10 gullheiðursmerki, 5 silvur og trý bronsu. Fuglafjarðar Svimjifelag vann 9 gullheiðursmerki, 7 átta silvur og fýra bronsu. SuSvim vann 6 gull, 6 silvur og 9 bronsu, meðan Reysti vann 5 gull, 8 silvur og 7 bronsu. Ægir vann trý bronsumerki og Flot 1.

 

10 ára gamla Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag kláraði seg best av einstaklingunum. Hon vann allar fýra kappingarnar, hon luttók í, 33m frí, 33m rygg, 50m bringu og 50m firvald.

 

11 ára gamli Jóhann Højbro vann trý gullheiðursmerki og eitt silvur. Hann vann í 50m frí, 50m bringu, 50m firvald og gjørdist nummar tvey í 50m rygg.

 

Tað gekk eisini væl hjá sjey ára gamla Bárðuri Ólavsson úr Fuglafjarðar Svimjifelag, sum vann trý gullheiðursmerki av trimum møguligum. Hann vann 16m frí, 16m rygg og 33m frí.

 

Níggju ára gamli Filip Ilic hevur eisini orsøk at vera nøgdur við sítt avrik. Hóast hann ikki vann nakra kapping, fekk hann flest heiðursmerki, trý silvur og tvey bronsu.