Coca-Cola finala
Eins og liðskiparin hjá Neistanum, so vil Jón Rasmussen hjá StÍF ikki siga, at serliga nógv er gjørt burtur úr venjingini hesa vikuna.
- Venjingin hevur ikki verið stórt øðrvísi, enn hon plagar at verða. Jú, kanska hevur hon verið eitt lítið sindur lættari enn vanligt. Vit royna ikki at gera ov nógv burturúr, tí tað kann bara merkja, at vónbrotið verður størri, um vit ikki vinna.
Allir tøkir
Annars tykist liðskiparin hjá strandingum hava góðar vónir til dystin leygardagin.
- Allir mans eru tøkir. Costin hevur sjálvandi havt ein skaða í fingrinum, men hann verður so við. So fáa vit at síggja, hvussu væl hann er fyri, heldur Jón, sum annars letur væl at gongdini seinastu dystirnar.
- Tað hevur gingið hampuliga væl hjá okkum nú. Vit taptu sjálvandi stórt í Vestmanna, men tann dysturin var kanska nakað serligt. Teir høvdu meira at spæla fyri enn vit. FM er í øllum førum fokið fyri okkara viðkomandi, og so vildu teir helst eisini hevna seg fytri tapið í hálvfinaluni, haldi eg.
Lættari við einum dysti
Fyri uttan fyri standandi, so kann tað kanska tykajst soleiðis, at StÍF er í ferð við at gerast eitt »steypalið«, sum ofta slær til í stóru dystunum, meðan avrikini ikki eru nóg støðug í landskappingini, og liðskiparin er heldur ikki heilt ósamdur í hesum.
- Tað er í øllum førum soleiðis, at vit hava lættari við at seta okkum upp, tá alt verður avgjørt yvir ein dyst. Tað hongur kanska eisini saman við, at fót- og hondbólturin órógva hvørt annað nakað. Teir, sum spæla fótbólt á liðnum, hava verið í gongd í mest sum eitt ár út í eitt, og serliga undan jólasteðginum merktist hetta væl. Jólasteðgurin gav tó eitt sindur av hvíld, og síðani hevur tað gingið munandi betri hjá okkum.
Hvørt tað hevur gingið somikið væl, at talan verður um sigur í dag, vil liðskiparin einki siga um, men hann ivast ikki í, at møguleikin er til staðar.
- Fyrst og fremst skulu vit hava neyðuga hepnið, tí uttan tað gerst einki. Teir hava eitt sera sterkt lið, sum kanska eisini hevur størri breidd enn okkara, og so hava teir eisini ein fyrrverandi liðfelaga hjá okkum á liðnum.
Spurdur, um tað er ein eyka orsøk at vinna, at John Petersen nú spælir ímóti StÍF í einum finaludysti, sigur liðskiparin, at tað er tað kanska ikki.
- Eg kann ikki siga, at tað er ein eyka orsøk, men tað ger tað í øllum førum uppaftur stuttligari, um vit vinna, sigur hann at enda.