Javnaðarflokkurin vil tosa um ES

Fyri at birta upp undir kjak millum fólk um ES, skipaði Javnaðarflokkurin fyri almennum kjakfundi um ES í gjárkvøldið Fyrst vóru tríggir fyrilestrar hildnir, og síðani var kjak um fyrimunir og vansar við ES, og um tað er nakað, ið støða skal takast til í dag.

Skal nøkur niðurstøða gerast av fundinum, so er hon, at politikarar halda, at fólk vita ov lítið um ES, at politiska økið hevur forsømt at tosa um ES fram til seinastu tvey árini, og tí má ferð fáast á hetta kjak, so mann er betri rustaður at taka ein støðu til ES, um ein støða nakrantíð skal takast.

Fyri at fáa eitt sindur av fjølbroytni á kvøldið vóru tríggir fyrilestrarhaldarar til staðar: Erik Boel, sum er formaður í donsku ES rørsluni, Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, og Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki.

Millum spurningarnar eftir fyrilestrarnar var millum annað spurt, um Javnaðarflokkurin hevur broytt sína støðu mótvegis ES, men tað hevur flokkurin ikki, og at hann heldur, at ein millumloysn kann finnast millum ES og EFTA. Nakað, sum er juridiskt ógjørligt í verandi løtu.

Eisini er ein greið niðurstøða av fundinum, at tey, sum tóku orðið vóru samd um, at fer Ísland og møguliga eisini Noreg upp í ES við seravtalum um fiskivinnu, so eru fyritreytirnar hjá Føroyum munandi broyttar.