30 ára gamli maðurin, sum varð ákærdur fyri at hava sett eld á AA-húsini á Tinghúsvegnum í Havn, var eisini ákærdur fyri brot á vápnalógina.
Talan er um ein knív, sum maðurin hevði keypt sær á internetinum. Tá knívurin kom til landið, legði TAKS hald á hann og fór við honum á løgreglustøðina. Har var avgjørt at leggja hald á knívin og at ákæra móttakaran av pakkanum fyri brot á vápnalógina.
Maðurin hevur alla tíðina noktað seg sekan og tað gjørdi hann eisini í rættinum.
Trupulleikin við knívinum er, at løgreglan metir hann vera at líkna við ein springknív. Knívurin kann útloysast við einari hon, við at trýsta á ein hana á skaftinum. Tá loypir blaðið út, eins og á einum springknívi.
Verjin hjá ákærda manninum vísir hinvegin á, at føroyska lógin bannar springknívum einans, ikki knívum, sum eru at líkna við springknívar. Hann vil eisini vera við, at í hesum førinum er talan ikki um ein fjøður, sum loysir blaðið, men okkurt slag av vektstong. Tí er talan ikki um ein ólógligan knív í hesum førinum, segði verjin.
Tað var greitt, at ákæruvaldið visti, at talan er møguliga um eitt grátt øki í lógini, og tí valdi tey at royna júst hetta málið í Føroya rætti, so tað kann gerast greitt, hvussu løgreglan skal handla við slíkum knívum framyvir.
Dómsvaldið kom til ta niðurstøðu, at knívurin er ólógligur. Maðurin fekk tí eina bót á 1000 krónur umframt at hald var lagt á knívin. Maðurin bleiv frídømdur fyri eldsbrunan.
Vandin við slíkum knívum er, at tú kanst draga hann og skaða ein annan, áðrenn viðkomandi varnast, at ein knívur er drigin. Tørvur er ikki at brúka báðar hendur og tí kann tað koma óvart á fólk, at blaðið brádliga er drigið.
Við felliknívi mást tú brúka báðar hendur, og tað tekur tíð at fella knívin út. Við hesum trýstir tú á ein hana, og so springur knívurin út.