So er tað staðfest, at Magnus Carlsen framvegis er heimsmeistari í talvi. Norski heimsmeistarin er føddur 30. november. Harvið var tað á 26 ára føðingardegnum, at hann fyri triðju ferð tryggjaði sær HM [...] halda tørn um javnleikin í fjórða talvinum, tá ið norðmaðurin hevði hvíta fólkið. Tað eydnaðist. Sergej Karjakin royndi at spenna álopsbogan. Tað miseydnaðist, Karjakin tapti, og harvið er Magnus Carlsen [...] num, Viswanathan Anand úr India, at Magnus Carlsen vann HM fyri fyrstu ferð. Í november í 2014 eydnaðist tað Magnusi Carlsen at vinna HM finaluna. Tá varð telvað í russiska Sochi suðuri við Svartahavið
hevur verið um vikuskiftið, og sum skilst á løgregluni, so var talan um eina friðarliga stevnu. Eitt av eyðkennunum við Ovastevnu, er at nógvir bátar plaga at vitja oynna teir dagarnar stevnan er, og í ár [...] hendingarík enn væntað. Á MRCC-støðini verður upplýst, at tá báturin kom inn í bátahylin í Leirvík um hálvgum tvey tíðina í gjár, varnaðist manningin umborð, at eldur var í maskinrúminum. Tað eydnaðist tó teimum
dystin upp við, men stórt meira enn hetta var ikki á muni. Bæði liðini høvdu ein ógvuliga varisligan hugburð, har tað í nógvar mátar ráddi um at avmarka mistøkini, og tað er helst eisini sera sigandi, at [...] dystin, men teir bóru seg alt annað enn rætt at, tí lítla løtu seinni hevði HB minkað um munin. Upphavið til alt hetta var, tá Arnbjørn Danielsen og Andrew av Fløtum enn einaferð vóru í hornatøkum, soleiðis [...] skal verða um at vinna oddasessin aftur. Júst kollektivið var hinvegin trumfurin hjá B36. Hóast talan á nógvum plássum er um leikarar við stjørnustatus eftir føroyskum viðurskiftum, so sást hetta á ongan
tíma fingu teir orkudrykk. Hetta er ein langur teinur, tí í beinari linju er talan um eitt strekki upp á 10,5 kilometrar. Úr Havnini til Nólsoyar eru fýra kilometrar, so hetta var ein heilt onnur avbjóðing [...] svimja long strekki, eitt nú hava teir svomið úr Mykinesi inn á Vágar, um Nólsoyarfjørð, um Tangafjørð, og aðrastaðni, men hetta er nógv tað longsta strekkið, teir hava svomið. Men teir eru í góðari venjing [...] avbjóðing. ##med4## Men hóast teinurin er 10,5 kilometrar, er strekkið, teir skulu svimja, væl longri enn tað, tí teir fylgja við sjóvarfallinum. Teir fóru suður við eystfallinum og tá ið teir komu inn ímóti
at koma í skiftingarrúmið í hálvleikssteðgin at tosa um, hvussu teir skuldu steðga hvalbingum, eydnaðist tað Royn at punktera LÍF, tá ið Sasha økti um leiðsluna til 3-0 til Royn, sum eisini var hálvleiksstøðan [...] hálvleiksstøðan. Spenningurin var nú fullkomiliga farin úr dystinum, men hetta merkti tó ikki, at vertirnir tóku sær av løttum, tí teir hildu fram við sínum ágangandi spæli, og Gisli Sveinbjørnson økti til 4-0 [...] 6-0 til Royn. Við sigrinum hevur Royn nú tryggjað sær síni fyrstu stig í landskappingini, meðan LÍF enn einki stig hevur. tn Royn-LÍF 6-0 (3-0) 1-0 Gisli Sveinbjørnson 2-0 Gisli Sveinbjørnson 3-0 Sasha 4-0
úrtøku. Nú er hon 45 stig fyri 15 dystir. KÍ skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og tá sá tað út til, at talan kundi fara at vera um trivaligan sigur. Men dygst undan steðginum minkaði B68 um munin til [...] minkaði um munin til 2.1. Uppleggið átti vongverjin í høgru Fríði í Túni Petersen. Hetta var annað málið, sum Villiam Klein hevur skorað, síðani hann í vetur flutti til B68 B68 hevur 11 stig og er áttanda [...] Við 2-1 sigri í góðveðrinum á Svangaskarði í dag styrkti KÍ um sína støðu sum topplið og favorittur at vinna triðja FM heitið á rað. Hetta var triðja ferðin á rað, at KÍ vann við einum máli ímóti einum
Poulsen, sum framvegis er úti við skaða, hevði Hans Áki Dal-Christiansen leikbann, og fram til dystarbyrjan var ivamál um fleiri aðrar leikarar. Um tað var hetta, sum órógvaði, ella um tað vóru aðrar orsøkir [...] mikukvøldið. Aloftast er jú annars soleiðis, at í øllum førum annar parturin er fegin um úrslitið, men hesa ferð hevði hvørgin teirra orsøk at fagna javnleikinum. Tað var, sum um báðir partar vistu, at [...] spælt við skili, men seinastu løtuna datt alt hetta niðrufyri. Uppgávan hjá venjaranum verður tí helst, at finna út av, hví so er, og so annars at bøta um hetta til næstu ferð møguleikin býðst. Tað fer hann
úr Svøríki, men tað eydnaðist so ikki, tí svenska løgreglan sendi út ríkisávaring, sum tað verður rópt. Sum skilst, høvdu pápi gentuna og hjálparfólk lagt ætlanir um, hvussu hetta skuldi gerast. Fyrst [...] Expressen veit at siga, at gentan varð funnin aftur í gjárkvøldið, og at hon nú er í tryggleika. Fleiri miðlar hava skrivað um hendingina, og Aftonbladet veit at siga, at mamman varð lokkað í eina fellu saman [...] í Stokkhólmi, og svenska løgreglan heldur, at gentan varð rænd. Gentan býr hjá mammu síni, og pápin er av sýriskum uppruna. Stórt løgregluátak var í Stokkhólmi og Uppsala í samband við hendingina. Svenska
vindur, sum darvaði skjúttunum . Tó eydnaðist at fáa 3 føroysk met, eina tangering av føroyskum meti, umframt 10 persónlig met. Eisini megnaði enn ein skjútti kravið, sum er ásett til OyL. Tvey met til Anniku [...] stig, og er hetta persónligt met. Rógvi Mohr, Eirikur í Jákupsstovu og Øssur Hansen vóru næstir honum. Bæði Eirikur og Øssur settu persónligt met. Seiansta metið varð sett í compund fyri menn. Hetta setti [...] av metunum átti Annika Vang. Hon fekk 258 stig á 70 metrum og fekk samanlagt 1.053 stig. Hetta var væl meira enn Rakul Dam og Jastrid M. Jensen, sum gjørdust nummar tvey og trý. Jastrid setti vi ð775 stigum
Haag hevur biðið um at fá ahann útflýggjaðan, men hóast NATO-hermenn hava leitað eftir honum í fleiri ár, er hann ikki funnin enn. Herfyri mundu hermenninir tikið hann, men tað eydnaðist honum at sleppa [...] Nú er líkt til, at tann eftirlýsti krígsbrotsmaðurin Radovan Karadzic verður tikin um stutta tíð. Karadzic er skuldsettur fyri krígsbrotsverk undir borgarakrígnum í Bosnia í nítiárunum. Krígsbrotsmann [...] Carla Ponti, at Karadzic verður tikin skjótt. Ein annar krígsbrotsmaður fjalir seg eisini í Bosnia. Tað er generalurin Ratko Mladic. Krígsbrotsmannadómstólurin hevur kravt at fáa hann útflýggjaðan, og NATO