Fýra tímar og 34 minuttir. So leingi tók tað seks monnum at útinna eitt bragd í morgun.
Klokkan 6.30 í morgun, lupu teir á sjógv í Stóru Dímun við tí greiða máli at svimja heilt inn á Sandvík. Tað eydnaðist eisini, tí klokkan 11.04, ella fýra tímar og 34 minuttir seinni, tók tann fyrsti land í Sigmundsgjógv í Sandvík, við hinum fimm svimjaranum í hølunum.
##med2##
Teir seks svimjarrnir eru Jón Hestoy, Erling Eidesgaard, Erlendur Simonsen, Erling Høgnesen, Oluf Færø og Niels Juel Arge. Teir eru í drakt, men teir eru ikki í fitjum, so tað verður við egnum mátti og egnari megi, at fjørðurin skal takast. Teir fóru til Stóru Dímun í gjár og hava sovið har í nátt, so at teir vóru klárir at loypa út í tíðliga í lýsingini í morgun.
##med3##
Trygdin var í hásæti, tí teir høvdu tríggir bátar við sær og hvønn hálvan tíma fingu teir orkudrykk. Hetta er ein langur teinur, tí í beinari linju er talan um eitt strekki upp á 10,5 kilometrar. Úr Havnini til Nólsoyar eru fýra kilometrar, so hetta var ein heilt onnur avbjóðing.
##med4##
Men hóast teinurin er 10,5 kilometrar, er strekkið, teir skulu svimja, væl longri enn tað, tí teir fylgja við sjóvarfallinum. Teir fóru suður við eystfallinum og tá ið teir komu inn ímóti norðurendanum á Suðuroy, verða teir tiknir av norðurrákinum og tað passaði seg soleiðis, at teir komu beint inn á fjørðin.
Teir væntaðu, at tað fór at taka eina tríggjar tímar, ella gott tað, men beint við Stóru Dímun var eitt sindur verri í sjónum enn tað skuldi vera eftir veðurtíðindunum, og tá ið teir vóru út fyri Sandvík, rak í ættina, so tað var eitt sindur gjálvut.
##med5##
Í Føroyingasøgu stendur, at Tá ið Sigmundur Brestisson lendi í Sandvík, útlúgvaður eftir at hava svomið úr Skúgvoy, stóð Tórgrímur ill fyri honum við øks og hálshøgdi hann fyri at fáa gullringin, hann hevði um armin. Tá ið svimjararnir komu á Sandvík í morgun, stóð hjálparmaðurin. Eyðun Húsgarð, súmbolskt, klárur við øksini – men hesa ferð var tað eingin, sum misti høvdið.
Sostatt tók tað ein góðan hálvan tíma longri at svimja strekkið enn teir upprunaliga høvdu ætlað. Men teir leggja dent á, at slíkt er ikki annað enn roknast kann við, so tað gekk akkurát, sum ætlað. Alt var væl gjøgnumhugsað og væl lagt til rættis og tað var eingin dramatikkur yvirhøvur
Teir eru vanir at svimja long strekki, eitt nú hava teir svomið úr Mykinesi inn á Vágar, um Nólsoyarfjørð, um Tangafjørð, og aðrastaðni, men hetta er nógv tað longsta strekkið, teir hava svomið. Men teir eru í góðari venjing, tí teir venja regluliga í svimjihøllini í Havn.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##