Við 2-1 sigri í góðveðrinum á Svangaskarði í dag styrkti KÍ um sína støðu sum topplið og favorittur at vinna triðja FM heitið á rað.
Hetta var triðja ferðin á rað, at KÍ vann við einum máli ímóti einum av liðunum, sum kappast fyri at sleppa undan niðurflyting. Hinir báðir sigrarnir vóru á heimavølli – 2-1 ímóti AB og 1-0 ímóti TB.
KÍ hevur framvegis fulla úrtøku. Nú er hon 45 stig fyri 15 dystir.
KÍ skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og tá sá tað út til, at talan kundi fara at vera um trivaligan sigur. Men dygst undan steðginum minkaði B68 um munin til 2-1. Í seinna hálvleiki hevði KÍ fleiri góðar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at økja um leiðsluna.
Eitt korter undan leikloki sá miðverjin Vegard Forren gula kortið fyri aðru ferð, og so var KÍ undirmannað. Jørgen Nielsen, Alex Mellemgaard og Karstin Clementsen vórðu í seinna hálvleiki skiftir inn á B68 liðið, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at javna og vinna stig.
Luc Kassi legði KÍ á odda, tá ið tað restaðu 10 minuttir av fyrra hálvleiki. Innleggið úr vinstru átti Patrick Da Silva, sum var við fyri fyrstu ferð, eftir at hann hevur verið skaddur og ikki spælt síðani 24. mai. Liðformaður Jákup B. Andreasen, sum var einasti klaksvíkingur millum teir fyrstu ellivu, økti fimm minuttir undan steðginum til 2-0. Uppleggið átti Árni Frederiksberg. Villiam Klein var málskjútti, tá ið B68 lítla løtu undan steðginum minkaði um munin til 2.1. Uppleggið átti vongverjin í høgru Fríði í Túni Petersen. Hetta var annað málið, sum Villiam Klein hevur skorað, síðani hann í vetur flutti til B68
B68 hevur 11 stig og er áttanda plássi. Tað eru tvey stig aftur til ÍF, og tað er eitt stig fram til TB.
Um eina viku verður síðsta umfar undan summarsteðginum. Tá fer B68 at spæla á útivølli ímoóti TB, og tá fer KÍ at spæla á heimavølli ímóti HB.