Eldur kom í bát á heimferðini

Báturin var komin í bátahylin í Leirvík, tá eldur kyknaði í maskinrúminum.

Ovastevna hevur verið um vikuskiftið, og sum skilst á løgregluni, so var talan um eina friðarliga stevnu.


Eitt av eyðkennunum við Ovastevnu, er at nógvir bátar plaga at vitja oynna teir dagarnar stevnan er, og í ár varð einki undantak. Sunnumorgunin og út á dagin byrjaðu bátarnar sum vant at seta kósina heimaftur til tær ymisku bygdirnar kring landið. 


Fyri ein bát úr Leirvík gjørdist heimferðin tó eitt sindur meira hendingarík enn væntað. 


Á MRCC-støðini verður upplýst, at tá báturin kom inn í bátahylin í Leirvík um hálvgum tvey tíðina í gjár, varnaðist manningin umborð, at eldur var í maskinrúminum. 


Tað eydnaðist tó teimum umborð at sløkkja eldin við einum pulvureldsløkkjara, so neyðugt varð ikki hjá myndugleikunum at gera nakað við málið.