Stórsigur til uppflytararnar

Hvalbingar gjørdu bart, tá ið teir leygardagin fingu vitjan av leirvíkingum. Uppflytararnir úr Royn vundu burtur úr LÍF, sum ongantíð fingu fótin fyri seg í dystinum. Tað gekk ikki long tíð, áðrenn stóri spælarin í dystinum, Gisli Sveinbjørnson, legði heimaliðið á odda 1-0, og sami maður økti seinni í fyrra hálvleiki til 2-0. Áðrenn leirvíkingar fingu høvi til at koma í skiftingarrúmið í hálvleikssteðgin at tosa um, hvussu teir skuldu steðga hvalbingum, eydnaðist tað Royn at punktera LÍF, tá ið Sasha økti um leiðsluna til 3-0 til Royn, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Spenningurin var nú fullkomiliga farin úr dystinum, men hetta merkti tó ikki, at vertirnir tóku sær av løttum, tí teir hildu fram við sínum ágangandi spæli, og Gisli Sveinbjørnson økti til 4-0 við sínum triðja máli í dystinum. Sasha smæddist heldur ikki burtur, og hann skoraði til 5-0, áðrenn Rúni Thomsen setti punktum, tá ið hann skoraði til endaligu støðuna 6-0 til Royn. Við sigrinum hevur Royn nú tryggjað sær síni fyrstu stig í landskappingini, meðan LÍF enn einki stig hevur.
tn

Royn-LÍF 6-0 (3-0)
1-0 Gisli Sveinbjørnson
2-0 Gisli Sveinbjørnson
3-0 Sasha
4-0 Gisli Sveinbjørnson
5-0 Sasha
6-0 Rúni Thomsen