Kyndil-KÍF 22-22 (13-13)
Hondbóltur
Vónbrotið var stórt hjá báðum pørtum, tá dysturin millum Kyndil og KÍF varð blástur av mikukvøldið.
Aloftast er jú annars soleiðis, at í øllum førum annar parturin er fegin um úrslitið, men hesa ferð hevði hvørgin teirra orsøk at fagna javnleikinum. Tað var, sum um báðir partar vistu, at her var einki stig vunnið. Hinvegin høvdu teir tapt eitt hvør. Kyndil, tí teir undan dystinum vóru at meta sum greiðir favorittar, meðan kollfirðingar mundu iðra seg um, at tað ikki eydnaðist teimum at binda posabandið fyri, tá stigini so at siga vóru heima.
Skert kyndilslið
Tað var annars eitt kyndilslið í eini heldur skerdari útgávu, sum fór á vøllin, tá dysturin byrjaði. Umframt Rúna Poulsen, sum framvegis er úti við skaða, hevði Hans Áki Dal-Christiansen leikbann, og fram til dystarbyrjan var ivamál um fleiri aðrar leikarar.
Um tað var hetta, sum órógvaði, ella um tað vóru aðrar orsøkir, skal sleppa at standa ósvarað, men undir øllum umstøðum tóktist kyndilsleikararnir at hava óvanliga torført við at fáa glið á spælið. Ferð var at kalla eingin, og tí var tað lutfalsliga lætt hjá kollfirðingunum at verja fyri.
Verjuparturin var tó ikki nakað, sum riggaði serliga væl hjá liðunum báðum hendan dagin. 22 mál til hvørt liðið ljóðar kanska ikki av so nógvum, men størsta orsøkin til hetta skal finnas tí avrikunum hjá málverjunum báðum, ella var talan eisini um vánaligar avslutningar.
Ikki minst kom hetta KÍF til góðar, tá Kyndil fyri einastu ferð í dystinum hótti við at rýma frá gestunum. Kyndil hevði tá eina tvey mála stóra leiðslu, men hóast fleiri góðar møguleikar at økja, so eydnaðist Óla Christian Djurhuus í málinum hvørja ferð at verja fyri.
Ístaðin vann KÍF seg spakuliga upp á og fram um Kyndil, og tað skuldi vísa seg, at Kyndil ongantíð vann leiðsluna aftur eftir hetta.
Tveittu alt burtur
Í seinna hálvleiki vóru tað kollfirðingar, sum høvdu betra takið. Teir løgdu bragdliga fyri, og tað eydnaðist teimum eisini at skapa eitt hol á tvey mál til Kyndil. Hevði Jens ikki tikið sær av so nógvum, hevði sovandi kyndilsverjan væl kunna viðført, at gloppið gjørdist størri. Holini í verjuni vóru gapandi í fleiri førum, og at kollfirðingar vóru teir grammaru sást eisini aftur, tá Jens tað einu ferðina framdi dupultbjarging móti fríspældum kollfirðingum, fyri síðani at síggja seinasta bóltin fara hoppandi í málið.
Tað var sum um munurin bert stóð við, og tá Kyndil heldur ikki megnðai at gera sær dæl av yvirtalsstøðum, mundi vónin fara hjá teimum flestu av fáu kyndilsáskoðarum.
Við sjey minuttuim eftir vann KÍF seg aftur trý mál fram um, men so steðgaði eisini upp hjá teimum. Kyndil skeyt seg upp á javnt næstu tveir minuttirnar, og so var alt opið aftur.
Seinastu løtuna var tað tó sum um, at liðini bæði fóru at kappast um nakað heilt annað. At síggja til ráddi um at tveita flest møguligar bóltar burtur, og hetta megnaðu báðir partar eisini sera væl. Megnaði teir so kortini at spæla seg ígjøgnum, stóðu málverjarnir fyri, og fjálturin á leikarunum gjørdist alsamt størri. Hjá Kyndli tí teir nú høvdu møguleikan at vinna, meðan KÍF nú sá, at alt stríðið møguliga var til onga nyttu.
Seinasta minuttin bar av. Fyrst tveitti venjarin hjá KÍF ein heldur óneyðugan bólt burtur, tá hann royndi seg við smartari fríspæling. Kyndil fór í mótálop, men her eydnaðist teimum at klodda so við bóltinum, at hann kom í beinini á Una Wardum. Við 30 sekundum eftir, høvdu kollfirðingar nú møguleikan at avgera, men ístaðin fyri at spæla tíðina út, royndu teir seg við skotið tá 15 sekund vóru eftir, og so kundi Kyndil fara í álop.
Í royndini at avgera dystin, sendi Bjarni tá eina skeiva sending, sum endaði beint í fanginum hjá Eddie Joensen. Úr verjuni skeyt hann beinleiðis móti málinum, og tað var greitt, at skotið snýtti Jens Skipagøta. Hann hevði ongan livandi møguleika at koma aftur at verja fyri men lukkutíð rakti bólturin á stongina. Vandin var tó ikki av, tí í seinasta sekundinum hevði ein leysur Jákup Dam møguleika at avgera, men Jens fekk tó bjargað øðrum stiginum.
Brekið má finnast
Eitt stig, sum hvørgin parturin kann vera nøgdur um. Kyndil man hava avskrivað fremsta plássið, men verður avrikið ikki betra komandi dystirnar, er vandi fyri, at teir eisini mugu avskriva silvurmerkini.
Fyri kollfirðingar var vónbrotið stórt, men hetta sýnir eisini, hví teir so ofta bert hava verið nær við, uttan kortini at koppa teimum stóru. Fram til teir seinastu og avgerandi minuttirnar varð ofta spælt við skili, men seinastu løtuna datt alt hetta niðrufyri. Uppgávan hjá venjaranum verður tí helst, at finna út av, hví so er, og so annars at bøta um hetta til næstu ferð møguleikin býðst. Tað fer hann heilt víst at gera, og so ræður bara um at taka av.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Uni Wardum 8(3), Jónleif Sólsker 7, Bjarni Wardum 4, Regin M. Petersen 1, Janus E. Sørensen 1, Høgni Klein 1
KÍF: Jákup Dam 6, Durica Tomic 5, Iljan Topic 3, Petur Martin Johansen 3(2), Regin Petersen 1, Petur Martin Poulsen 1
Brotskøst: Kyndil 5, KÍF 3
Útvísingar: Kyndil 4, KÍF 5
Diskvalifikatión: KÍF 1 (beinleiðis reytt til beinkin)
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen. Høvudu viðhvørt hug at sovna saman við spælarunum.