Nú er líkt til, at tann eftirlýsti krígsbrotsmaðurin Radovan Karadzic verður tikin um stutta tíð.
Karadzic er skuldsettur fyri krígsbrotsverk undir borgarakrígnum í Bosnia í nítiárunum. Krígsbrotsmannadómstólurin í Haag hevur biðið um at fá ahann útflýggjaðan, men hóast NATO-hermenn hava leitað eftir honum í fleiri ár, er hann ikki funnin enn. Herfyri mundu hermenninir tikið hann, men tað eydnaðist honum at sleppa til rýmingar. Hildið verður, at serbiskir embætismenn, sum hava arbeitt fyri ST, hava hjálpt honum at fjala seg. Teir hava nú fingið sekkin, og tí væntar høvuðsákærin hjá krígsbrotsmannadómstólinum, Carla Ponti, at Karadzic verður tikin skjótt.
Ein annar krígsbrotsmaður fjalir seg eisini í Bosnia. Tað er generalurin Ratko Mladic. Krígsbrotsmannadómstólurin hevur kravt at fáa hann útflýggjaðan, og NATO-hermenninir leita eisini eftir honum.










