eru farin frá. Brandur Sandoy, sum hevur sæti løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, er sjálvur bóndi á Sandi, og hann ávaraði ímóti eini ávísari orðing í lógini. Tað stendur nevniliga í lógini, at tann, ið rekur [...] rekur vinnuligt djórahald, skal ikki lata børn undir 16 ára aldur hava sjálvstøðuga ábyrgd av djórum. Hesari orðing er Brandur Sandoy hart ímóti. Eisini floksfelagi hansara, Jógvan á Lakjuni, ávaraði um [...] Sandoy sigur, at tað einasta, sum skal standa í lógini, er, at tann, sum eigur ein garð, hevur ábyrgdina av, at dýrini verða væl røkt. Sjálvur hevur hann nógvan seyð, og hansara børn hava verið uppi í frá fyrsta
KÍ, ið er ósigrað oddalið, fær vitjan av Skála, sum er eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Tá ið liðini hittust á Skála, vann KÍ 2-1. Giza Hoyvík fær vitjan av Víkingi, sum síðstu seks ferðirnar hevur [...] strikuni, fær vitjan av ÍF, sum í sjeynda umfari vann tepran 2-1 heimasigur ímóti HB. Týskvøldið tapti B71 4-3 í Fuglafirði. Í dag eru sandoyingar í Suðuroy. Tá ið liðini hittust á Sandi var talan um málríka [...] klokkan 11.30, tá ið tað verður grannauppgerð við Løkin í Runavík. Teir næstbestu hjá NSÍ fáa vitjan av uttanmonnum. Talan er um stóra avbjóðing hjá B68, sum er á uppflytingarplássi. B68 hevur 24 stig, og
kamping og til tað maritima við havnalagið. Sands kommuna hevur tikið av einum tilboði frá Finnleifi Fagradal um grevstur og planering av økinum, og miðjað verður eftir, at víðkaða kampingøkið stendur liðugt [...] ætlanin at gera eitt sølutorg, har fólk kunnu selja grøði, kjøtvørur, fisk, fugl og ymisk annað hugsandi. Av øðrum íløgum, sum Sands kommuna eisini hevur samtykt at gera, er eitt alment spælipláss, sum skal byggjast [...] vstovuna. - Her er ein sparkivøllur, sum ikki verður meira, tí góður sparkivøllur er í ovara parti av skúlagarðinum. Vit hava samtykt at brúka 500.000 krónur til spæliplássið í ár og helst tað sama næsta
Nú stevna hevur verið bæði í Miðvági og á Sandi, hevur løgreglan í Havn ikki havt tað stóra at gjørt. Ein maður varð koyrur úr Vágunum til Havnar at sova rúsin av sær leygarnáttina. Sunnudagin klokkan 16 [...] varð løgreglan boðsend til Keypssamtøkuna í Hoyvík, har onkur hevði stolið 20 kartengur av sigarettum, nakrar pakkar av rullitubbaki og 1200 krónur í vekslipengum. Í Klaksvík varð eitt ferðsluóhapp norðuri [...] 16.10 fekk løgreglan boð um, at eitt neyt var omandottið av einum hamri við Sundsverkið. Tá løgregla og djóralækni vóru komin á staðið, leyp eitt annað neyt, ið enn stóð uppi á hamrinum oman, og stutt eftir
í Tórshavnar kommunu. Nú búgva yvir 23.000 fólk í kommununi, og tað svarar til 43 prosent av fólkatalinum. Av teimum 23.000, eru 21.000 búsitandi í Havn, í Hoyvík og á Argjum. Næststørsti vøksturin var [...] vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, at fólktalið í Føroyum veksur alsamt, hóast vøksturin er hæsaður av. Niðurstøðan er, at hetta seinasta árið er fólkatalið vaksið í 14 kommunum, tað er minkað í 14 kommunum [...] Suðuroy og í Sandoynni. Sum sagt er fólkatalið minkað í 14 kommunum hetta seinasta árið, og níggju av teimum eru í syðra parti í landinum. Í Sandoynni hevur undirsjóvartunnilin ikki havt nakra ávirkan
lagnum »Kom ta? min hånd«. Men hetta er bert tað eina lagið av einari fløgu. Bólkurin hevur, síðani hann byrjaði í 1988 givið ellivu fløgur út, og av teimum fløgunum hava fleiri løg vunnið seg inn á hittlistarnar [...] Skála Ítróttarfelag, sum skipar fyri tiltakinum, og felagið hevur verið so heppið at fáa klørnar í ein av kendastu dansibólkum í norðurlondum. Bólkurin, sum talan er um, er kendi norski bólkurin Scandinavia [...] leggjast afturat, at tað ber til at keypa smyrjubreyð meðan dansurin er, um onkur er svangur. Forsølan av atgongumerkjum byrjar 1. september. Skála Ítróttarfelag hevur borið so í bandi, at atgongumerki vera
sær verður burtur frá oddaliðnum úr Vágunum. Sandoyingar vórðu av mongum mettir sum eitt sera gott boð til uppflytingina, men stóran part av árinum hava teir verið staddir ógvuliga niðarliga á talvuni, og [...] framvegis, tá KÍ kom á vitjan leygardagin. Eins og sandoyingar, so hevði KÍ havt tað trupult stóran part av árinum, men í seinnu hálvu hevur gingið væl, og undan dystinum høvdu teir vunnið seg upp á triðja plássið [...] deildini. Her steðgði tað tó í fyrstu atløgu hjá klaksvíkingunum, tí tað varð B71, sum vann dystin á Sandi. Talan var alla tíðina um ein javnan dyst, har bæði liðini høvdu sínar møguleikar at leggja seg á
vann á heimavølli 3-0 móti NSÍ, og sagt verður á Sandi, at sigurin var fult uppiborin. Dysturin var ikki nógvar minuttir gamal, tá Jónsvein fekk tað fyrsta av sínum trimum málum. Hann er hægstur við nærmastu [...] innlegg úr vinstru síðu, sum hann gjørdi sær dælt av. Hesuferð fekk hann fótin á bóltin, ið smeyg sær framvið málverjanum. Seinasta málið kom móti endanum av dystinum, og tá hevði NSÍ sligið seg til tols við [...] hjá Valdemar. Hann fluktaði bóltin fyrstu ferð, men polski málverjin fekk hendurnar á bóltin. Restin av fyrra hálvleiki gekk spælið báðar vegir, og liðini høvdu sínar royndir á málið, men tað gjørdist ongantíð
gamla verður umvælt. - Tað varð mett, at tað fór at verða ov dýrt at gera gamla grótkastið av nýggjum. Suðursíðan av bátahylinum er so illa farin eisini, at tað varð mett ov lítið bert við tí innara grótkastinum [...] november av, men vit hava kortini góðar vónir. Hann fer at hava alstóran týdning fyri bygdina og ikki minst fyri oynna, sigur Arnbjørn Bjarnarson. Depilin hjá Ejler týdning Ein avleiðing av øllum tosinum [...] eisini fólk til at taka sær av hesum deplinum, og tað verða fólk úr bygdini, kundi man hugsað sær, sigur Arnbjørn Bjarnarson. Hann viðgongur, at bygdin missir ein stóran part av yngra ættarliðinum, tá tey
ar av sera væl upplagda Alexanderi Johansen, sum dugdi væl at halda upp á bóltin, hótta við avbjóðingum og at sleppa sær av við bóltin í røttu løtuni. Fyri heimaliðið kendist tað sum ísakøld pøs av vatni [...] útgangsstøðan undan seinna dystinum er sera góð. Um viljin verður tann sami leygardagin, sum hann var á Sandi, so sær tað gott út. Asbjørn Mikkelsen tekur ikki munnin ov fullan. Saman við Arturi Johansen (orsaka [...] tryggjaði sær rættin at spæla um uppflytingina) og Jústinusi Justinussen hevur hann havt ábyrgdina av 2. deildarliðnum hjá Skála í trimum teimum seinastu dystunum. Tað vil siga dystunum, sum hava verið