- Summi fólk ræðast veðrakjøt. Hví, veit eg ikki, men frá nøkrum havi eg hoyrt, at tað gongur gimasmakkur at veðrakjøti.
Tað sigur Brandur Sandoy, sum er borgarstjóri og bóndi og hevur nógvan seyð. Á tráðnum hjá honum á Facebook var her fyri dúglig umrøða av veðrakjøti.
- Eg havi ongantíð í lívinum smakka gima, hóast eg havi havt 10-25 veðrar øll árini, eg havi havt seyð. So, mín niðurstøða er, at hetta er fjas.
Hann leggur aftrat, at spyrt tú menn, ið eru vanir at hava veðrar, so taka teir veðrakjøt framum annað kjøt.
- Tað geri eg eisini. Bæði turt og ræst veðrakjøt er nakað av tí lekrasta og javnt smakkbesta sum finst.
Brandur Sandoy leggur aftrat, at langtíðarstoktur ræstur veðrabógvur – stoktur við lágum hita í einar fimm tímar – er fantastiskur matur.
Áðrenn vit fara víðari, kunnu vit nevna, hvat www.sprotin.fo sigur um gimaroyk.
Her verður sagt, at gimaroykur er ”ringur roykur ið stendur frá hornaseyði í brundtíð... “ og lagt verður aftrat, at “... hornaseyður kann seint um heystið hava ringan, sterkan lukt – gimaroyk - serstakliga millum hornanna...”
Á tráðnum hjá Brandi Sandoy á Facebook leggja eisini aðrir lesarar uppí.
- Einastandandi kostur, sum ikki finnur sín líka. Einki er sum ræstur stoktur veðrabógvur við tjúkkari sós og reyðkáli
Og so leggur hesin aftrat:
- Hatta við gimasmakki er bert, um flett verður ov seint. Bíðar tú við at fletta til november, kemur ofta gimasmakkur í, og tað er stak óheppið. Tá er kjøtið eftir mínum tykki oyðilagt.
Brandur Sandoy vísir á, at hann hevur ongantíð flett veðr í november, tí tað eigur ikki at vera gjørt.
- Men, eg kenni einki til gimasmakk. Heldur ikki, tá veðurlomb eru flett í november, sigur bóndin í Skemmugarðinum á Sandi.









