B68 gjørdist stóri vinnarin

Hóast tveir mans í undirtali í meira enn ein hálvleik, so gjørdist B68 stóri vinnarin av næstbestu deildini hetta vikuskiftið

Fult umfar hevur um vikuskiftið verið í næstfremstu føroysku deildini. Mest spennandi dysturin undan umfarinum, var dysturin á Sandi millum oddaliðið Skála, og heimaliðið B71, sum bæði vóru ósigraði undan dystinum.

Tann dysturin gjørdist ikki tað stóra undirhaldið, tí tað endaði við einum málleysum javnleiki. Sostatt eru Skála og B71 framvegis ósigraði í deildini.

 

Mest undirhaldandi dysturin var á Toftum í gjár, har B68 tók móti næstbesta liðnum hjá Víkingi. Tað sum var sermerkt við tí dystinum var, at B68 í fyrra hálvleiki fekk tvey reyð kort. Fyrst eftir 10 minuttum, tá málverjin Ragnar Lindholm fekk reyða kortið, og síðani tá gott og væl 40 minuttir vóru leiktir, tá Jann Ingi Petersen somuleiðis fekk reyða kortið. Støðan var tá 1-1, og flest øll væntaðu, at Víkingur fór at vinna dystin í seinna hálvleiki. Men við tveimum monnum í undirtali í nærum 50 minuttir, eydnaðist tað B68 at skora einsamalla málið í seinna hálvleiki, soleiðis at B68 vann dystin 2-1.

 

Eitt av hinum oddaliðunum, 07 Vestur, spældi í dag á Argjum móti næstbesta liðnum hjá AB. Endaliga úrslitið av tí dystinum gjørdist, at AB vann dystin 3-1. AB er sostatt nummar trý í 1.deild, meðan Skála og B68 deilast um fyrsta plássið í deildini.

 

Úrslitini í 1.deild um vikuskiftið:

B68-Víkingur 2-1

B71-Skála 0-0

NSÍ-KÍ 2-0

AB-07 Vestur 3-1

B36-MB 3-2

 

Støðan í 1.deild:

1.     Skála 13 stig

2.     B68 13 stig

3.     AB 10 stig

4.     07 Vestur 9 stig

5.     B71 9 stig

6.     Víkingur 5 stig

7.     B36 5 stig

8.     NSÍ 3 stig

9.     KÍ 3 stig

10.   MB 0 stig