Her skínur sólin í dag

Tað er mjørki ella yvirskíggjað í fleiri pørtum av landinum, men summastaðni er sól

Tað er ikki bara lætt hjá suðuroyingum, sandoyingum og fólki á útoyggj at ferðast við sólini, tí er tað yvirskíggjað á oyggjunum, ja so er einki at gera. Men hjá fólki á landføstum oyggjum er lættari at flyta seg við veðrinum. 

 

 

Í dag sigur DMI frá 15 stigum í støðum í landinum. Men tá ræður sjálvandi um at vita, hvar sólin sær og hvar yvirskíggjað er. Sambært vevmyndatólunum hjá Landsverki er støðan tann, at í nú um middagsleitið er hampiliga yvirskíggjað í Suðuroynni, tó tað letur til, at tað ljósnar í Hvalba og har um leiðir, meðan tað er meira toka á Porkerishálsi og sunnanfyri sum heild. Sama skil letur til at vera á Krambatanga. Á Sandi eru bert vevmyndatól á keiðini í Skopun og har letur til at vera nakað av sól.

 

 

Í Mykinesi bakar sólin oman og niðan nú um middagsleitið, meðan tað somuleiðis er sól og summar á Vatnsoyrum og á Sandavágshálsi. 

 

Úr Havnini og norður til Kollafjarðar letur til at verða skíggjað og eingin sól, men á Streymnesi er frægari og heldur sólríkt nú um middagsleitið. Á Kambdsdali og við Gjógv er eisini sól og summar, meðan tað er meira yvirskíggjað í Runavík, sambært vevmyndatólunum hjá Landsverki. Og somuleiðis sól, men við nakað av skíggjum í Gøtu. 

 

Í Norðoyggjum bakar sólin oman og niðan. Bæði vevmyndatólini á Viðareiðisvegnum og í Klaksvík siga frá bakandi sól og skýfríum himmali har norðuri. 

 

 

Sostatt er niðurstøðan nú á middegi, at ætlar tú tær at finna hasi 15 hitastigini, sum veðurstovurnar lova í dag, so skalt tú leita tær til Vágarnar ella norður til Norðoyggjar í dag. Tú kanst eisini fara til Gjáar ella til Kambsdalar. Ert tú stødd í Suðuroynni, so kanst tú leita tær norðureftir á oynni.