Stóru klettarnir eru leinkjaðir saman

- Vit hava bara brúkt sunna fornuft, sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu.

Eftir skaðaódnina í 2008, sum gjørdi feigdina um seg í Skálavík, har flestu bátar brotnaðu, og skaði kom á bygningar og kirkjugarð, varð nýtt grótkast lagt á víkina sum verja móti uppgangi.

 

Tað var eitt tungt tak hjá einari so lítlari kommunu at byggja grótkastið, ið kostaði 4,2 miljónir krónur tilsamans, og nú hevur Skálavíkar kommuna brúkt 750.000 krónur aftrat fyri at tryggja sama grótkast.

 

Tað gingu bert fá ár, eftir at nýggja grótkastið var komið, at skálvíkingar noyddust at ásanna, at her mátti okkurt meira gerast. Grótkastið fór at vera ov veikt, sum árini gingu.

 

Steinar duttu burtur úr endanum og innaru síðu, og at enda mettu skálvíkingar, at um teir einki gjørdu við trupulleikan, fór alt grótkastið fyri skeyti.

 

- Vit hava tí í summar styrkt endan og innaru síðu av grótkastinum við stórum klettum, sum vit hava borað heftir í og hava bundið saman við sterkum ketum.

 

Tað sigur Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavíkar kommunu.

 

Hann vísir á, at tá kommunan ikki hevði ráð til at spreingja grót, soleiðis at 10-15 tons stórir klettar kundu fáast til at styrkja grótkastið við, vendi kommunan sær til Landsverk, sum átti nakrar stórar klettar í grótbrotinum á Sandi.

 

- Vit eru sera fegin um, at Landsverk vildi lata okkum hesar klettar, sum vóru einir 50-60 í tali.

 

Tað er Sp/f Plan hjá Jóhannisi Hellisdal í Havn, ið saman við Skálavíkar kommunu hevur gjørt hetta arbeiði, sum nú er liðugt.

 

- Vit hava bara brúkt sunna fornuft og hava bundið nakrar av stóru klettunum saman, soleiðis at teir vera liggjandi. Haraftrat hava vit tikið tað leysa grótið upp, sum var farið um alla víkina.

 

Sjálvur væntar borgarstjórin, Linjohn Christiansen, at soleiðis, sum hetta arbeiðið nú er gjørt, og klettarnir leinkjaðir saman, fer grótkastið at halda í minsta lagi 100 ár.