Á heystið hetta árið fór hann so í læru hjá B&W í Keypmannahavn. Sjálvur sigur Johan, at tað var mammubeiggin, Petur Mohr Dam, sum hevði útvegað honum plássið hjá B&W, og tað var systkinabarnið, Atli P [...] og fór tá í starv hjá ráðgevandi verkfrøðingafelagnum Birch og Krogboe, sum eitt nú var við til arbeiðið, tá Landssjúkrahúsið í Havn var bygt í sekstiárunum. Í 1961 fór hann í starv hjá Heto, sum framleiðir [...] komu til Havnar, tá foreldrini doyðu, og vusku upp hjá kenda mentamanninum, Jens Davisen, sum m. a. var bókavørður á fyrsta bókasavninum, sum arbeiddi hjá fútanum, og sum onkur tíðarskeið bæði var settur
verður brúkt av øllum. Ein nýtímans skúla hava vit, og hugaligt má verða hjá lærarum, at trýsta vitan og lærdóm inn um skallabeinini hjá okkara børnum, teimum sjálvum, bygdini og landinum at frama. Her má [...] heiðra merkinum, ein vakur siður, má sigast. Og so fall tað mær í lut at standa á trappuni, á trappuni hjá Hanusi og Pól, hevði hon kunnað tosað, trappan, hevði hon nokk kunnað sagt frá mangari søguni, hon [...] ástarleik, hon kennir fótafetini av teimum eldru, sum í dag hava sína dagligu gongd her, men hon tigur sigur einki, hetta er og verður hennara loyndarmál. Tað var eitt stríð um okkara merkið, tað vóru tey sum
verður eisini ein týðandi uppgáva hjá Blair at fáa lekt sárini í sínum egna flokki. Serstakliga Irakkríggið hevur sett síni djúpu sár. Tað er eisini nettupp Irakpolitikkurin hjá Blair, sum fær skyldina fyri [...] valskipanunum í Norðurlondum. Ein sannroynd er tað tó, at Blair og Labour hava vunnið ein søguligan sigur. Spurningurin er bara, hvussu leingi Blair fer at tvíhalda um forsætisráðharrasessin. Tað ljóðar longu [...] so vil Brown verða rætta kortið at spæla út til ta tíð. Hinvegin skerst ikki burtur, at Blair er fyrsti Labourleiðarin, sum hevur megnað at varðveita flokkinum stjórnarvaldið trý skeið á rað. Komandi vikurnar
Sevmýri. Úrslitini hjá TB síðani tá hava víst, at tað ivaleyst verður torført hjá fleiri á Tvøroyri. Verjuparturin hjá B36 er rættuliga stinnur. Bara tvey mál eru farin ígjøgnum hjá væl upplagda Jákupi [...] var soltið hjá KÍ, men tá ið støðan seinastu vikuna verður havd í huga, og tá ið sammett verður við, hvussu t. d. B36 og NSÍ hava staðið seg móti TB, so var tað kanska ikki verri enn ilt hjá nýggja KÍ [...] meistararnir, sum hósdagin sendu Skála úr steypakappingini, eru aftast. Hjá ongum eru so nógv mál farin ígjøgnum, sum tað eru hjá gøtumonnum. Hóast teir taptu stórt í Gundadali, so kundi avrikið saman við
um tryggan sigur hjá B68. Sum skilst, so var talan í allar mátar um eitt sannførandi avrik, har HB ikki fekk teir stóru møguleikarnar, og har einki spurnartekin kundi setast við sigurin hjá heimaliðnum [...] árstalsfelagið taka til takkar við teprum tapi. Sagt verður úr Gundadali, at størsti trupulleikin hjá B36 er, at teir í løtuni ikki hava nakran fastan mann at seta í málið, og at hetta hevur kostað í teimum [...] 2-0, áðrenn B36 fekk minkað um munin. Eftir steðgin kom einki mál, og so vóru enn trý stig á veg suður til Hvalbiar. FSV04 á talvuni Á Sandi hevði B71 vitjan av LÍF. Tað kundi líkst einum dysti millum
fyri so at melda seg úr aftur. Noreg er nakað fyri seg, har norður og suður problematikkurin hevur nógv at siga. 90% av inntøkunum hjá norska landbúnaðinum koma frá statinum. Og hevði Noreg ikki átt atgongd [...] orðaskiftinum í Føroyum hesa seinatu tíðina. Herfyri vitjaði Claus Larsen-Jensen, fólkatingsmaður hjá Sosialdemokratunum og formaður í Europanevndini í fólkatinginum, í Føroyum. Í tí sambandi fingu vit [...] spurningar um eitt nú Føroyar og EU. Vit spurdu m.a. Claus Larsen-Jensen, um hann ikki skilur støðuna hjá føroyingum, sum vilja vera uttan fyri EU? -Tað kann eg væl skilja út frá tí sannroynd, at tit eru so
fjørðin, sigur Josefina. ? Ja, eg minnist tann eina túrin, eg fór heilt suður til Suðuroyar við fólki. Hann øtlaði vindin; myrkur kom á meg, og tað var tungt at vinna uppundir Borðuna aftur, sigur Axel, ið [...] nú árini kortini eru so mong, sigur Axel: ? Nei, tað veit eg ikki. Eg eri ikki meira enn nøkur og hálvfems, og tí hevði eg einki havt ímóti at havt ein nýggjan bil, sigur hann og smílist. Men meinar Axel [...] geri tað, sigur hann avgjørdur ? og nú smílist hann ikki, tí tað skilst á øllum brøgdum, at hann meinar tað í álvara. ? Nei, nei. Eg hevði slett ikki stúrt fyri at sett meg í ein bil aftur, sigur Axel og
er eingin orsøk at royna nakað annað merkið, tí eg eri væl nøgdur við Toyota, sigur Eiler. Bilar í góðum standi Tann fyrsti Toyota-bilurin, sum tey keyptu sær, var ein Carina, men fyrst í 70'unum skiftu [...] niður, sigur Eiler. Teir fyrstu bilarnir vóru keyptir frá Rósing Rasmussen, men tá ið Toyota skifti umboð í Føroyum 1. mai 1980, fylgdu Samuelsen-hjúnini við til Eivind av Reyni og hansara fólk hjá Reyni [...] aftur beinanvegin, sigur Hergerð. ? Eg veit einki um, at vit hava sæð nakað til rust á okkara bilum. Teir hava roynst sera væl, og vit hava eisini roynt at hildið bilarnar væl, sigur hon. Væl nøgd Tað eru
limaskap í ES ella verða knýtt tættari, sigur Hákun J. Djurhuus. - Tað týdningarmesta er, at føroyingar taka eina støðu til, hvat vit vilja í mun til ES, sigur føroyski sendimaðurin í Brússel. Føroyski [...] soleiðis at ein júst kann koma víðari frá verandi støðu og møguliga finna røttu rókina hjá Føroyum í evropiska bygnaðinum, sigur Hákun J. Djurhuus. [...] broytast stundum, og tí skal hetta ikki avvísast sum ein møguleiki í framtíðuni. Hetta er metingin hjá føroyska eygleiðaranum í Brússel, Hákun Jógvansson Djurhuus. - Eingi tekin eru í løtuni um, at ES ætlar
verið góð við meg. Nú eru tað millum annað børn hjá teimum, sum vóru børn í barnagarðinum fyrstu árini, tá ið eg var har, sum eiga børn í barnagarðinum, sigur Kristianna. Kristianna er liðug at greiða frá [...] Kristianna sigldi niður við Tjaldrinum. Avrátt var, at Burnamann Niclasen, sáli, sum mundi vera fyrsti føroyski sosialráðgevin, skuldi taka ímóti sumbiar gentuni, tá ið Tjaldrið legði at í Keypmannahavn [...] hon kom á Rødbygaard, sum var tann stovnurin, sum føroyingar, ið bóru brek, hoyrdu undir. Byrjanin hjá Kristiannu burturi úr Føroyum var øgilig. Hon visti ikki av, at tað, at hon skuldi niður, bar við sær