91 ára gamal vil hann hava nýggjan bil

? Tað er ov langt og tungt at ganga yvir á trøðna við Toftavatn; tí hevði tað verið gott, um eg hevði ein bil. Tað er eisini so keðiligt at sita einsamallur við hús. Tú upplivir einki, um tú ikki hevur bil og kanst koyra, har tú vilt. Eg sakni túrarnar út á Nes og eftir Agninum, sigur 91 ára gamli, Axel Olsen, sum slett ikki hevði stúrt fyri at sett seg í ein bil aftur

Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo

Hann var bert níggju ára gamal, tá ið hann fór fyrsta túrin til skips við deyðsiglaranum, Mistletoe. Pápin, Guttormur Olsen, Uppi á Regni á Toftum, var skipari. Kona Guttorms, Elisabeth, sum var ættað Heima úr Túni á Toftum, var vorðin sjúk, og Guttormur visti sær eingi onnur ráð enn at taka sonin við sær til skips. Hjúnini, Guttormur og Elisabeth, áttu seks børn.
Men tað var lættari sagt enn gjørt at taka 9 ára gamla sonin við sær yvir á Eysturlandið.
? Eg og pápi byrjaðu hjá fysikus, lækna, men endaðu á fundi saman við læknanum, amtmanni og gomlu lærarinnuni. Nógv varð kjakast á hesum fundi. Lærarinnan helt upp á, at eg var alt ov ungur at fara til Íslands, men hon »tapti«. Læknin skar ígjøgnum og helt ikki, at eg fór at fáa skaða av hesum. Endin var, at eg sum níggju ára gamal fekk loyvi at fara til skips saman við pápa mínum. Eg haldi ikki, at eg fekk mein av hesum, men lærdi nógv, sum kom mær til góðar seinni í lívinum. Hóast sjúkuna, livdi mamma mín, til eg var komin til mans.
Níggju ára gamli drongurin, vit tosa um, er Axel Olsen á Toftum, sum í dag er 91 ára gamalur og fyllir 92 til heystar.
? Sum níggju ára gamalur, hevði eg verið nógv á báti. Mær dámdi ómetaliga væl at flóta, og altíð var eg saman við pápa mínum, tá ið høvið beyðst, sigur Axel og heldur fyri, at hann kendi einki til sjóverk á túrinum við Mistletoe undir Íslandi.
Guttormur Olsen var skipari, og haraftrat var hann av raskastu og mest avhildnu útróðrarmonnum.
Saknar bilin
Hóast høga aldurin, er Axel væl fyri. Hann er byrgur og hevur koyrt bil heilt fram til heystar, tá ið heilsan fór at bila. Tá gav hann abbasoninum bilin. Men Axel gav ikki bilin, tí hann ikki kundi koyra. Hann hevur framvegis koyrikortið, og nú heilsan er betur aftur, tosar hann um at keypa sær nýggjan bil!
Eitt skifti í heyst og í vetur hevur Axel verið nakað plágaður av vatni, sum setti út í kroppin.
Men nú hann er væl fyri aftur, saknar hann at kunna koyra yvir á Mýrarnar og oman á Sandin Mikla við Toftavatn, har hann hevur trøð, sum sonurin, Gunnar, nú tekur sær av.
? Tað er ov langt og tungt at ganga niðan á her og yvir á trøðna; tí hevði tað verið gott, um eg hevði ein bil. Tað er eisini so keðiligt at sita einsamallur við hús. Tú upplivir einki, um tú ikki hevur bil og kanst koyra, har tú vilt. Eg sakni túrarnar út á Nes og eftir Agninum, har sýnið er gott yvir á fjørðin, yvir Toftavatn og yvir Æðuvík og Rytuvík, tá ið tú kemur longur eystur. Jú, hetta sakni eg ógvuliga nógv.
Spurdur, um hann ikki kundi hugsað sær ein brúktan bil, nú árini kortini eru so mong, sigur Axel:
? Nei, tað veit eg ikki. Eg eri ikki meira enn nøkur og hálvfems, og tí hevði eg einki havt ímóti at havt ein nýggjan bil, sigur hann og smílist.
Men meinar Axel nú veruliga, at hann ynskir sær ein bil aftur at koyra í, spyrja vit.
? Jú, sjálvandi! Tað er so vist, at eg geri tað, sigur hann avgjørdur ? og nú smílist hann ikki, tí tað skilst á øllum brøgdum, at hann meinar tað í álvara.
? Nei, nei. Eg hevði slett ikki stúrt fyri at sett meg í ein bil aftur, sigur Axel og vísir á, at tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki hjá honum at fingið neyðugu sýnsroyndina, tá ið hann hevur endurnýggjað sær koyrikortið.
Hann sigur, at eyguni eru, sum tey altíð hava verið - og tey eru góð, leggur hann aftrat.
Í koyrikortinum hjá Axeli stendur, at tað - í hesum umfari - er galdandi til miðskeiðis í summar, men hann hevur ongan hug at lata tað gleppa sær av hondum.
? Eg havi altíð endurnýggjað mær koyrikortið í góðari tíð, og gongst sum ætlað, vænti eg, at soleiðis verður eisini í summar, sigur 91 ára gamli toftamaðurin.
Fútin var við
Josefina, dóttir Axel, sum nú er komin inn á gólvið, sigur, at hon og pápin tóku koyrikortið samstundis. Hon tekur koyrikortið fram og hyggur at tí.
- Hetta var 3. juli í 1958. So, pápi hevur verið 44 ára gamalur tá.
Hon sigur, at tey vóru trý, sum tóku koyrikortið samstundis, og sjálvur fútin skuldi vera við!
? Hví hann skuldi vera við til hesa uppgávu, veit eg ikki, sigur Josefina, sum í fleiri ár var skúlastjóri á Toftum og er mamma ein so vælkendan føroying sum Meinhard Jacobsen, stjóra á Føroya Fiskavirking!
Sostatt er Axel, sum vit umrøða í hesi greinini, eisini abbi umrødda fiskavirkisstjóran.
? Jú, Meinhard var inni á gólvinum hjá mær í gjárkvøldi, sigur Axel, meðan vit sita við køksborðið og práta.
Tá ið tú ert farin um tey níti, hevur tú livað eitt langt lív, og Axel hevur so sanniliga eisini upplivað eitt sindur av hvørjum. Hann veit um nógvar hendingar at siga, sum verða ov drúgvar at taka fram í hesi greinini.
Sum blaðungur í 1932 var hann millum teirra, sum heilsaðu manningunum á Immanuel og Lauru undir Íslandi, áðrenn skipini fóru at sigla heim feigdartúrin, tá ið bæði gingu burtur í herviligum illveðri millum Føroyar og Ísland. Saman við skipunum, fórust báðar manningarnar. Eingin spurdist aftur. Heima í Føroyum, serliga í Søldarfirði og í Vági, sótu nógvar einkjur og meira enn 30 faðirleys børn!
Axel gerst rørdur, tá ið nomið verður við hesar ræðuligu hendingar, sum settu so djúp spor, har tær raktu.
Hann turkar nøkur tár úr eygunum; hevur eina løtu um at koma fyri seg aftur ? og í rætta stemningin. Síðan práta vit aftur um koyring og bilar.
Koyrdu hýruvogn
? Vit hava havt nógvar bilar í okkara húsi, og eg haldi, at vit ta einu tíðuna høvdu fýra ella fimm bilar ? ja, fýra vóru teir í hvussu er, leggur hann aftrat.
Umframt at sigla við fólki um firðir og sund, koyrdi Axel eisini hýruvogn. Men tað var serliga konan, Nanna og tvey av børnunum, Gunnar og Josefina, sum koyrdu.
? Teir fyrstu bilarnir, vit høvdu, vóru av merkinum, Austin. Hetta vóru góðir og sterkir bilar. Seinni høvdu vit eisini aðrar bilar.
Axel sigur, at bátar og bilar vóru ein náttúrligur partur av húsinum, og tað vóru ikki fáir minniligir túrar gjørdir við báti, tá ið siglt varð við fólki, bæði nær og fjar.
? Tað var ikki so sjáldan, at mjólkarbáturin ikki sigldi fyri veður, at Axel kortini loysti og legði á fjørðin, sigur Josefina.
? Ja, eg minnist tann eina túrin, eg fór heilt suður til
Suðuroyar við fólki. Hann øtlaði vindin; myrkur kom á meg, og tað var tungt at vinna uppundir Borðuna aftur, sigur Axel, ið eisini sigldi við monnum úr Eysturoy, sum arbeiddu uppi í Mjørkadali, tá ið støðin varð bygd har uppi.
Hann sigur, at tá ið tey byrjaðu at koyra hýruvogn í sínari tíð, vóru vegirnir vánaligir.
? Hetta vóru mest at kalla gonguvegir, og mangan kundi vera torført at vinna fram, tá ið kavi legðist um vetrarnar.
Hann sigur, at sum tíðin leið, fóru onnur á Toftum eisini at koyra hýruvogn.
? Tá ið tað síðan vísti seg at gerast ov lítið at koyra, góvust vit bara, leggur hann aftrat.
Axel sigur, at hann og sonurin, Gunnar, í fleiri ár røktaðu hagan við Mýrarnar, og teir røktaðu eisini haga í Svínáum.
? Tað var langt ímillum hesar hagarnar, men tá ið tú hevur bil og ert væl fyri, samstundis sum áhugin fyri seyði er stórur, var hetta eingin trupulleiki, hóast tað kundi vera strævið viðhvørt.
Hann sigur, at honum dámdi ógvuliga væl at vera røktingarmaður, tí tað var so stuttligt at fáast við seyðin.
? Vit kendu seyðin, og seyðurin kendi okkum, leggur hann aftrat.
Sigldi stríðsárini
Axel hevur siglt ein stóran part av lívi sínum, og hann sigldi øll stríðsárini; tí hevur hann nú í nógv ár eisini fingið krígspensjón.
? Eg ætlaði mær á skiparaskúla, men stóð ikki sýnsroyndina; tí fór eg í læru á Tórshavnar Skipasmiðju og sigldi tí sum maskinmaður øll míni bestu ár.
Ígjøgnum tíðirnar hevur Axel verið við fleiri ymiskum skipum, men tey nógvu árini sigldi hann við Elsu, sum Hans í Norði førdi.
Men Axel hevur eisini siglt við øðrum kendum og minni kendum skiparum tey mongu árini, hann baldist á havinum.
? Eg havi eisini róð nógv út og sett gørn, sigur hann.
Vit spurdu eisini Axel, hvussu hann hevur borið seg at við at gerast so gamalur ? og so væl fyri, sum hann er í dag:
? Eg havi einki serligt gjørt fyri at gerast so gamalur. Sum ungur roykti eg nógv, og eg havi etið alt, sum kom á borðið.
Axel sigur, at hann hevði eina ógvuliga góða konu, sum var ófør til alt, sum hendurnar kunnu skapa.
? Eg haldi, at eg hevði verðins bestu konu, sigur 91 ára gamli toftamaðurin, Axel Olsen.