Av Rødbygaard og til 30 ár á sama arbeiðsplássi

Hóast buldraliga byrjan í púra fremmandum landi og við stórum avmarkingum, so fekk 52 ára gamla Kristianna Kjærbo góðar møguleikar at liva rættuliga vanligt lív í Føroyum, tá ið hon fyri 32 árum síðani var komin aftur úr Danmark

Á LEGU FYRI BREKAÐ
Jóannes Hansen

Soleiðis vóru umstøðurnar og viðurskiftini tá. Eg var púra einsamøll í fullkomuliga fremm-andum landi, og eg kendi meg avbyrgda og einsamalla. Men eg eri ikki beisk, tí eg veit, at tað, sum varð gjørt, var í bestu meining, og at tey vildu mær ikki annað enn gott. Og síðani eg kom aftur til Føroya, havi eg havt góðar møguleikar fyri arbeiði, og eg havi eitt nú verið hjartans fegin um møguleikan at koma á hesa leguna. Hesi seinnu árini eri eg komin við børnunum, sum eg eri mostir og fastir at, og mær dámar væl at hugna mær saman við teimum og øllum hinum luttakarunum á leguni.
Soleiðis endar samrøðan, sum Óluva Skaale hevði við 52 ára gomlu Kristionnu Kjærbo. Hon er brekað, men hon hevur í mong ár livað rættuliga vanligt lív í høvuðsstaðnum, og fyri ikki so langari tíð síðani hevur hon keypt sær hús, og nú hevur hon sett sær fyri at vera nakað fyri onnur, sum standa henni nær og sum bera brek og harvið tørva stuðul og hjálp.
Kristianna er fødd í Sumba. Tá ið hon fór í skúla, varð tað skjótt staðfest, at hon ikki lærdi at lesa. Tí var hon longu sum ellivu ára gomul flutt heimanífrá. Tað var fyrst í seksti árunum, og út frá rættuliga avmarkaða innlitinum og møguleikunum, sum tá sum heild vóru og ikki minst í føroyska samfelagnum, varð hon flutt niður. Hvussu hetta fór fram, og hvussu tað síðani lagaði seg, greiddi Kristianna soleiðis frá á leguni fyri brekað.
- Eg flutti norður til Trongis-vágs at búgva, tá ið eg var ellivu ára gomul. Eg gekk í skúla har og úti á Tvøroyri. Fýra ár seinni søgdu tey, at eg skuldi niður, tí eg dugdi ikki at lesa. Eg visti ikki, hvat tað bar við sær, at eg skuldi niður.
Kristianna sigldi niður við Tjaldrinum. Avrátt var, at Burnamann Niclasen, sáli, sum mundi vera fyrsti føroyski sosialráðgevin, skuldi taka ímóti sumbiar gentuni, tá ið Tjaldrið legði at í Keypmannahavn. Hann skuldi syrgja fyri, at hon kom á Rødbygaard, sum var tann stovnurin, sum føroyingar, ið bóru brek, hoyrdu undir.
Byrjanin hjá Kristiannu burturi úr Føroyum var øgilig. Hon visti ikki av, at tað, at hon skuldi niður, bar við sær, at hon skuldi í fremmant land, har hon einki fólk kendi, og har hon ikki skilti málið. Hon greiðir frá, at tá ið hon kom niður, var eingin ímóti henni. Hvussu hetta kendist, og hvussu hon kortini kom á Rødbygaard, orkar hon ikki at greiða frá. Tað velur hon at bera inni við seg sjálva.
Burnamnn Niclasen var ikki ímóti Kristionnu. Orsøkin var tann, at hann doyði í ferðsluvanlukku á Lollandi. Hann var tá í Danmark og vitjaði Rødby-gaard. Stutt frammanundan var hann settur í starv sum leiðari av Statens Åndsvageforsorg, SÅ, sum ætlaðist at vera deild í Føroyum av Rødbygaard.
Avbyrgd og síðani fræls
Tíðin á Rødbygaard var tung hjá Kristionnu. Hon greiðir soleiðis frá:
- Eg kendi meg innibyrgda og uttan persónligt frælsi. Allar dyr vóru læstar, og múrarnir vóru høgir. Tað bar ikki til at sleppa av økinum, uttan at vakt var saman við tær. Eg arbeiddi á gartnarí, og talan var um ógvu-liga tungt arbeiði.
Tíðin hjá Kristionnu á Rødbygaard var ikki so ógvuliga long. Hon varð send á Nykøbing Falster ungdómsskúlan.
- Har var gott at koma og vera. Har vóru eingir múrar, og har vóru fleiri møguleikar. Eg arbeiddi í kafeteria og í køkin-um, og vit høvdu skúlatímar í eitt nú træsmíði. Seinni arbeiddi eg eisini í fruktplantagu, og tað bar mær til at vitja fólk, uttan at nøkur vakt skuldi fylgjast við mær.
Tá ið tíðin á eftirskúlanum var liðug, fór Kristianna at arbeiða í einum vaskaríi, og so var tað, at møguleikin fyri at flyta aftur til Føroyar og tað, sum hon kendi sum sítt og hevði kært, gjørdist veruleiki. Hetta var í 1973.
- Mær dámdi væl at flyta heim til Føroya og til Havnar. Fyrstu tíðina vóru vit fleiri, sum arbeiddu á verkstaðnum í Losj-uni við Tinghúsvegin. Men so var tað, at eg fekk arbeiði í Drotning Ingriðar barnagarði, og har havi eg verið síðani.
Kristianna sigur, at henni hevur dámt ógvuliga væl at arbeitt í barnagarðinum.
? Eg eri sera góð við arbeiðsplássið og tey fólkini, sum hava arbeitt har, og sum arbeiða har. Eg havi eisini kent meg væl móttikna, og starvsfelagarnir eru góðir við meg. Og eg havi altíð havt stóran tokka til børnini, og tey hava verið góð við meg. Nú eru tað millum annað børn hjá teimum, sum vóru børn í barnagarðinum fyrstu árini, tá ið eg var har, sum eiga børn í barnagarðinum, sigur Kristianna.
Kristianna er liðug at greiða frá. Tað er heilt friðarligt í salinum. Hon var send úr heimbygdini Sumba, tá ið hon var ellivu ára gomul. Sum so mong onnur varð hon send av landin-um og á Rødbygaard. Hon kendi seg innibyrgda, men tá ið umstøðurnar í Føroyum fyrst í sjeyti árunum broyttust, kom hon aftur til Føroya í 1973. Tá var hon gott og væl tjúgu ára gomul. Hóast brek so fekk hon møguleika at liva sum onnur og at hava vanligt arbeiði. Nú hevur hon keypt sær hús, og hon roynir at hjálpa øðrum, sum hava brek og fyri neyðini at verða stuðlað og hjálpt.
- Sum eg segði, so kenni eg ikki beiskleika. Eg havi góðtikið, at umstøðurnar vóru so nógv øðrvísi, tá ið eg var barn og ung. Í dag gleðist eg um, at tey, sum vóru við mær á hesi leguni, tá ið tey vóru smá, framvegis eru her, nú tey eru vorðin hálvvaksin og vaksin. Nú hjálpa tey til, og tað dámar mær væl, sigur Kristianna Kjærbo.