Eitt heilt heimskríggj skuldi til

Í veruleikanum skuldi eitt heilt heimskríggj til, fyri at okkara flagg skuldi verða viðurkent.

Flaggdagsrøðan 2005 á Eiði eftir Olaf í Garði Joensen.
 
Góðu bygdarfólk, góðu ítróttararfólk.  
 
Fari fyrst at takka fyri heiðurin, nú eg eri biðin at halda flaggrøðuna á Eiði í ár.
 
Nú steðga vit aftur á eina løtu, hví? Tað er flaggdagur, dagurin  vit her í bygdini, her í sóknini, ár eftir ár, eru komin saman, fyri at heiðra merkinum, ein vakur siður, má sigast.
 
Og so fall tað mær í lut at standa á trappuni, á trappuni hjá Hanusi og Pól, hevði hon kunnað tosað, trappan, hevði hon nokk kunnað sagt frá mangari søguni, hon minnist til farran av fótafetum sum hvurvu, kennir til ungdómsins spæl og ástarleik, hon kennir fótafetini av teimum eldru, sum í dag hava sína dagligu gongd her, men hon tigur sigur einki, hetta er og verður hennara loyndarmál.
 
Tað var eitt stríð um okkara merkið, tað vóru tey sum vóru ímóti, og tey sum vóru fyri at vit føroyngar fingu okkara skjaldra merkið. Og mangan stóð hart á, orð fuku sum gløður, um oyruni á hvørjum øðrum, og mangan hevði verið betri um orðini vóru verðandi innanverts kinnklovan, men soleiðis var tað, eitt stríð var byrjað, frælsisvónin hevði fingið fast undir fótum, føroyingar skuldu hava sítt egna merkið. Men torført var at finna semju, aftur kom til sjóndar lyndið í føroyinginum, lyndið í oyggjabúgvunum, men tó, eitt vóru teir púra samdir um, og tað var at vera ósamdir í hesum málið.
 
Og øll kenna vit søguna, tá kirkjubøsingurin Páll Pæturson vann sær veg upp á loftið í Tinghúsinum, brúkti hvast, og danabrók fall til jarðar, menn vóru uppøstir, vøddar og spengur spentust og dirraðu sum hørpustreingir, eitt øgiligt skil. Maðurin hevði forbrotið seg, forbrotið seg ið móti donskum valdið, móti Kongi, ja sjálvt tann álmattuða Guð hevði hann vannvirt.
Og hvat var tað nú, sum hann ætlaði at gera, hann ætlaði bara at heingja tað føroyska merkið, krossmerkið í húnarhátt á landsins Tingstaðið.
 
Í veruleikanum skuldi eitt heilt heimskríggj til, fyri at okkara flagg skuldi verða viðurkent.
 
Og í dag hava vit hug at smílast, skilja ikki rættuliga, tí í dag er tað fyri okkum øllum ein sjálvfylgja, at vit hava eitt flagg. Hetta er okkara merkið øll eiga vit tað, og øll virða vit merkið, óansæð hvønn politiskan lit vit hava. Ja, vit kunna bara ímynda okkum, hvat hevði hent, um tað var onkur sum bara hugsaði tankan, um at kvetta línuna yvir, fyri síðan at heingja tað danska merkið aftur á stong, tá høvdu fólk úr øllum politiskum flokkum stigið á válin inn, tí føroyska merkininum at frama.
 
......
 
Nú ferðin úr Múlavík runt bygdina er komin at enda, standa tit her, tann dýrmatasti dýrgripurin sum bygdin eigur, tit ungu ítróttarfólk, og her er eisini nógv broytt. Tað var tann tíð, tá tykkara ommur og abbar leiktu á Mølini, har sandur og havskúmur fuku um beinini á teimum. Hondbólts genturnar spældu mangan í vøttum, tað var ikki bara at fáa bóltin frá tí mótspælandi liðnum, nei, Landnyrðingurin vildi eisini vera við, og mangan mundið hann skuffa útiliðið, tí tað segðist at heimaliðið visti, tá Landnyrðingurin fekk sær andahald og so var bara at halda fram á vøllin, meðan líkindini vóru so fræg. Nú er grót lagt niðanvert vøllin, graslíkið er lagt á, og hátthevjaðar ljósmastrar, gera tað møguligt at spæla bólt í svartastu niðu. Eisini eru dagar við logn á Mølini, tá hesin kendi angin av turkaðum tara rekur okkum í nasarnar, eisini tað hevur sína sjármu. Um veturin er tað, tann stasiliga ítróttarhøllin karmur um allan innandura ítrótt, og fyri fáaum døgum síðani var hon karmur um fagran gospulsang, hon verður brúkt av øllum.
 
Ein nýtímans skúla hava vit, og hugaligt má verða hjá  lærarum, at trýsta vitan og lærdóm inn um  skallabeinini hjá okkara børnum, teimum sjálvum, bygdini og landinum at frama. Her má hegnisliga farast fram, tað føroyska málið hevur vunnið sær sætið á hægstu rók, okkara tjóðarmál skal verjast og nú teldutøknin  er avgerandi fyri lív ella deyð, hava málfrøðingar nokk at gera, fyri at  smíða føroysk orð, so tað útlendska ikki fær hevsrætt, í okkara málið. Og  eisini her eru vit við, ikki skulu vit leita leingi til vit finna bygdarmann innan teldutøknið, ið leggur alla sína orku í, saman við øðrum góðum málfólkið, at føroyska teldumálið. Tey ungu í dag vita kanska ikki, hvat fjernsýn, helikoptari ella compjútari er fyri nakað, og gott tað sama. Málið er okkara identitetur, eitt fólk við ongum identiteti, tað er einki fólk.
 
Jú her er líviligt á Eiði, eldrabýlið til tey eldru, sum  so dyggiliga hava strítt sítt stríð bygdini at frama og tað verður teimum ikki gloymt.
 
Alt hettar kemur ikki av sær sjálvum, í seksti árunum kom Norðís, vinnulívið remdist ár um ár, og menn fóru at keypa skip, nógv varð lagt fyri, skip komu, skip fóru, fyri síðani at verða keypt aftur til bygdina, okkara sjógarpar løgdu eina last av fiski og aðra eftir uppá land, sum aftur gav arbeiði til heimafólki. Og hesi stásiligu fiskifør hildu ótroyttiliga út á havið, hugaligt er at síggja teir fýra bókstavarnar á skipakumpinum, nevniliga  EIÐI. Hettar boðaði frá góðum.
 
Sigurð Joensen sáli, tekur soleiðis til í yrkingini Norðhavið.
 
Tað liggur ein rás, liggur mong ein rás,
Har sum fedrarnir ýtaðu av.
Rógv, roddur, títt egið, ið hvarið tú rørt,
Tú rørt yvir rógvið hav.
 
 
Eitt tað stórsta frambrot sum er gjørt í bygdini er uttan iva  havnarlagið, og tøkk skulu teir knassar hava sum vóru so gløggskygnir og framskygnir, sum fult út trúðu uppá, at tað bar til. Og nú í fleiri ár hevur brimgarðurin sent eina norðhavsbylgju fyri og aðra eftir suður í skallan á Brimneshellini, Eiði gjørdist kyrrupláss.
 
Vit hátíðarhalda í dag okkara merkið, 65 ár eru nú liðin síðani Flaggið varð viðurkent og ikki mundi tað koma av ongum at krossurin var málaður á dúkin, samfelagið bygdi á kristna læru, og litirnir, teir hava sína søgu at siga frá, tí tiltikið er litspælið í tí føroysku náttúrini. Og vit kunna spyrja um vit eru komin mál, og tað man verða ymist sum muður mælir? Ikki var ætlanin hjá teimum sum høvdu fingið fatur um stýrisvøl, at steðga á her, nú Flaggið var viðurkent. Og vit eru fleiri, sum ikki eru í iva, sjálvt Sólin hjálpti okkum á sinnið, tá Risin og Kellingin skuldu draga Føroyar til Íslands, har hon á høgum himnahválvið brendi bæði til stein, Føroyar skuldu ongan veg. Jú, her er nakað sum vantar. Kunnað vit standa saman? Gongur ikki lang tíð, til tað føroyska skeytið er heima á klettinum, og okkara merkið verður vundið í húnarhátt, til heiður og æru fyri land og fólk. Og hvussu gera vit so tað, vit gera tað ikki, við at snakka um hvønn annan, men við at snakka til hvønn annan.
 
Farið til seinast enda við hesum ørindi.
 
Bróðir til bróður tað heitstreingi ger:
goym móðurjørðina, heim várt í verð.
Vit vilja ansa tí vakra og flógva,
Eins og tú barnið bert varin á lógva.
 
Takk fyri at tit lýddu á.
 
25. Apríl 2005.
Olaf í Garði Joensen.