Enn eru eingi tekin í hvørki sól, mána ella korridorum í Brússel, at ES hevur ætlanir at broyta felags fiskivinnupolitikkin, soleiðis at ávís umsøkjaralond, eitt nú Noreg og Ísland, kunna fáa sersømdir við einum møguligum limaskapi. Men, viðurskiftini broytast stundum, og tí skal hetta ikki avvísast sum ein møguleiki í framtíðuni.
Hetta er metingin hjá føroyska eygleiðaranum í Brússel, Hákun Jógvansson Djurhuus.
- Eingi tekin eru í løtuni um, at ES ætlar sær at broyta sín sen-tralt stýrda fiskivinnupolitikk, og hetta, umframt politiska veruleikan í Føroyum útilokar mestur føroyskan limaskap útfrá kjakin-um higartil, sigur Hákun J. Djurhuus.
Arbeiðsbólkur settur
Búskaparfrøðingurin Óli Samró segði fyrst í apríl mánaði, at hann metir ikki, at fiskivinnan í framtíðini verður sentralt stýrd úr Brússel.
Óli Samró hevur í trý ár tikið lut í ein samstarvi í greinar búskaparligu gongdina í fiskivinnuni í Evropa.
- Í greiningini verður Europa býtt í fimm økir ? Miðalhavið, Eystursjógvurin, Norðsjógvurin meðan Atlantshavið verður býtt í suður og norð.
- Tað skal undra meg, um tað ikki verður møguligt at býta umsitingina av tilfeinginum á sama hátt: Antin beinleiðis til limalondini ella eftir regionalum økjum, um tríggjar so sterkar fiskiveiðutjóðir sum Norra, Ísland og Føroyar blíva limir í ES við kravið um decentrala umsiting, segði Òli Samró á Tinghelluni.
Kunnu ikki siga
At Norra, Ísland og Føroyar saman standa sterkari mótvegis ES er Hákun J. Djurhuus samdur við Óla Samró í, men hann ynskir ikki at gera fleiri viðmerkingar.
Tað eru nógvar óvissur í sambandi við tættari samstarv við ES, vísir Hákun Djurhuus á.
- Vit kunnu ikki siga, at tað júst verður soleiðis og soleiðis, um Føroyar fáa limaskap í ES ella verða knýtt tættari, sigur Hákun J. Djurhuus.
- Tað týdningarmesta er, at føroyingar taka eina støðu til, hvat vit vilja í mun til ES, sigur føroyski sendimaðurin í Brússel.
Føroyski sendimaðurin vil ikki gera viðmerkingar til støðið á føroyska kjakinum, men hann leggur dent á, at tað er ótrúliga týdningarmikið, at ES-spurning-urin verður partur av almenna orðaskiftinum.
- Tað er tó sera tídningarmikið at hava í huga, at eingin vissa er í, at júst limaskapur er rætta loysnin fyri Føroyar. Tí er tað eisini sera umráðani at hol er sett á kjakið í Føroyum, soleiðis at ein júst kann koma víðari frá verandi støðu og møguliga finna røttu rókina hjá Føroyum í evropiska bygnaðinum, sigur Hákun J. Djurhuus.