Oddagrein· Vinnari men veingjaskerdur Blair

Arbeiðaraflokkurin Labour gjørdist vinnarin av valinum í Bretlandi hósdagin. Fyri fyrstu ferð í søgu floksins eydnaðist at vinna triðja valið á rað. Tað er tí greitt, at Bretland eisini komandi fýra árini skal stýrast av Labour. Minni greitt er tó, um tað verður við Tony Blair við róðrið alt hetta skeiðið. Og orsøkin er heldur laka valúrslitið, sum fyri stóran part verður mett skyldast Irakkríggið.

Hóast Labour vann avgjørdan meiriluta varð valið ikki ein dygg álitisváttan. Flokkurin misti nógvar tinglimir og gekk aftur við góðum 6%. Teir konservativu og teir liberalu høvdu stóra framgongd. Hóast teir tilsamans í prosentum fingu størri undirtøku enn Labour, so er bretska valskipanin soleiðis háttað, at bert tann, ið vinnur tingsessin telur við í samlaðu og endaligu uppgerðini. Allir hinar atkvøðurnar fara "til spillis". Sostatt víkir bretska skipanin munandi frá valskipanunum í Norðurlondum.

Ein sannroynd er tað tó, at Blair og Labour hava vunnið ein søguligan sigur. Spurningurin er bara, hvussu leingi Blair fer at tvíhalda um forsætisráðharrasessin. Tað ljóðar longu nú, at fremsti floksfelagi hansara, Georg Brown, fíggjarmálaráðharri fer at avloysa Blair í hesum skeiðnum. Brown er sera væl umtóktur bæði í Labour og millum veljarar í hinum flokkunum. Skal Labour tí gera sær vón um at skriva søgu enn einaferð og vinna valið aftur um fýra ár, so vil Brown verða rætta kortið at spæla út til ta tíð. Hinvegin skerst ikki burtur, at Blair er fyrsti Labourleiðarin, sum hevur megnað at varðveita flokkinum stjórnarvaldið trý skeið á rað. Komandi vikurnar verða tí helst avgerandi fyri, um vit fara at síggja týðandi broytingar í leiðsluni.

Tað er eisini greitt, at Blair fer ikki at hava sama rásarúm at stýra og fáa lógir ígjøgnum í Undirhúsinum við einum skerdum meiriluti. Hann verður nú tvingaður til at reka konsesuspolitikk, har hann eisini má royna at fáa stuðul í einstøku málunum frá øðrum enn sínum egnu. Tað verður eisini ein týðandi uppgáva hjá Blair at fáa lekt sárini í sínum egna flokki. Serstakliga Irakkríggið hevur sett síni djúpu sár.

Tað er eisini nettupp Irakpolitikkurin hjá Blair, sum fær skyldina fyri afturgongdina. Og síðani tætta samstarvið millum Blair og Bush. Nógvir eygleiðarar meta, at Blair komandi skeiðið fer at vera meira varin og ikki leggja seg so tætt upp at amerikanska forsetanum, sum hann hevur gjørt higartil. Eitt stórmál, sum eisini kann gerast ein meinbogi fyri Blair og stjórn hansara er komandi fólkaatkvøðan um EU-grundlógina.

Samanumtikið er bretska valúrslitið ein stórur sigur fyri Tony Blair, sum mongu hildu, tá øsingin um Irak var uppá tað mesta, fór at verða noyddur at leggja frá sær. Hóast veingjaskerdur so hevur tað eydnast Blair at vinna, og tað er jú tað hetta snýr seg um. At hava ein meiriluta uppá meira enn 60 tinglimir eftir 8 ár í Downing Street 10 og í sera torførum tíðum við Irak á breddanum verður mett sum eitt gott úrslit hóast afturgongdina. At tað hevur eydnast Labour at varðveita ein sterkan búskap má eisini takast við, tá hugt verður eftir valúrslitinum. So meðan Irakmálið hevur togað skeiva vegin hava onnur stórmál so sum búskapurin togað rætta vegin fyri Blair og Labour.

Sosialurin