hesin maður? Um hetta eri eg biðin at siga nøkur orð, og tað fari eg at royna, út frá tí avmarkaða tilfari, sum eg havi havt atgongd til. Fyrilesturin er soleiðis skipaður, at eg fyrst við fáum orðum fari [...] gremja; nakað “sløjdsnakk” teir vildu ei hoyra, teir potaðu ikki burt úr oyra. Til Danmarkar Á heysti, tann 12. september, 1892 fer Christian Ludvig til Danmarkar fyri aðru ferð. Hann verður nú lærari í bygdini [...] gávu, í sambandi við at Christian Ludvig giftist. Orsøkina til henda tokka finna vit tó ikki bara í hansara vinsælu medferð, men kanska ikki minni í hansara serliga undirvísingarhátti. Sagt verður um Christian
stavseting: i og y verða bæði til eitt tekn: fyrra i í og ý verða til eitt tekn: fyrra í hj verður skrivað sum kj, tá ið úttalan er kj; kjá hv og kv verða til: kv; kvalur rn verður til dn, fá ið úttalan er dn; [...] málstevnunevndin kundi tikið upp, um hon hevur dirvi til tað. Eg vísi til grein eftir Eivind Weyhe (Sosialurin nr. 74, 18. apríl 1996). Suðurjútland Komin til Danmarkar fekk Christian Ludvig helst so mikið [...] kanska besta uppskot til eitt føroyskt skriftmál, sum higartil hevur sæð dagsins ljós. Men hóast Jakob Jakobsen skrivaði síni kendastu verk við hesi stavseting, vann hon ikki frama. Eg kann nevna nakrar av
beinleiðis og ódýrari ferð til heimlandið. Handklæði sum vøgga Hóast tað er óhugnaliga tíðliga at fara frá húsum, út til Kastrup og so avstað kl. 5:45, so er ikki líkt til at tað sakar ferðafólkini so [...] tannrøktina. - Tað var ikki altíð so lætt at byrja ta nýggju tilveruna her í Danmark. Men tað nyttar einki bara at siga, at tað ber ikki til. - Ger ein nakað við tað, so ber tað saktans til, sigur Dahina í óformella [...] upp henda morgunin. Hon skuldi so í øllum førum ikki verða ov sein til flogfarið. Hon hevði fingið tann ótrúliga møguleikan at sleppa heim loftvegis til síni kæru nú beint undan jólum. Takkað verið einum
hvønn bil. Tað kundi vera, at førarin var ungur og óroyndur ella møguliga ikki koyriførur. Øll foreldur hugsa nógv um, at børnini skulu koma trygt heim. Tí byrjaðu vit at koyra tey ungu, og tað vant uppá [...] prógvaðu tey annan jóladag. - Tey ringdu til okkum annan jóladag klokkan 22.20 og spurdu, um vit kundu koma oman í bowlinghøllina. Vit væntaðu so, at vit skuldu koyra tey til Havnar, tí at tey plaga mangan at [...] løgið tíðspunkt. Tey plaga nevniliga ikki at fara avstað fyrr enn á midnátt. - Tá ið vit so komu oman, vórðu vit biðin um at fara inn í bowlinghøllina. Tá fekk eg ein lítlan illgruna. Tá ið vit komu oman
Tað eru tó ikki hesir filmar, ið vit hava tosað um, men meiri filmar sum The da Vinci Code, ið gjørdist hin mest umtalaði filmurin í Føroyum í 2006. Hetta kom ikki minst av at Havnar Bio, ikki vildi vísa [...] men tað er hesin filmurin ikki. Tað er alt ov lítil pína í filminum. Í sangunum har aftur ímóti ein meturvíð tunnel aftur til pínuna frá barnaheiminum. ”Walk The Line” megnar ikki at fanga hetta stóra menniskja [...] Capote, ið fór til grundar av at skriva eina bók um morð. Steven Spielbergsa "Munich” er eisini ein politiskur filmur um yvirgang í München í 1972. Hollywood kom í ár at geva virðislønir til álvarsamar og
og skúli í stórum liva upp til ein sera týdningarmiklan part av teirra arbeiðssetningi, nevniliga at børnini trívast og kenna seg væl í skúlanum. Frá mínum uppvøkstri minnist eg væl, at tað var munandi tyngri [...] niðan brekkuna úr skúlanum aftur til húsa. Pisakanningin vísir neyvan, hvussu nøgd børnini eru við skúlan. Tá skúlabørnini eru nøgd og góð við skúlan og lærarnar, tá meti eg sjálvt grundstøðið ella “fundamentið” [...] ongum umstøðum góðtakast, at vit nú aftan á stórfingnu gávurnar til Danmarkar ikki hava ráð til at lyfta okkara skúlastøði upp um Mexico, og eisini nógv onnur lond. Ein munurin á okkum og dønum Seinastu nógvu
undrar okkum ikki sørt, sigur Martha Sigurðstein, sum limur í foreldraráðnum. Hon eigur tvey børn á stovninum, sum eru ávikavist 2½ ár og 4 ár. Foreldrini royndu Hon vísir á, at tað, sum børnini hava at spæla [...] sera ónøgd og ótrygg við støðuna. Higartil hava vit goldið alt sjálvi, tí vit kunnu ikki liva við, at tey umleið 60 børnini bara hava sandkassar og tvær reiggjur at spæla við, sigur Martha Sigurðstein, sum [...] á, at foreldrini eru ótrygg við hesar stabbarnar, tí tey óttast, at børnini koma at sita føst. Harumframt vísir hon á, at økið er ikki drena, og at hetta millum annað hevur við sær, at tá tað regnar, so
trygdin kemur í rættlag. Seinni kunnu vit taka stig til, hvat skal vera av mennandi og spennandi tilboðum til børnini, og tá verður alt hatta helst tikið burtur aftur, sigur hann, og peikar yvir móti m [...] illa fyri, sigur borgarstjórin, sum er ikki sørt skelkaður av tí, sum hann sær. Vit klintra niðan á høvdina omanfyri stovnin, og koma oman í eina djúpa lagd, sum ikki sæst frá vegnum. Har vísa foreldraumboðini [...] planerast, flísar leggjast á og sandkassar setast upp. Síðani er tað upp til leiðaranum, í samstarvi við foreldrini, at leggja til rættis og at fíggja restina av rakstrinum á stovninum, sigur Michael Jacobæus
bønarhald. - Børnini hoyra, tá vit vaksnu biðja fyri fólki, m.a. í Lindini, og tí ynskti eg at vísa teimum á týdningin av bøn. Endamálið var at læra børnini at tosa við Jesus og at biðja til hansara, sigur [...] einastu sending júst við bøn. Hetta kom ikki minst til sjóndar ta einu ferðina, tá ein mamma skrivaði beinleiðis til Barnalindina við einum bønarynski: Eini áheitan á børnini um at biðja fyri einum trý ára gomlum [...] - Hóast talan er um ein ókritiskan lurtaraskara, so er neyðugt at vera sera væl fyrireikað til hvørja einastu sending, sigur Lív. Síðani útvarpsrásin Lindin byrjaði at senda fyri júst sjey árum síðani
bilsin, so er hetta nú ikki fyrsta ferðin, at Marianna vinnur góðan vinning. - Eg havi vunnið í V4 einaferð, og eina ferð havi eg eisini vunnið í happadráttinum. Eg vil ikki siga, at eg spæli við hvørjaferð [...] hon saman við 17 øðrum nú kundi fara til Lalandia á summaferð, var hon sjálvandi ovurfegin. - Tað skal eg halda við. So noyðist eg at bjóða “venner og bekendte”. Børnini eru tvey í tali, og tey saman við [...] er ein kapping, sum t.d. tann í Sosialinum, so royni eg at fylgja við. Gert tú ikki tað, so er so slettis eingin møguleiki at vinna. - Og so kundi eg kanska lagt afturat, at kanska er hetta eitt gott a