Jólaferðin sum fór í luftina

- Eg havi bert verið eina ferð í Kosovo tey seinastu seks árini, sigur unga kosovo-kvinnan Dafina.
Árla leygarmorgunin ætlaði hon sær aftur at vitja síni kæru í Pristina. So langt kom hon kortini ikki av tveimum orsøkum, veðurfrøðiligum – og fíggjarligum!

Dahina var farin tíðliga upp henda morgunin. Hon skuldi so í øllum førum ikki verða ov sein til flogfarið.
Hon hevði fingið tann ótrúliga møguleikan at sleppa heim loftvegis til síni kæru nú beint undan jólum.
Takkað verið einum ótrúligum tilboði frá ferðaskrivstovuni “Mega Turist” og FaroeJet kundi Dahina nú sleppa heim til Kosovo munandi bíligari enn áður.
Hon var ein av teimum umleið 70 kosovo-albanunum sum tóku av hesum tilboðnum.
Frammanundan var ikki gjørligt at flúgva beinleiðis millum heimlondini bæði. Tá var neyðugt viðmillumlendingum, men í ár skuldi tað so verða beinleiðis – beinleiðis úr Kastrup til Pristina, høvuðsstaðin í Kosovo.
Einasta keðiliga við tilboðnum var helst tað, at tey máttu upp lantg áðrenn hønurnar ein slíkan leygarmorgun. Flogfarið skuldi fara kl. 5:45, so ein mátti vera í góðari tíð.
Men hvat er tað í mun til tað, tá tú aftur sleppur at síggja tíni kæru í heimlandinum?!

Ódýrt og ómakaleyst
Sambært ferðaætlanini skuldi flogfarið F6 og ruta no. 503 fara úr flogvøllinum í Kastrup so tíðliga sum klokkan 5:45.
Í hesum døgum, tá trygdin er í hásætið og nógv fólk ferðast, ráddi um at vera í góðari tíð til at tjekka viðførið inn og til trygdareftirlitið.
Klokkan 4:35 skuldi byrjast at tjekka inn, men kl. 4:30 var lítið sum bendi á, at nakað slíkt fór at henda í bræði.
Frammanfyri diskin stóðu allir hesir ferðahugaðu kosovo-albanararnir, kvinnur og menn í øllum aldri. Og børn í hópatali.
Ein umboðsmaður fyri ferðaskrivstovuna Mega Turist, Muusa Ferati av navni, gekk runt og prátaði við ferðafólkini. Líkt er til at tey kenna hann og hann kennir tey. Hann er teirra maður her í Kastrup árla ein leygarmorgun stutt undan jólum.
Týðiligt er, at tey hava álit á honum og at tey samstundis eru takksom fyri henda møguleikan, sum hann hevur útvegað teimum fyri eini skjótari, beinleiðis og ódýrari ferð til heimlandið.

Handklæði sum vøgga
Hóast tað er óhugnaliga tíðliga at fara frá húsum, út til Kastrup og so avstað kl. 5:45, so er ikki líkt til at tað sakar ferðafólkini so nógv. Gleðin um at sleppa heim vinnur á hesum vansanum.
Fólkini práta saman. Tey kennast óivað, og tí er hetta eitt gott høvi at fáa tey seinastu persónligu tíðindini. Kennast tey ikki, ja so kunnu tey í øllum førum deila gleðina við at sleppa heim, - heim undan jólum.
Børnini tykjast vera líka spent, og látast ikki um vón, hóast bíðitíðin má kennast teimum óendaliga long.
Eini hjún hava eitt lítið barn við, men hava óivað ikki valt at taka barnavogn, babylift ella selar við.
Tey vita kortini ráð: Eitt stórt baðihandklæði kann brúkast til annað enn at turka sær við. Stoltu foreldrini, sum helst skulu heim at vísa fram nýfødda barnið til ommur og abbar, brúka stóra handklæðið sum vøggu:
Tey halda í hvør sínum enda av stóra baðihandklæðnum og vagga soleiðis aftur og fram við barninum, sum svevur sín trygga blund. Yvir sær hevur tað eitt annað minni handklæði. Jú, henda øðrvísi vøggan er ikki at forsmáa.
Eini eldri hjún standa álvarslig aftarlaga í køini. Einki bendir á, at tey ótolnast – tey eru tolin av lyndi og mugu bara bíða eftir boðunum um, nær tey sleppa av við viðførið sítt. Hvat eru fimm minuttir, afturímóti tí at sleppa ódýrt og beinleiðis heim?!

Frosttoka á Balkan
Nú hyggja tey brádliga upp, tí okkurt sær tú til at henda har frammi. Ein maður við brillum sigur okkurt við tey á donskum.
Hann hevur gingið runt og smáprátað við Muusa og okkurt av hinum ferðafólkunum. Á bringuni hevði hann eitt skelti, sum boðaði frá, at hann hevur okkurt við flogferðslu at gera. Og á bláa slipsi hansara sæst eitt gult merki, sum sigur frá at hann umboðar føroyska flogfelagið FaroeJet.
- Jeg må desværre meddele jer alle, at lufthavnen i Pristina er lukket for øjeblikket. Der er frosttåge og dårlig sigtbarhed.
- Så vi må bare vente til klokken 10, før vi får nærmere besked derfra, sigur hesin maðurin, Per at navni.
Heldur ikki Dahina letur seg órógva av hesum boðunum. Hon hevur góða tíð, og fær heldur einki gjørt við veðurforsøgnirnar í heimlandinum.

Tað ber til
Dahina sjálv kom til Danmark fyri seks árum síðani, nakað eftir herviliga kríggið um Kosovo-landslutin í 90’unum.
Hon var heppin, kom í læru innan heilsuverkið og er í dag í læru innanfyri tannrøktina.
- Tað var ikki altíð so lætt at byrja ta nýggju tilveruna her í Danmark. Men tað nyttar einki bara at siga, at tað ber ikki til.
- Ger ein nakað við tað, so ber tað saktans til, sigur Dahina í óformella prátinum.
Yvir av henni situr ein onnur kosovo-kvinna. Hon kom sum flóttafólk úr Kosovo til Danmarkar, meðan tað leikaði harðast á í heimlandi hennara, og hevur eisini funnið sær arbeiði. Hon starvast innan mótaheimin.
Henni við lið situr ein ungur maður. Hann er komin allan vegin úr einum býi í Noregi, har hann hevur búð í eini 10 ár.
Onnur av hesum kosovo-albanunum koma úr Svøríki. Henda leygarmorgunin eru tey øll undir somu korum: Gleða seg at koma heim til Pristina ella hvar enn í landinum tey búgva.

Til grannalandið?
Boðini frá umboðsmanninum har frammi við diskin fara so líðandi aftur í køina. Tey verða umsett so hvørt, og um somu tíð duga fólk at skilja, at tey neyvan sleppa av við viðførið við tað fyrsta.
Muusa gongur runt millum fólkið og tosar við tey. Tað er týðiligt at hetta dámar honum ikki. Hansara ætlan var at hesin fyrsti túrurin millum Kastrup og Pristina skuldi ganga eftir ætlan. Kanska veðrið fer at batna út á fyrrapartin, so at sýnið batnar kring flogvøllin í Pristina.
Við bert 100 metrar sýni og frosttoku hvørki kunnu – ella skulu! – sjálvt so dugnaligir flogskiparar sum Hans Meinhard á Høgabóli og Kára Dam, ikki lenda her. Hjá FaroeJet er trygdin altíð í hásætinum!
Hann greiðir ferðafólkunum frá, at veðurmenninir hava boðað frá, at tað fer at lætta í kl. 9 um morgunin. Fær sólin hitað luft og jørð eitt sindur, fer tokan at hvørva og klárt verður at lenda her.
Ein maður kemur fram til hansara. Hann hevur ein spurning: - Um tað fer at bera til at lenda í makedónska høvuðsstaðnum, Skopje í staðin? Tað hevði onkur nevnt sum ein møguleika.
Orðið “Skopje” fer sum rótasúpan gjøgnum køina av ferðafólkum. Hetta er ikki nakað sum teimum dámar serliga væl. Skal hesin møguleikin roynast, er neyðugt at teimum verður útvegað eitt sonevnt transitt-pass, og tað kann taka sína tíð! Hetta er vist ikki nakað sum fólkinum dámar væl!
Diskurin at tjekka viðførið inn letur nú upp. Tvey fólk sita innanfyri og vinarliga avgreiða tey ferðaseðlar og viðførið hjá spentu og hugagóðu kosovo-albanunum. Nærri boð verða givin seinni um sjálva fráferðina.

Sólin hægst á himmalin
Klokkan er nú farin at nærkast 9 og á stórskíggjanum verður nú boðað frá, at ætlaða flogferðin til Pristina skal verða kl. 10.
Tíð er at finna sær útgongdina og gera seg kláran til hesa fyrstu flogferðina hjá FaroeJet til Kosovo.
Í erva sita fleiri av ferðafólkunum og bíða. Tey hava sett seg soleiðis, at tey einfalt kunnu síggja stórskíggjan. – Bara vit skjótt fáa okkurt at vita. Við sjálva útgongdina sita eisini fleiri fólk.
Umboðsmenninir báðir – altso Muusa og Per – práta saman og nógv í telefon hesa løtuna. Tað er týðiligt, at nú má skjótt takast ein avgerð: Verður farið avstað nú, er sólin komin hægst á himmalin um tað mundið, tá F6 skal lenda í Pristina. Tá er størstu sannlíkindi fyri, at frosttokan er burtur.

Ein lagna og onnur
Ferðafólkini práta sínámillum. Tey lata seg ikki ávirka av spentu støðuni.
- Åhnei, letur í einum teirra. – Hyggið at skíggjanum! Eingin flogferð verður í dag. Ikki fyrrenn í morgin kl. 7:30. Hvar fór Muusa?
Muusa hevur eisini fingið nýggjastu boðini um útsettu fráferðina. Hvat skal hann nú gera? Ringja til hotell í býnum og veita teimum ferðandi innivist til ímorgin. Tað fer at kosta honum nógvan pening!
Tað sum hvørki Muusa, Per, Dahina, hini ferðafólkini ella nakar annar visti júst tá var, at lagnan hjá FaroeJet var avgjørd í somu løtu.
Høgir harrar høvdu alla náttina sitið á fundi fyri at finna loysn fyri framtíðina hjá flogfelagnum.

Flóttafólk – aftur!
Dúgliga varð fundast heima í Føroyum. Men staðfestast kundi kortini:
Henda loysnin varð ikki funnin. Tí er felagið farið av knóranum. Og tí verður eingin flúgving aftur hjá felagnum.
Eftir sita 70 kosovo-albanar ørg, spyrjandi og vónbrotin, alt ísenn.
Uttan at biðja um tað – ella ynskja tað – gjørdust tey offur fyri eini kapping um ferðafólkini á Føroya-rutuni.
Í roynd og veru gjørdust tey enn einaferð flóttafólk, hesa ferð á einum altjóða flogvølli í Danmark!
Spurnarteknið kundi týðiliga lesast í eygunum á ungu Dahinu:
- Hvussu nú – sleppi eg yvirhøvur heim til Kosovo á jólum?!


FAKTA
Kastrup-Pristina
FaroeJet hevði gjørt avtalu við donsku ferðaskrivstovuna Mega Turist at flúgva eina ferð um vikuna millum bæði støðini. Fyrsta ferðin skuldi vera leygardagin 15. desember.
Í summar var ætlanin víðari at økja túratalið til tvær ferðir um vikuna.
Spurningurin er, hvat verður av hesi flúgvingini, nú føroyska felagið er farið av knóranum?




SEINASTA:
Sluppu heim
Hóast teir 70 kosovo-albanarnir ikki sluppu heim leygarmorgunin, sluppu teir kortini seinnapartin í gjár.
Atlantsflog tók nevniliga eisini yvir avtaluna við Mega Turist. Á henda hátt varð flogið til Pristina sunnudagin.