Christian Ludvig Johannessen (1862-1935)

Fyrilestur eftir Hanus Kamban
????????
FYRRI PARTUR

FYRRI PARTUR


Rundkirkjan í Horne
Horne kirkja, í bygdini Horne á hálvoynni Horne Land, ikki langt frá Fåborg sunnalaga á Fyn, er sjáldsom, við tað at hon í sínum upprunaskapi er ein av Danmarkar sjey gomlu rundkirkjum, og tann einasta á Fjóni við hesum sniði. Tann upprunaliga rundkirkjan, sum í dag er miðjan á Horne kirkju, varð bygd í 12. øld, í romanskum stíli, og teir óvanliga sterku og bulvirkisligu múrarnir bera boð um, at hon varð bygd í eini tíð, tá kirkjan eisini kundi vera skjól og verndarvirki móti álopum frá eitt nú vendiskum sjórænarum sunnanífrá.
Fert tú inn í kirkjuna, sært tú uppi á loftinum eina stórmansbalkong, ein svala, sum hevur verið tilhald hjá greivanum á staðnum, Bille-Brahe, og húski hansara. Har uppi á loftinum, haðani hann sá niður á prestin og prædikastólin, hevði greivin enntá sín egna, privata náttpott, sum í dag er til skjals sum ein, gaman í heldur eyðmjúkur, kirkjugripur.

Ein virdur lærari
Í hesi kirkju savnaðist ein vetrar­dag í 1935, neyvari tilskilað tann 3. februar hetta árið, stór mannfjøld at fylgja einum goml­um lærara, Christian Ludvig Johannessen, til hansara seinasta hvíldarstað. Vit gita, at í hesum fylgi vóru starvsbrøður, vinir og kenningar úr Oreby á Lollandi, har tann farni hevði undirvíst í meira enn ein mansaldur, umframt tey avvarðandi hjá seinnu konu hansara, sum var úr Horne. Men fyrst og fremst vóru har savnað Johanne, kona Christian Ludvig í seinnu giftu, dóttir teirra, og børnini hjá honum í teirri fyrru giftuni. Við jarðarferðina talaði tann elsti sonurin, sum æt Gustav. Ein jarðarferð er altíð í ávísan mun tignarlig, men lítil ivi er um, at í hesum føri hevur hon verið meira grípandi enn vanligt. Tí saknur var í hesum manni, og eftirsjón í hansara fótafari.
Men hvør var hesin maður? Um hetta eri eg biðin at siga nøkur orð, og tað fari eg at royna, út frá tí avmarkaða tilfari, sum eg havi havt atgongd til. Fyrilesturin er soleiðis skipaður, at eg fyrst við fáum orðum fari at greiða frá Christian Ludvigs lívi og starvskós, síðani fari at royna at lýsa Christian Ludvig sum undirvísara og menniskja, og endiliga til seinast ætli at siga eitt sindur um hansara týdning í einum føroyskum, mentanarligum samanhangi.
Tíðliga faðirloysingur
Eins og Christian Ludvig varð borin til gravar nær sjónum, var hann eisini borin í heim nær havi­num. Men inngangin til hansara lívsdag finna vit tó í stórbærari náttúru og í kargari korum, enn Horne hálvoyggj hevði at bjóða. Hann varð føddur inni á Toftum tann 4. apríl 1862. Pápi hansara, Johannes Lydersen, róði út og var ikki múgvandi maður. Mamman, Marin Malena Heinadóttir, var úr húsinum á Brúnni í Norðragøtu.
Í hjúnalagnum vóru fýra børn, elstur var Jóan Hendrik, síðani kom Sunneva Fredrikka, síðani Christian Ludvig, og tað yngsta var dóttirin Katrina Súsanna. Hús­ini, tey búðu í á Toftum, róptust í Tøðuni ella Niðri í Tøðu.
Stutt eftir at Christian Ludvig var fyltur átta ár, misti hann faðir sín. Tann 30. apríl 1870 var ein skaðadagur, sum hevði við sær mannfall ymsastaðni í Før­oyum. Veðrið var gott á morni, men seinni brast hann á av land­nyrðingi norðan við stormi og kavaroki. Ið hvussu er fimm bátar gingu burtur henda dagin, tveir frá Gjógv, tveir úr Skúgvi, og Túnubáturin av Toftum, sum æt Duen. Millum teirra, ið sjólótust við hesum báti, var pápi Christian Ludvig, Johannes Lydersen.
Jóhannes í Saltnesi
Stutt eftir hetta fingu Føroyar, við tí kanska størsta framstiginum í okkara mentanarsøgu í 19. øld, á fyrsta sinni eina al­menna skúla­skipan. Nøkur ár framman­undan, frá 1845 til 1854, hevði verið ein bráðfeingis skúlaskipan, og tá hevði Johannes Petersen, sum var pápi Fríðrik Petersen, verið lærari á Nesi, á Toftum, á Glyvrum, í Søldarfirði og í Lamba. Men nú, í 1871, varð skúli aftur settur á stovn, og Johannes Petersen, sum nú var næstan 60 ár, tók við aftur sum lærari í Nes sókn.
Christian Ludvig fer nú, níggju ára gamal, í skúla og hevur Jóhannes í Saltnesi til lærara. Og sagt verður, at trý ár seinni dugdi hann bæði Birchs bíbliusøgu og Balslevs lærubók og umframt tað mong hundrað ørindir úr kvæða­útgávuni hjá Peder Syv og Katekismus í sangi eftir Petter Dass. Eingin ivi er um, at hesin fátæki toftadrongurin hevur verið bæði vitugur og næmur.
Um hetta mundið var V.U. Hamm­ershaimb prestur á Nesi, frá 1862-78, og frá 1867 var hann eisini Føroya próstur. Aðrastaðni frá vita vit, at Hammershaimb hevði ta serligu gávuna at eggja nomum ungfólki til lærdóm og at kveikja í teimum áhuga fyri heimligum mentanargripum. Christian Ludvig tykist at hava verið ein av teimum unglingum, sum er farin at blóma, ernaður upp av tøðuni og vardur av tí milda fleyrinum frá Vensil prósti.
Svimjing
Christian Ludvig gekk fyrst í real­skúla í Havn í hálvtannað ár. Í 1879 fór hann á læraraskúla og tók føroyskt læraraprógv í 1881. Eftir at hava starvast eitt skifti á m.a. skrivstovuni hjá sorinskrivaranum í Havn, fekk hann frá 1. januar 1883 arbeiði sum annarlærari í almúguskúlanum í Havn. Í 1885 fór hann til Danmarkar, hann gekk á Schmidts Seminarium á Vesturbrúgv frá mars 1885 til september 1886 og tók danskt læraraprógv, sum er dagfest 2. juni 1886. Hann fer nú aftur at virka sum lærari í Kommunuskúlanum í Havn, har tað kann hava verið honum til gagns, at hann nú eisini hevur prógv í sangi, tónleiki og fimleiki.
Týðiligt er, at ferð er á hesum manni, og framfýsni, og okkurt bendir á, bæði at hann hevur lært dreingir at svimja, og at hann, tó uttan úrslit, hevur roynt at fingið smíð inn í skúlan sum lærugrein. Eina mynd av hesum partinum av hansara gerningi fáa vit í einum sangi, sum varð yrktur til hansara, tá hann fór úr Føroyum, og sum stóð í Føringatíðindum í oktober 1892. Fyri fyrst fari eg at taka uppaftur trý ørindir úr hesum sangi:

Allan fimleika mann honum
dáma;
tí í Válgaravík hann mundi
bláma;
hann so ofta í brimsøltu bylgju
av skúlapiltum hevði gott fylgi.

Ja, har leikaði í stóra
Hoydalshyli,
sum hjá ryssu mann spæla
sær fylið,
teir kunna bæði svimja og kava,
ja, framundir sum kópur og æða.

Alskyns handaverk vildi hann
fremja;
men hann má seg yvir løgtingið
gremja;
nakað “sløjdsnakk” teir vildu ei
hoyra,
teir potaðu ikki burt úr oyra.
Til Danmarkar
Á heysti, tann 12. september, 1892 fer Christian Ludvig til Dan­mark­ar fyri aðru ferð. Hann verður nú lærari í bygdini Hillested, vestan fyri Maribo á Lollandi, og er eina tíð, frá 1. oktober 1892 til 6. september 1893, vikarur fyri læraran har, Thomas Frederik Jóns Johannsen, sum var fólkatingsmaður. Síðani er hann annarlærari í sama skúla.
Nakað aftaná flytir hann og verður frá 20. apríl 1894 lærari í Oreby norðan fyri Sakskøbing, somuleiðis á Lollandi. Lærara­bókin upplýsir, at hann eisini var lærari hjá børnunum á harra­garðinum Orebygaard, har hann eisini røkti bókasavnið. Og Christ­ian Ludvig virkar eftir hetta í Oreby í 38 ár, líka til hann leggur frá sær tann 4. apríl 1932, sjeyti ára gamal.
Christian Ludvig var tvær ferð­ir giftur. Fyrra kona hansara, Cor­nelia, var dóttir læraran í Hillested, áður­nevnda Thomas Frederik Jo­hannsen. Tey fingu fimm børn, sum itu: Gustav, Gudrun, Asta, Ragnhild og Turid. Cornelia doyr í desember 1910, meðan nøkur av børnunum enn eru smá. Tann 24. august 1913 giftist Christian Ludvig uppaftur við Johanne Nørrelund, sum var úr Horne, dóttir Karen og Christoffer Nørre­lund, sum var múrarameistari. Við henni fekk hann dótrina Lisu, sum var fødd í 1914, og sonin Peter, føddur í 1920.
Mong álitisstørv
Christian Ludvig fekk nógv av skafti uttan fyri sjálvt lærara­yrkið, og arbeiðssamur, virdur og dámdur sum hann var, fekk hann eisini mong álitisstørv latin upp í hendur. Hann virkaði í kirkju­ráð og hjálparkassa, gjørdi saman við Prior presti (og seinni prósti) eitt stórt arbeiði fyri Sakskøbings sunnudagsskúla, virk­aði í KFUM, og hann var eisini álitis­maður og umboð í tí danska lærara­felagnum. Honum dámdi væl súkkluna, og av og á, kanska einamest á sumri, saðlaði hann hjólhestin og ferðaðist runt í Danmark og helt fyrilestrar um Føroyar og um føroyska mentan.
Hetta eru í stuttum tey data, ein kann hefta at lívinum hjá Christian Ludvig Johannessen. Eg ætli mær nú at royna at siga eitt sindur um Christian Ludvig sum undirvísara og menniskja. Her kunnu vit allarfyrst staðfesta, at hann er eitt framúr gott dømi um teir møguleikar, sum við teirri almennu skúlaskipanini buðust eis­ini næmingum, sum komu úr fátækum korum, og at hann somu­leiðis er eitt ikki minni gott dømi um ein, sum megnaði at brúka hesar møguleikar. Hann hevði heil­hugaður kunnað tikið undir við R.C. Effersøe, tá ið hann yrkir:

maður skal smíða sær lagnuna
góða
við teimum evnum, sum skaparin
gav
Smíð sum lærugrein
Tað skínur somuleiðis av øllum upplýsingum, at Christian Lud­vig er vitugur, nærlagdur og at hann alla tíðina tráar víðari. Hann gongur í realskúla og tekur síðani fyrst føroyskt og so danskt læraraprógv. Á Læraraskúlanum fær hann heili fimm ug, í donskum, søgu, skriving, natúrsøgu og ensk­­um. Miðalpróvtalið er sera høgt, “framúr dugnaligur”. Á lær­araskeiðinum hjá Schmidt á Vesturbrúgv fær hann átta mg og fimm mg+, hesi seinnu próv­tølini í danskari mállæru og bók­mentasøgu, søgu, landalæru, natúr­læru og sangi. Har er miðal­talið mg.
Sum vit síggja, er Christian Ludvig ein, sum alla tíðina legg­­ur seg eftir at vaksa um sín førleika, á skeiðinum í Keyp­manna­havn við at taka prógv í nýggj­um lærugreinum sum starvs­­læru (praktikk), námsfrøði (peda­gogikk), natúrlæru, tekning, sangi, tónleiki og fimleiki. Eg havi longu nevnt, at hesin ungi lærarin tykist at hava lært dreingir í Havn at svimja, og at hann royndi at fáa smíð inn í skúlan í Havn sum lærugrein.
Barnsins tokki
Sum menniskja er Christian Lud­vig vinsælur, mildur og skemt­ingarsamur, og hann kann eisini enntá hava verið sjarmerandi. Hetta gjørdi, at hann, hvar hann kom, var avhildin og virdur av foreldrum og elskaður av sínum næmingum. Til skjals eru tvey brøv úr Havn, sum bera prógv um hetta. Í øðrum av hesum brøv­um, sum er dagfest tann 11. september 1892, dagin fyri ta endaligu fráferðina til Danmarkar, siga foreldur og næmingar frá síni “stóru sorg” um, at skúlin missir sín besta lærara. Hitt brævið, við næminganna nøvnum undir, er ein heilsan send á vári 1895 saman við eini gávu, í sambandi við at Christian Ludvig giftist.
Orsøkina til henda tokka finna vit tó ikki bara í hansara vinsælu medferð, men kanska ikki minni í hansara serliga undirvísingarhátti. Sagt verður um Christian Ludvig, at hann hevði ein persónligan máta at undirvísa uppá. Hetta kann merkja, at hann sum undirvísari hevur verið livandi, kanska eisini stuttligur.
Men vit eiga eisini at hugsa um, at mangir lærarar í hansara tíð vóru autoriterir, hildu uppá makt og myndugleika, og at mangir eisini brúktu harðskap. Christian Ludvig sigur sjálvur, at hann vildi fáa hesa gjónna millum pultin og næmingin burt­ur. Og hann tykist at hava dugað at havt skil í skúlatímunum við natúrligum myndugleika og við góðsku til næmingin. Sagt verð­ur um hann, at hann gjørdi orðatakið hjá Fríðriki Sjeynda, eitt sindur broytt, til sítt egna tiltak: Barnsins kærleiki – mín styrki. At hetta eydnaðist honum skilst av hesum ørindi í tí sangi, eg fyrr havi nevnt:

Við børn er hann frálíka góður
og ongantíð óndur ella óður;
hann kann teirra ólótir temja
fyriuttan teirra kroppskinn
at lemja.
Tann innari sálargróðurin
Skulu vit nú royna at savna brotini í myndini, so tykist Christian Ludvig at hava verið dømi um ein lærara, sum var modernaður og langt undan síni tíð. Hetta saman við hansara liðiliga lyndi kann hava verið við til at geva honum styrki í tí mótgangi, hann, sum tey flestu okkara, ikki slapp undan í sínum lívi. Sum longu nevnt misti Christian Ludvig konuna í 1910, og hann misti eisini ein ungan son.
Men so svárt hetta má hava verið, hevði hann gávuna og tann innara sálargróðurin, sum gjørdi hann føran fyri at lata kærleikan spretta eina ferð aftrat. Hann var so heppin, at ein ung kvinna, Johanne Nørrelund, sum áður nevnt ættað úr Horne, kom í húsið hjá honum at tæna og vera hansara barnaflokki í móður stað. Kærleiki birtist millum tann tá næstan fimti ára gamla læraran og gentuna, sum var 18 ár yngri enn hann. Tey giftust, sum longu nevnt, í august 1913.
Vísdómur
Eitt tað minniligasta hugtakið í grikskari mentan og heimspeki er hybris, sum vit vanliga umseta til “hugmóð”, á latíni “superbia”. Í hesum hugtaki liggur goymdur óttin fyri at líta ov nógv á eins egnu megi, at loypa framav, í upp­blástum errinskapi at undirmeta mótstøðu ella mótgang. Um Christ­ian Ludvig kendi hetta orðið, veit eg ikki, men eingin ivi er um, at hann kendi sjálvt hugtakið, sum er ein meginlind í hansara kristnu lívssjón, og sostatt kunnu vit siga, at hann kanska var ein vísur maður. Vit síggja hetta m.a. í hesum broti úr einum brævi, sum er dagfest tann 9. desember 1895, og sum hann skrivaði til sín næming J.H.O. Djurhuus:

Vorherre har givet dig fortrinlige Evner, men af den, der har faaet meget, skal der ogsaa fordres meget, lad dette være Dig en Spore til stadig Fremgang. Det er herligt at kunne være mellem de første, ypperste, men det inde­holde en Fare, Faren for at blive hovmodig, at ville sætte sig paa den høje Hest og se ned paa dem, som mindre formaae. Kære Jens! Vogt Dig for den Fristelse, bed Vorherre bevare hos Dig et ydmygt Sind! Naar alt kommer til alt have vi intet at hovmode os af; thi vi have intet af os selv.

(framhald)