- Hóast talan er um ein ókritiskan lurtaraskara, so er neyðugt at vera sera væl fyrireikað til hvørja einastu sending, sigur Lív.
Síðani útvarpsrásin Lindin byrjaði at senda fyri júst sjey árum síðani, hevur Lív skipað Barnalindina. Hetta er ein barnasending, sum er at hoyra hvønn sunnumorgun kl. 9:30.
Sendingin varir í hálvan tíma, og er merkt av barnatónleiki, søgum og øðrum tilfari, sum hevur áhuga hjá børnunum. Ein týðandi partur av innihaldinum hevur verið um bøn og bønarhald.
- Børnini hoyra, tá vit vaksnu biðja fyri fólki, m.a. í Lindini, og tí ynskti eg at vísa teimum á týdningin av bøn. Endamálið var at læra børnini at tosa við Jesus og at biðja til hansara, sigur Lív.
Fyri at vísa á týdningin av hesum hevur hon tí endað hvørja einastu sending júst við bøn.
Hetta kom ikki minst til sjóndar ta einu ferðina, tá ein mamma skrivaði beinleiðis til Barnalindina við einum bønarynski: Eini áheitan á børnini um at biðja fyri einum trý ára gomlum barni, sum hevði álvarsama sjúku.
- Tað gleðiliga hendi at Gud hoyrdi og svaraði bønunum frá øllum hesum mongu børnunum: Hetta barnið bleiv nevniliga frískt!, sigur Lív.
Hennara vón er at onkur mamma kann taka yvir arbeiðið í Barnalindini. Í løtuni verður bert barnatónleikur sendur í Barnalindini.