Eftir at foreldraráðið í Dagstovninum á Landavegnum gjørdi vart við, at tey óttast fyri trygdini hjá børnunum, heittu vit á Heðin Mortensen, borgarstjóra, um at koma við ein túr út á Landavegin, so vit kundu síggja, hvat foreldrini meina við. Heðin Mortensen játtaði hesum og tók Michael Jacobæus, lendisarkitektur hjá Tórshavnar Kommunu við sær.
Í januar kuldanum kreyp borgarstjórin úr flógva bilinum og skultaði sær niðan móti stovninum, og rann í læ undir húsavegginum.
- Jú, eg skilji væl hvat foreldrini meina við, segði Heðin Mortensen, og peikar yvir móti díkinum framman fyri gamla hjallinum, sum foreldrini hava sett upp.
Stabbarnir burtur
Saman við leiðaranum á stovninum, Kirstin Djurhuus, einum starvsfólki, tveimum umboðum frá foreldraráðnum og teimum vitjandi frá býráðnum, spáka vit aftur um stovnin, har langa røðin av reyðmálaðum stabbum standa og peiggja upp í loft.
- Hesir skulu kutast av beinanvegin, tí her kann eitt barn lættliga koma sera illa fyri, sigur borgarstjórin, sum er ikki sørt skelkaður av tí, sum hann sær.
Vit klintra niðan á høvdina omanfyri stovnin, og koma oman í eina djúpa lagd, sum ikki sæst frá vegnum. Har vísa foreldraumboðini og leiðarin okkum á eitt stórt váttlendi og eitt brostið rør, sum næstan liggur undir vatni.
- Hetta skal drenast, sigur borgarstjórin, sum eisini staðfestir, at økið omanfyri stovnin sum heild er so vátt, knortlut og høgt, at tað eigur at vera byrgt av.
Skal gera ætlan
Sum skilst, er tað ikki bert í Dagstovninum á Landavegnum, at ivi og ótryggleiki valdar í sambandi við uttandura umhvørvi. Býurin hevur fingið nógvar nýggjar stovnar seinastu árini, men arbeiðið við at gera stovnarnar lidnar uttan, hevur mangan ligið á láni. Michael Jacobæus, greiðir frá, at tá býlingshúsini vórðu sett upp kring um í býnum seinast í nítiárunum, vóru uttandura viðurskiftini heldur ikki fingin í rættlag har beinanvegin.
- Seinastu árini hava vit raðfest spæliplássini á býlingshúsunum, og avrátt varð, at tá nýggir stovnar verða bygdir, skal lendið planerast, flísar leggjast á og sandkassar setast upp. Síðani er tað upp til leiðaranum, í samstarvi við foreldrini, at leggja til rættis og at fíggja restina av rakstrinum á stovninum, sigur Michael Jacobæus. Men hann vísir samstundis á, at her á staðnum eru umstøðurnar als ikki nóg góðar, og hann lovar at fara heim á býráðið at gera eina nágreiniliga ætlan fyri, hvussu stovnurin fær meira burtur úr økinum.
- Í fyrsta umfari fara vit frá kommununi at síggja til at trygdin kemur í rættlag. Seinni kunnu vit taka stig til, hvat skal vera av mennandi og spennandi tilboðum til børnini, og tá verður alt hatta helst tikið burtur aftur, sigur hann, og peikar yvir móti moldrúgvuni við skreiðibananum, sum foreldrini hava sett upp.
Vitjanin er komin at enda. Vit siga farvæl, og borgmeistarin tekur upp aftur, at nú fer hann heim í býráðið og heitir á umsitingina um at síggja til, at økið verður drenað, avskermað og at stabbarnir verða kutaðir av – alt fyri eitt.