dystin í fyrstu deild. Sum kunnugt hevur ikki sørt av stríði staðist av hesum dystinum. Runavíkingar hava verið í øðini um, at FSF hevur flutt dystin, uttan so mikið sum at spyrja teir eftir, og bæði í leygardags- [...] ávíkavist venjarin og formaðurin í NSÍ givið sína misnøgd til kennar. Nokta endurgjald Runavíkingar eru tó ikki teir einastu, sum eru vorðnir firtnir í hesum málinum. Eisini í HB er misnøgdin stór. Hetta tí [...] føroyskur fótbóltur skal taka lut í altjóða kappingum, og hetta hevur so eisini gjørt, at føroysku feløgini koma út í Europa. - Hesir dystir verða aloftast spældir mitt í viku, og gjarna hóskvøld, og tí
frá 1. august farnir í starv sum sálarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum. Heri Kragesteen, sum hevur starvast sum lærari á Føroya Læraraskúla í nógv, er settur í fast starv, og Kári Petersen, sum í nøkur ár
og høvdu eina framførðslu í norðurlandahúsinum, har nógv fólk var komi at hyggja. So gekk leiðin til Norra, har tey fóru beinleiðis til Svøríkis við bussi. Í Svøríki vóru tey í eina lítla viku, og høvdu [...] Svøríki til Norra. Hiðani tóku tey eina ferju yvir um til Danmarkar. Í Humlebæk í Danmark vóru tey í eina viku. Hetta var samstundis síðsta vikan á túrinum. Her høvdu tey tvær framførðslur, og báðu ferðinar [...] ir og danir í Føroyum. Tíðin hjá teimum her, fór einamest við at læra hvønn annan betur at kenna, og uppliva náttúruna. 27. juni vóru allir luttakarinir, undantikið íslendarir, samlaðir í Føroyum, samað
Í dag eru tað liðin 25 ár, síðan skúlaheimið við Marknagilsvegin varð tikið í nýtslu Skúlaheimið er ein partur av virkseminum hjá Tekniska skúla í Havn. Nýggju hølini við Marnagilsvegin vórðu tikin í nýtslu [...] nýtslu 30. august í 1976, og Helgi og Frida Øster, sum høvdu havt leiðsluna av skúlaheiminum í Kongagøtu, hildu fram sum leiðarar á nýggja skúlaheiminum. Tey høvdu leiðsluna, til núverandi leiðarin, Rannvá [...] Rannvá Hansen, varð sett í starv. Tað eru fleiri 1000 ungir føroyingar, sum í styttri ella longri tíðarskeið hava havt sítt tilhald á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Pláss er fyri umleið 90 næmingum
Fólk, ið búgva ella vitja í høvuðsstaðnum, kenna sjónina av stásiligum skipunum við bryggju ella úti á vágni. Skipini byrja at koma fyrst í juni mánaði, og tað síðsta kemur í ár 13. september. Skipini [...] voksið seinastu árini. Tað hava ongantíð verið so nógv skip í Føroyum sum í ár. Sambært upplýsingum frá Tórshavnar Havn, var talið av skipum í fjør 29. Tað er eisini eyðsæð, at tílík stásilig og stór skip [...] verið í Føroyum, gevur okkurt um 100.000 kr. í inntøkum til Tórshavnar Havn. Tey minstu av slagnum leggja ?einans? umleið 30.000 kr. eftir seg. Hvørt skipið skal gjalda 1,80 fyri hvørt netto tons í gjaldi
Klaksvík: JFK-trolarin Sjúrðaberg hevur síðani hálvan august ligið í Klaksvík, og tað ganga helst eini 10 dagar, áðren rækjutrolarin fer aftur til fiskiskap. Síðani Sjúrðaberg kom aftur av Flemish Cap [...] maskinuna. Maskinan verður yvirhálað og reinsað á bedingini í Klaksvík. Sjúrðaberg fer aftur til fiskiskap um einar 10 dagar, og tá liggur leiðin í Svalbard. Einir 15 mans eru við Sjúrðaberg, og skipari er [...] Flemish Cap, og fiskiskapurin hevur ikki verið nakað serligur seinastu tíðina. Prísurin á rækjum er í botni, og tað ger umstøðurnar hjá rækjuskipunum sera truplar.
bilar sínar í bilarøðina kvøldið fyri, at tey skulu við, og hetta skapar kaos. ? Í Klaksvík er tað vorðið soleiðis, at fólk, sum skulu við Dúgvuni næsta ella triðja túrin um morgunin, seta bilin í bilarøðina [...] staðiliga á Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, um at økja túratalið um Leirvíksfjørð beinanvegin.« Soleiðis ljóðar stutta brævið dagfest 29. august, sum Rúna Sivertsen, tingkvinna hevur sent [...] og floksfelaga hennara í Fólkaflokkinum. Rúna Sivertsen sigur við Sosialin, at brævið er enn ein av hennara mongu royndum at fáa betrað um ferðasambandið um Leirvíksfjørð, sum í løtuni als ikki er nøktandi
Fólk í Norðoyggjum fáa í næstum betri samband um Leirvíksfjørð. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við ábyrgd fyri samferðslumálum, hevur í samráð við Strandfaraskip Landsins gjørt av, at Dúgvan skal sigla [...] morgunin til á midnátt hvønn dag. ? Undirtøka er fyri hesi ætlan í landsstýrinum, og eg fari nú at biðja um eykajáttan, so vit kunnu seta hetta í verk frá hálvum oktober og árið út, sigur Bjarni Djurholm. Best [...] Hendan peningin biðjur hann um á eykajáttanarumbønini fyri august. Og hann roknar við at fáa peningin játtaðan. ? Undirtøka er fyri hesum í landsstýrinum. Vit vita, at ferðslan bara fer at økjast, og
juli í ár, at Óli Holm sendi bræv til bygdaráðið í Mikladali. Í hesum brævi áleggur landsstýrismaðurin bygdaráðnum at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur. Ein løgfrøðislig frágreiðing, sum varð gjørt í Me [...] Torbjørn Jacobsen, men tað var eitt mistak, at tað ikki varð skrivað í brævið, at tað var Torbjørn Jacobsen, sum í mai mánaði hevði tikið avgerðina. Kalla tað mistak Sambært Anfinni V. Hansen er eingin ivi um [...] Anfinn Kallsberg, løgmaður, heldur, at Mentamálastýrið er komið í eina støðu, sum tað ongantíð átti at verið komið í, men hann er ikki farin inn í málið enn. ? Alt sum er illgrunasamt mótvegis einum landss
6. august fingu Eileen Sandá og Hans Petur Joensen, Frederiksberg, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 4000 gr. 6. august fingu Durita og Jens Olsen, búsitandi í Hull í Onglandi, eina dóttur. Hon [...] vigaði 4250 gr. Hon eitur Mary Grace. 25. august fingu Ann Mørkøre og Tórhallur Randrup, Hvalba, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3800 gr. 27. august fingu Ribjørg og Kári Hentze, Tórshavn, ein [...] Hann var 49 cm. langur og vigaði 2600 gr. 27. august fingu Fríðgerð og Jónfinn Egilsnes, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3950 gr. 27. august fingu Óluva Klettskarð og Andras Sólstein