Klaksvík: JFK-trolarin Sjúrðaberg hevur síðani hálvan august ligið í Klaksvík, og tað ganga helst eini 10 dagar, áðren rækjutrolarin fer aftur til fiskiskap.
Síðani Sjúrðaberg kom aftur av Flemish Cap, har hann hevur verið meginpartin av árinum, eru umvælingar gjørdar á maskinuna. Maskinan verður yvirhálað og reinsað á bedingini í Klaksvík.
Sjúrðaberg fer aftur til fiskiskap um einar 10 dagar, og tá liggur leiðin í Svalbard. Einir 15 mans eru við Sjúrðaberg, og skipari er Óli Sørensen.
Hitt rækjuskipið hjá JFK, Fuglberg, er á Flemish Cap, og fiskiskapurin hevur ikki verið nakað serligur seinastu tíðina.
Prísurin á rækjum er í botni, og tað ger umstøðurnar hjá rækjuskipunum sera truplar.