Fólk, ið búgva ella vitja í høvuðsstaðnum, kenna sjónina av stásiligum skipunum við bryggju ella úti á vágni. Skipini byrja at koma fyrst í juni mánaði, og tað síðsta kemur í ár 13. september. Skipini eru eisini framúr stásiliga at hyggja at.
Onkur kennur eisini sjónina av ferðafólkunum umborð; eldri fólk ílætin venjingarklæðir og hvítum skóm.
Í ár skuldu 31 skip eftir ætlan leggja leiðina til Føroya. Orsaka av ymsum trupulleikum, gjørdist talið 29 tá avtornaði. Talið av skipum er eisini voksið seinastu árini. Tað hava ongantíð verið so nógv skip í Føroyum sum í ár. Sambært upplýsingum frá Tórshavnar Havn, var talið av skipum í fjør 29.
Tað er eisini eyðsæð, at tílík stásilig og stór skip gera inntryk á fólk. Tá hugsað verður, at hetta eru oftani rættiliga múgvandi fólk, so er eisini lætt at ímynda sær, at hópin av peningi kann vinnast burturúr hesum góðu skipum, men eftir hvat Sosialurin skilur, so er umsetningurin av skipunum og teimum ferðandi sera lítil.
Sambært Sigurd Simonsen, sum skipar fyri bróðurpartin av útferðunum í sambandi við vitjaninar hjá flottu skipunum, so er umsetningurin 180 kr. fyri hvønn ferðandi.
Í Havn
So at siga hvørt einasta skip leggur leiðina til Havnar. Hví so at siga einki skip leggur leiðina framvið øðrum føroyskum havnum veit einki at siga, men eftir hvat skilst, so dáma reiaríini og tey ferðandi væl at leggja at í høvuðsstaðnum, har umstøðurnar eftir øllum at døma eisini eru góðar.
Tá skipini liggja á vágni ella liggja við bryggju í Havn, so er tað Tórshavnar Havn, sum umsitur skipini, t.e. m.a. krevja inn havnagjald.
Eisini er ein sokallaður ?agentur? við í spælinum. Torleif Mikkelsen, starvast hjá Tor Shipping, ið virkar sum agentur fyri ein stóran part av vitjandi skipunum, kallar leiklutin hjá agentunum at vera ?tann forlongda armin? hjá reiarínum og skipinum. Tað er agenturin, sum vegna reiaríið og skiparan, tekur sær av øllum viðurskiftum í Føroyum. Eftir hvat skilst, so eru uppgávurnar hjá agentunum nógvar og fjøllbroyttar. Millum annað skulu tollvald og politi varskógvast, og tað er meira enn so neyðugt at syrgja fyri læknahjálp til onkran av teimum ferðandi umborð á skipunum.
Agenturin og Tórshavnar Havn hava tað til felags, at bæði tvey vinna pening burturúr skipunum. Umframt Tórshavnar Havn og agentin, fáa tey, sum skipa fyri útferðum eisini eitt petti av køkuni. Eisini er tørvur á eitt nú losi, og ferðafólkini keypa eisini eitt sindur í teimum ymsu handlunum í høvuðsstaðnum.
Hyggja vit eitt sindur nærri eftir, hvat hesi skipini geva til Tórshavnar Havn, so er tað ógvuliga ymiskt, hvat hvørt skipið gevur. Eitt stórt skip sum eitt nú ?Amsterdam?, sum tvær ferðir hevur verið í Føroyum, gevur okkurt um 100.000 kr. í inntøkum til Tórshavnar Havn. Tey minstu av slagnum leggja ?einans? umleið 30.000 kr. eftir seg.
Hvørt skipið skal gjalda 1,80 fyri hvørt netto tons í gjaldi fyri at liggja í Havn, og hetta er líkamikið, um skipið so leggur at ella ikki. Leggur skipið so at eystaru bryggjuni í Havn, so verður tikið eitt gjald áljóðandi 1,45 kr. fyri hvørt netto tonsi. Eisini gjalda skipini fyri at fáa vatn.
Tórshavnar upplýsir, at samlaðu inntøkurnar fyri cruise-skipini liggur um 850.000 kr. fyri seinasta ár. Hetta gevur eina inntøku uppá umleið 80 kr. fyri hvønn ferðandi, tá hugsað verður um, at í fjør vóru 10.835 ferðandi við hesum skipum.
Eftir hvat Sosialurin skilur, so leggja hesi skipini einar 10 ? 15.000 kr. eftir seg í kassan hjá agentunum.
Útferðir
Tá eitt tílíkt cruise-skip leggur at í Føroyum, er steðgurin ikki nakað serliga drúgvur. Í mesta lagi 12 tímar verður eitt skip liggjandi við bryggju í Føroyum. Vanliga er tað soleiðis, at skipið leggur at umleið kl. 8, og skipið fer avstað aftur út á seinnapartin. Onkuntíð er steðgurin kanska einans einar fimm tímar. Ì hesum sambandi er vert at skoyta uppí, at vanliga í altjóða metingum, so er ein ferðandi roknaður sum ein, ið vitjar eitt land í minsta lagi 24 tímar, men í teimum nýggjastu kanningunum hjá Bornholms Forskningscenter, verður roknað við cruise-ferðandi sum ferðafólk. Í hesum somu kanningum verður roknað við 6.343 cruise-ferðandi. Orsøkin til hetta ?konservativa? tal, sum tey kalla tað, er, at roknað verður bara við teimum, sum fara á útferð.
Tað, sum tey ferðandi gera í Føroyum, er so at siga at fara útferðir. Tá skipið leggur at um morgunin, so stendur bussur fyri teimum, og tey fara síðani á eina útferð, sum tekur nakrar tímar, og tey verða koyrd aftur til skipið.
Í Føroyum er ein maður ella ein fyritøk at kalla einaráðandi, tá tað snýr seg um at fara útferðir við tílíkum cruise-ferðandi: Sigurd Simonsen.
Sigurd er ein av undangongumonnunum í føroysku ferðavinnuni, og í dag fæst hann fyri tað nógva við at skipa fyri útferðum fyri tílíkum cruise-ferðandi.
Oftani hevur Sigurd fingið skotið í skógvarnar, at hann gerst ríkur av teimum cruise-ferðandi, men hetta ynskir hann ikki at hava sitandi á sær. Hann vísir á, at umsetningurin fyri hvønn ferðandi er 180 kr. Hetta tal er grundað á samlaða inntøkurnar hjá honum og talið av teimum, sum luttaka á útferðunum hjá honum. Talið er ikki grundað á samlaða ferðfólkatalið, men einans tey, sum velja at gera sær dælt av tilboðnum um at fara á eina útferð.
Sigurd ásannar, at tað ikki eru teir nógvu pengarnir, sum koma inn frá hesum bólkinum av ferðandi. Hann sigur, at tey, sum vara av teimum cruise-ferðandi umborð á skipunum, seta harðar treytir fyri hvat og hvussu. Sigurd sigur, at hann hevur roynt at borið soleiðis í bandi, at møguleiki hevur verið fyri at vinna eitt sindur av peningi burturúr teimum, men hetta er trupult. Oftani hava tey eitt nú matpakka við sær, sigur hann.
Onkur hevur kanska hug at finnast at Sigurd fyri eitt nú ikki at steðga í ávísum handlum á útferðunum, men hann sigur til hetta, at tað ikki er at meta sum hansara uppgáva at gjalda tann meirkostnað, sum tað kostar at longja um útferðina.
Sigurd sigur, at serliga útferðirnar til Kvívíkar og Kollafjørð eru væl umtóktar. Sigurd Simonsen sigur eisini, at hann ger faldarar fyri at gera tað lættari hjá teimum ferðandi at fáa nakað burturúr vitjanini í Føroyum. Hetta sigur hann seg gera av sínum eintingum, og hann sigur seg somuleiðis sjálvan bera størsta partin av kostnaðinum.
Hava longri opið
Tann almenni stovnurin, sum varðar av ferðavinnuni í Føroyum, er Ferðaráð Føroya. Fyri kortum var eitt uppskot um ferðavinnupolitikk handað landsstýrismanninum í vinnumálinum, eisini skuldi arbeiðið við ásetingunum fyri Ferðaráðið verið ávegis.
Av Ferðaráðnum verður upplýst, at tey sum so ikki hava nakran yvirordnaðan politikk á økinum.
Teir dagarnar, tá tey vita, at ferðamannaskipini vitja, so royna tey at fyrireika seg uppá at vegleiða teimum, tí royndirnar siga teimum, at ein rímiliga stórur partur av teimum, sum ikki fara á útferðir, oftani støkka inn á gólvið hjá teimum.
Kemur eitt skip ein leygardag, verður roynt at hava longri opið. Tey royna eisini at gera eitt skriv til tey ferðandi, sum sigur, hvat tey kunnu gera á teirra stuttu vitjan.
Av Ferðaráðnum verður eisini upplýst, at ein partur cruise-gestunum royna egnar leiðir. Hetta verður m.a. gjørt við hýruvogni ? og oftani er talan um langar túrar.
Ferðaráðið vísir á eitt nú Miðbýarfelagið sum myndugleika fyri teimum handlum, sum kanska kundu hugsað sær eitt størri petti av køkuni.
Geva ov lítið
Spyrt tú handlarnar í Havn, hvat hesir kenna og halda um cruise-ferðandi, so er ógvuliga ymiskt, hvussu spurningurin verður móttikin.
Onkur handil prísar cruise-ferðandi sum ein góða inntøkukeldu. Onkur annar heldur lítið og einki um hesi góðu ferðandi. Felags fyri so at siga øll er, at tey kundu hugsað sær eitt fingið eitt sindur meira burturúr.
Uppá seg er tað hesin bólkurin, sum gevur minst í kassan. Ganga vit útfrá tølunum frá Tórshavnar Havn og Sigurd Simonsen, so leggur hvør ferðandi við cruise-skipunum í miðal 260 kr. eftir seg. Hetta tal skal sjálvandi takast við fyrivarni. Talið er grundað á, at hvør ferðandi í miðal letur 180 kr. fyri eina útferðir, og hvør ferðandi í miðal letur umleið 80 kr. í gjaldi til Tórshavnar Havn. Tær 180 kr. er miðal fyri tey, sum velja at luttaka á útferðunum, og tað er rímiliga stórur partur fer onga útferð. Av teimum, sum ikki fara á eina útferð, so verður ein partur verandi umborð á skipinum, og ein partur roynir egnar leiðir. Hvat hesin parturin av teimum leggur eftir seg er heldur trupult at máta.
Uni Danielsen, stjóri á flogfelagnum, sum umsitur Tax Free í Føroyum, sigur, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv tey ferðandi keypa fyri. Fyri nøkur skip, so kann verða talan um samlað keyp áljóðandi einar 40.000 kr. Aðrar dagar kann talan vera um lítið og einki, ið hesi ferðandi leggja eftir seg.
Til samanberingar kann eitt nevnast, at túrurin aftur og fram til flogvøllin úr Havn kostar 200 kr. Hvør ferðandi við flogførunum, sum fara avstað úr Vágum gjalda 130 í avgjaldi.
Tøl, Kjartan Dalsgaard á skótadeplinum á Selatrað hevur talt saman, siga, at nýtslan hjá einum vallaraheimsgesti i Føroyum liggur um 400 kr. um dagin.
Fleiri enn
Hóast cruise-ferðandi kanska ikki eru tann størsta inntøkukeldan hjá føroyska samfelagnum, so økist talið av teimum fyri hvørt ár. Hetta kundi týtt uppá, at tey eru glað fyri at leggja leiðina henda vegin,
Petur Olivar í Hoyvík, formaður fyri stýrið hjá Ferðaráðnum, segði í sambandi við uppskotið um ferðavinnupolitikk í Føroyum, at cruise-ferðandi slíta sera lítið uppá samfelagnum, tá hugsað verður, hvussu stuttur steðgurin hjá teimum er.
Hvussu er og ikki, so tykist tað sum um, at øll kundu ynskt sær meira burturúr teimum cruise-ferðandi, men vantandi samstarv tykist at vera á økinum.










