Skúlaheim hevur rundan dag


 

Í dag eru tað liðin 25 ár, síðan skúlaheimið við Marknagilsvegin varð tikið í nýtslu

Skúlaheimið er ein partur av virkseminum hjá Tekniska skúla í Havn.

Nýggju hølini við Marnagilsvegin vórðu tikin í nýtslu 30. august í 1976, og Helgi og Frida Øster, sum høvdu havt leiðsluna av skúlaheiminum í Kongagøtu, hildu fram sum leiðarar á nýggja skúlaheiminum.

Tey høvdu leiðsluna, til núverandi leiðarin, Rannvá Hansen, varð sett í starv.

Tað eru fleiri 1000 ungir føroyingar, sum í styttri ella longri tíðarskeið hava havt sítt tilhald á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin.

Pláss er fyri umleið 90 næmingum á heiminum.