Fólk í Norðoyggjum fáa í næstum betri samband um Leirvíksfjørð.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við ábyrgd fyri samferðslumálum, hevur í samráð við Strandfaraskip Landsins gjørt av, at Dúgvan skal sigla um Leirvíksfjørð frá klokkan fimm um morgunin til á midnátt hvønn dag.
? Undirtøka er fyri hesi ætlan í landsstýrinum, og eg fari nú at biðja um eykajáttan, so vit kunnu seta hetta í verk frá hálvum oktober og árið út, sigur Bjarni Djurholm.
Best við tveimum ferjum
Bjarni Djurhom heldur, at besta loysnin á akutta trupulleikanum á Leirvíksfjarðarleiðini hevði verið at siglt við tveimum skipum ella at havt eitt størri skip.
? Tá Scania sigldi sóu vit beinan vegin, at propparnir, sum koma í ávísar tíðir á degnum, hvurvu. Men Stranferðslan hevur einki skip at seta inn, og tí mugu vit bara velja at økja túratalið við Dúgvuni, sigur Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm sigur, at tað hevur verið hugsað um at seta Sam inn at hjálpa Dúgvuni. Men manningin á Sam hevur mælt frá hesum, tí hann er ikki egnaður til farvatnið. Og harafturat skal Sam eisini brúkast sum avloysaraskip um Vestmannasund, millum annað tá veðrið er ringt og tað ikki er gott hjá tungu Ternuni at leggja at ferjulegunum.
300 túsund
Sambært Bjarna Djurholm fer tað at kosta 305 túsund krónur brutto at lata Dúgvuna sigla frá klokkan fimm á morgni til midnátt um Leirvíksfjørð. Hendan peningin biðjur hann um á eykajáttanarumbønini fyri august. Og hann roknar við at fáa peningin játtaðan.
? Undirtøka er fyri hesum í landsstýrinum. Vit vita, at ferðslan bara fer at økjast, og at okkurt tí má gerast, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við ábyrgd fyri vinnumálum.