mannfólkaítriv burturav at koyra á motorsúkklu. Hetta er ikki sannleikin longur, tí tað sær út til, at verða blivið eitt satt mótarák ímillum konufólk at fáa sær koyurikort til motorsúkklu. Ein á stevnuni [...] enn ein, sum helt, at hetta var eitt minni fyri lívið. Tey halda, at áhugin fyri súkklunum og blíðskapurin á ferðini var størri enn tey eru von við á øðrum ferðum og tað fløvaði, siga tey. Ein fortreyt [...] áttu Føroya Ellisakfar tørn at skipa fyri. Hetta er áttandu ferð, at skipað verður fyri motorsúkklustevnu, men hetta er tann fjølmentasta, sum hevur verið. 300 motorsúkklur At koyra á motorsúkklu er ein
Tungt er at siga her og skriva minningarorð um teg. Tað var ein stórur skelkur fyri okkum øll, tá vit hoyrdu, at tú so brádliga gjørdist álvarsliga sjúkur; men vit hildu sjálvandi, at tú fórt at klára tað [...] onkrum løgnum hárliti. Tú hevði eisini tann eginleikan at fáa fólk at vera ?við uppá tingini". Tú var mittpunktið í næstan øllum, ið vit gjørdu. Hvør minnist ikki kvøldini inni í tínum kamari, har vit prátaðu [...] bar altíð til at tosa við teg um okkurt, ið ikki gekk sum tað skuldi, ella okkurt, ið nívdi. Tú hevði umsorgan fyri øllum ? serliga teimum, ið ikki høvdu tað lætt. Vinarlag hevði nógv at siga fyri teg, og
høvdu góðtikið at "Borðoyarnes" aftur varð settur í rutu millum Skopun og Tórshavn! Sandoyggin er so afturútsigld á so at siga øllum økjum, at vit hava skyldu til at byggja upp, heldur enn at bróta niður [...] komu til sjóndar í løgmansrøðuni. Hóast víst var á, at fólkið her suðuri ikki fór at góðtaka hesa ætlan, tykist ikki sum landsstýrismaðurin ætlar at broyta kós. Samfelagið er útbygt á øllum økjum hesi [...] ongin lækni nýtist at vera tøkur í økinum frá kl16 til kl 8 morgunin eftir og ei heldur í vikuskiftinum. Tað er ringt at taka landsstýrismannin í álvara, tá hann heldur at hetta skulu fólk í Sandoynni lata
Tað vóru tung boð at fáa at vita, at abbin ikki var millum okkum meira. Eg kom heim á ólavsøku og hóast eg av góðum grundum var í Havn, reisti eg suður at vitja abban. Eg var blivin pápi tann 7. august [...] tá eg ringdi suður at boða frá hesum, bað eg eisini fortelja abbanum. Abbin hevði verið nakað óklárur tær síðstu tvær vikurnar, men tey søgdu, at hann rópti, at tað vóru góð tíðindi at frætta. Hóast gleðina [...] lagt eitt langt lív aftur um seg og væl dugdi hann at siga frá øllum, hann hevði upplivað gjøgnum tíðirnar. Tað var so hugnaligt at fara inn til abban at práta. Hann greiddi mær frá slupptíðini, árunum í
heita vatnið víðari kring húsið. - Automatiska sirkulatiónin riggar avbera væl, og satt at siga hugsa vit ikki um, at talan er um eina øðrvísi skipan í húsarhaldinum, vísir Jógvan Thomsen vælnøgdur á. [...] vindmyllan í Føroyum kom upp at standa fyri heili 25 árum síðani, tá Birgir Enni á Tvøroyri tók stig til hetta. Men tað er ikki bara í Vestmanna, at øðrvísi hættir verða royndir at framleiða orku, tí borgarstjórin [...] Thomsen fast. Sostatt er fyrimunurin við hesum hátti, at nøgdin av heitum vatni fyrst og fremst er størri enn áður, og at tað tískil ikki er neyðugt at regulera og hava eyguni við skipanini, sum neyðugt er
Hansa. Regin heldur, at ikki kann annað sigast enn, at hundur er eitt klókt djór, tí tað ber so væl til at venja tað. Dugir ikki at tiga Um ein ikki veit tað, so kann ein ikki siga, at Hansa er deyv. Hon [...] oyra. Spurd um fólk ikki kunnu sýnast at vera eitt sindur afturhaldandi, tá tey fáa at vita, at hon er deyv, svarar Hansa, at tað gera tey. ? Men eg dugi ikki at tiga, leggur hon afturat og flennir so [...] nakað av tónleikinum, sigur Hansa nei, at tað ger hon ikki, men hon merkir hann í gólvinum. ? Hansa dugir sera væl at dansa. Tað siga allir menn, sum hava roynt at dansað við henni, sigur Regin. Hansa
ikki stundir at gera tað stóra í íbúðini, tí dóttirin vildi sleppa at svimja í snotuliga Vatnlandinum, sum tað eitur. Og eg sat á Cafeteria og fylgdi við og tók myndir. Hetta er frálíkt at foreldrini kunnu [...] 70-unum, tá týskarar høvdu so at siga yvirtikið Jammerbuktina og danir grenjaðu um tað, sum teir so ikki gera meir, men týskarar koma framvegis í stórum tali hendavegin at halda summarfrí. Ella havi eg [...] frítíiðini í meiri enn 100 ár. Ella er tað síðan Smyril Line og Danland fóru at samstarva, ja kanska alt tilsamans. Tú kanst siga at ongantíð áður hevur Smyril Line skipað fyri so nógvum ferðum til Danland
eru læknar fyri at vera læknar, sum siga at her eigur at vera ein høvuðslækni, sum kennir fólkið í sýsluni, og sum kundi fingið skipaðar frídagar eftir ynski. Somuleiðis siga læknarnir, at umstøðurnar her [...] Dimmalætting 4. sept., føli eg mær trongd til at gera eina viðmerking. Sjálvur meti eg at maðurin má hava etið eitt lítið kramarhús av bláseymi og eigur hann at fáa skurðviðgerð, so hann sleppur av við hendan [...] longri aftur í tíðini eisini. Landsstýrismaðurin tosar um at røkja okkum frá Havnini av átta tímar um samdøgrið. Hvør lækni vil tað, heldur enn at búgva á plássinum? Ella skal tað vera nevan fyri nøsina
mikukvøldið. Men at skjóta beinleiðis á málið úr 30 metrum er nakað óvanligt, og Súni viðgekk eisini eftir dystin, at tað langt ífrá er altíð, at hetta verður roynt. - Tað kann eg ikki siga. Ikki tí, tað [...] men tá eg so sá hinar fegnast, so roknaði eg við, at tað var mál. Men um tað var flott ella ikki, tað sá eg ikki. Um vit so siga tær, at bólturin sat heilt uppi í horninum. Var tað so nóg gott. Bara hann [...] undir venjingunum hevði gingið væl at skoti, so eg trúi uppá tað. Eg tók eisini bóltin beinanvegin, og so var bara at royna eftir tríkantinum. - Og kendi tú alt fyri eitt, at bólturin var skotin akkurát soleiðis
staðfest, at Jens Martin hevur verið so mikið væl fyri, at teir ikki hava himprast við at geva honum ein nýggjan møguleika. Tað er ikki fyrsta ferðin, at Jens Martin fær møguleikan, eftir at Jákup í nógvum [...] hugsa, at hetta var gott høvi at takka vetaranmálverjanum fyri langa og trúgva tænastu, nú Jens Martin kanska hevði ætlað at leggja frá sær. Aðra staðni á hesum síðum sigur Jens Martin sjálvur, at hann avgjørt [...] eisini, at hann ikki tykist vera eins trúgvur ímóti teimum fyrstu ellivu, sum eitt nú Allan Simonsen var tað. Hetta kann eisini skiljast soleiðis, at tað nú eru fleiri kvalifiseraðir spælarar at velja ímillum