Orð & myndir
Ólavur í Beiti
Nær eg fyrstu ferð havi hoyrt um Blokhus við Jammerbuktina í Norðurjyllandi, veit eg ikki, men tað er langt síðani. Kanska hevur tað verið longu í 70-unum, tá týskarar høvdu so at siga yvirtikið Jammerbuktina og danir grenjaðu um tað, sum teir so ikki gera meir, men týskarar koma framvegis í stórum tali hendavegin at halda summarfrí. Ella havi eg bara lisið um hetta gamla frítíðarstað sum danir hava vitjað í frítíiðini í meiri enn 100 ár. Ella er tað síðan Smyril Line og Danland fóru at samstarva, ja kanska alt tilsamans.
Tú kanst siga at ongantíð áður hevur Smyril Line skipað fyri so nógvum ferðum til Danland sum í summar. Og orsøkina kenna vit. Longu fyrsta túrin hjá nýggju Norrønu í apríl vóru yvir 100 familjur við at halda páskafrí á Danlandi, og soleiðis hevur gongdin eisini verið alla summarhálvuna sum tilboðini hjá Smyril Line hava verið.
Og aftrat góða tilboðnum, ja so hevur veðrið verið av tí besta í Danmark í summar. Smyril Line hevur havt hesi góðu tilboð í mong ár, men við nýggju Norrønu kom rættiligi vøksturin so fleiri føroyskar familjur fingu henda møguleikan at halda summarfrí saman og undir frálíkum umstøðum. Og Blokhus liggur ovast á listanum sambært tølunum hjá Smyril Line, og hevur fingið umdømi at vera ein »føroysk koloni«.
Tað er ikki yvir at dylja at føroyingurin er ein annar ferðamaður enn so mangir aðrir. Føroyingurin er ikki pírin og skúmar runt eftir tilboðum, og føroyingurin er heldur ikki ófólkaligur og krevjandi. Hetta er nakað av tí sum eg havi skilt sum eg havi vitjað á Danlandi í Blokhus. Føroyingurin er ein fryntligur og smílandi og sjarmerandi ferðamaður her um leiðir, havi eg skilt, so eg verið væl móttikin nú eg skal síggja og skriva eitt sindur frá hesum túrinum í Blokhus. Føroyingurin kjakast og keglast ikki um smálutir, men hann kennir sín rætt og virðir hann. Og føroying-urin fær eisini tær bestu íbúðirnar í Danland í Blokhus, so er tað sagt!
Summarið er farið at halla og skúlarnir væl og virðiliga byrjaðir aftur, so føroyingar koma ikki í stórum tali til Danland nú, men týskarar koma higar framvegis. Og Blokhus ella rættari hotelstjórin á frítíðarstaðnum Nordsøen er longu farin undir at fyrireika seg til komandi summar. Í apríl 2004 verður nýggj motiónshøll klár at taka í brúk í Blokhus.
Hugleiðingar leygarmorgun
Havi sett meg út á altanina her í bygningi A. Hesin íbúðarbygningurin liggur út til strondina, út til Jammerbuktina. Hinir íbúðarbygningarnir liggja so aftanfyri inn móti Blokhus.
Hoyri aldu og dun frá sjónum. Minnir spæla fram sum eg hoyri hesi ljóð aftur. Eri á ovastu hædd, so eg síggi út á sjógv, út í havsbrúnna. Ein heyggjur er millum íbúðarbygningin og sjálva sandstrondina og hesin heyggjur ella ryggur skal verja móti sjógvi og vindi og sandi. Men her uppi á altanini er nakað av sandi fokin upp, ikki nógv, men nakað - so nógv tó, at eg tímdi ikki at brúka stólarnar her standa, men fái mær ein polstraðan stól út at sita á og skriva okkurt niður.
Klokkan er nakað yvir 7. Sólin sær og skíggini standa so klár og blonk og snjóhvít á himni í morgunsólini.
Óivað verður tað ein góður dagur, men hann lovar ikki besta veður nú. Tað er vorðið nakað væl kaldari og summarið er farið at halla. Ikki so nógvir gestir her á Danland í Blokhus sum tað hava verið. Onkrir einstakir føroyingar, týsk-arar, norðmenn, sviar og danir.
Tað er friðarligt, men duni frá sjónum støðgar ikki. Og hugur mín reikar eisini skjótt. Onkuntíð í Sørvági, onkuntíð í Hjørring, onkuntíð í Havn, ja hugurin ferðast við miklari ferð.
Íbúðin vit hava fingið er bara heilt góð. Allir hentleikar inni - kaffimaskina, kuldaskáp, steintoy og sjónvarp. Og termokannir. Borð við 6 stólum, ein djúpur stólur, og her úti á altanini træborð við plaststólum og frálíkt útsýni yvir Jammerbuktina. Havi hoyrt um hesa bukt fyrr - Jammerbuktina - men ongantíð sitið soleiðis og hugt út yvir hana.
Og heilt har úti síggi eg eina skýpumpu sum eg hyggi meg íkring. Úr skýnum gongur ein klár strika heilt niður á sjógv har pumpan so øsir havið upp. Taki eina digitala mynd av henni tóat hon er heilt har úti.
So hava vit sovikamar við tveimum songum, og eitt fitt baðirúm. Her er alt sum vit hava brúk fyri inni.
Í gjár tá vit komu - eg og dóttirin - fingu vit ein plastposa við seingjaklæðum og handklæðum og lyklar. Men tá høvdu vit ikki stundir at gera tað stóra í íbúðini, tí dóttirin vildi sleppa at svimja í snotuliga Vatnlandinum, sum tað eitur. Og eg sat á Cafeteria og fylgdi við og tók myndir. Hetta er frálíkt at foreldrini kunnu hava eyguni við børnunum tóat tey ikki fara útí sjálvi. Og so hoyrdi eg ein mann tosa føroyskt við eitt barn, og tá var tað Jonhard Joensen, 1. stýrimaður á evangeliuskipinum Anastasis, sum eg fekk góðar stundir at tosa við.
Ótrúligt, hugsaði eg, at tað skuldi háttað seg soleiðis, at eg skuldi renna meg í ein mann sum saman við familjuni nú hevði halgað lív sítt soleiðis. Hann kundi verið stýrimaður ella skipari á rækjutrolara ella ísfiskatrolara ella nótabáti ella krabbaskipi - sigi eg við hann, men hann smílist bara at mær, nei, hetta lá ikki frammarlaga í hansara lívi! Og eg merkti eisini á manninum at hetta var ein álvarsom avgerð hann einaferð hevði tikið.
Har fer ein maður morguntúr út á strondina. Hann hevur hundin við sær. Kanska er tað ein blokhúsbúgvi ella ein ferðamaður? Og óivað skal hundurin á wc, tí gongur hesin maðurin so trúliga móti strondini.
Klokkan 9 skal eg tosa við Frank Pedersen, hotelstjóra á Danland hotellinum og frá tí lítla sindrinum vit hava samskift, skilji eg at hetta er ein sera dámligur maður, so eg eri spentur at fáa eitt prát við hann.
Danland - Blokhus
Uppi í sjálvari bygdini Blokhus er eisini nógv at síggja. Ein stór bowlinghøll - Beach Bowl - við stórum torgi, og handlar av ymiskum slagi og barrir og diskotek í einum trunka. Sjálv bygdin er ikki stór, eini 200 fólk búgva í Blokhus, men um summarið koma gestirnir til Frítíðarhotellið Nordsøen og í summarhúsini og tá kemur talið lættliga upp á 60.000.
Í Pandrup kommunu sum Blokhus liggur í eru flest summarhús í øllum Danmark. Og Blokhus liggur eisini sera tætt við tað víðagitna Faarup Sommerland - bert 4 kilometrar.
Hugsa sær at einaferð í summar vóru 150 føroyskar familjur her í Danland í Blokhus - einir 600 føroyingar. Tá hevur verið lív í býnum og á hotellinum og við strondina.
Blokhus er eitt av støðunum hjá Danland og eg havi latið mær fortalt at Blokhus er best dámt og mest vitjað av øllum, ikki bara føroyingum. Men á vesturstrond Jyllands eru eisini onnur støð, t.d. Hirtshals, Søndervig og Bork Havn sum eisini hava verið væl vitjað av føroyingum í summar. Av teimum 21 støðunum hjá Danland eru heili 8 á vesturstrond Jyllands. Síggi á einum korti at frítíðarhotel hjá Danland eru um alt landið - heilt úr Skagen til Bornholm.
Samanumtikið
Ikki havi eg vitjað øll støðini hjá Danland um alt Danmark, so eg dugi ikki rættiliga at samanbera Blokhus við onnur, men eg fái tó sagt at enda, at tóat eg bert havi verið her eitt døgn havi eg einki at fílast á. Her er alt sum ein føroyingur tørvar - ikki minst strondin. Og uttan um Blokhus eru fleiri sera kend støð, sum eitt nú Farrup Sommerland og Tivoli í Aalborg, so Blokhus liggur sera væl fyri í mangar mátar.
Og íbúðirnar eru góðar og í fleiri støddum. Og starvsfólkini á hotellinum Nordsøen eru vinarlig og smílandi og fyrikomandi og hjálpsom, sum tey eisini eiga at vera. Ikki minst sjálvur stjórin Frank og dóttirin Inge eru sera vinarlig og fyrikomandi og seta sín positiva dám á trivnaðin á hotellinum.
Men tóat eg ikki havi verið á øllum frítíðarhotellunum hjá Danland, so veit eg frá tølunum, at Blokhus liggur nummar eitt, og tað skilji eg so væl.