ELSTI SPÆLARIN
Jóannes Hansen
Óli Johannesen var ikki í átjan manna hópinum mikukvøldið. Skaðin, sum týsdagin helt honum burtur frá venjingini, vísti seg so mikið álvarssamur, at tað var ikki hugsningur um at spæla. Harvið hevur Óli framvegis spælt 63 landsdystir.
Jens Martin Knudsen er næstur í røðini. Mikukvøldið tók hann seg eitt fet nærri Óla. Nú hevur Jens Martin spælt 59 altjóða skrásettar landsdystir.
Eysturríkski UEFA umboðsmaðurin, Wolfgang Thierrichter, sum í góðveðrinum eftir dystarenda stóð og tók myndir yvir Skálafjørðin og vestur ímóti Raktanga, undraðist og spurdi, um tað ikki var sami málverji, sum vardi málið í minniliga dystinum ímóti landsmonnum hansara í Landskrona í dag fyri júst trettan árum síðani.
Minnist tú Jens Martin og 1?0 tapið?
? Tað kanst tú ætla. Tað gera øll í Eysturríki og sjálvandi eisini so mangar aðra staðni.
Jens Martin Knudsen er føddur 11. juni í 1967. Hann er sostatt 36 ár og eitt fjórðingsár gamal. Næstelsti maðurin á føroyska liðnum mikukvøldið var Jákup Mikkelsen, sum er trý ár og tveir mánaðir yngri enn Jens Martin.
Sjálvandi mundi tað kennast sum vónbrot hjá Jákupi, sum síðani eftir fyrsta dystin í hesi undankappingini ímóti Skotlandi, hevur vart málið í øllum undankappingardystunum, at hann ikki fekk møguleikan hesa ferð.
Venjararnir sigast ikki hava verið heilt nøgdir við avrikini hjá honum tvær tær seinastu ferðirnar, og teir hava undir venjing hildið seg kunnað staðfest, at Jens Martin hevur verið so mikið væl fyri, at teir ikki hava himprast við at geva honum ein nýggjan møguleika. Tað er ikki fyrsta ferðin, at Jens Martin fær møguleikan, eftir at Jákup í nógvum undankappingardystum á rað hevur vart málið. Umframt fyrsta dystin í fjør, so er eitt annað dømi um hetta undankappingin til EM í 2000. Ta ferðina var síðsti undankappingardysturin í Prag, og tá var tað óvæntað, at Allan Simonsen valdi Jens Martin framum Jákup, ið hevði verið málverji í nógvum teimum seinastu dystunum.
At Jens Martin kom úr skugganum á beinkinum og gjørdist liðformaður er sjálvandi hugaligt hjá honum. Fleiri mundu hugsa, at hetta var gott høvi at takka vetaranmálverjanum fyri langa og trúgva tænastu, nú Jens Martin kanska hevði ætlað at leggja frá sær. Aðra staðni á hesum síðum sigur Jens Martin sjálvur, at hann avgjørt ikki gongur í sovornum hugsanum.
Broytingar og skuggin
Sammett við undanfarnu dystirnar í hesi undankappingini var liðið hesa ferð ógvuliga nógv broytt. Avgerðirnar hjá venjaranum vísa eisini, at hann ikki tykist vera eins trúgvur ímóti teimum fyrstu ellivu, sum eitt nú Allan Simonsen var tað. Hetta kann eisini skiljast soleiðis, at tað nú eru fleiri kvalifiseraðir spælarar at velja ímillum, enn tað vóru fyri bara heilt fáum árum síðani.
Hjalgrím Elttør, sum fyri einum ári síðani var um reppið at javna ímóti Oliver Kahn og Týsklandi, var als ikki við í hesum umfarinum. Andrew av Fløtum, sum kanska var fyrsti álopsmaðurin fyri einum fjóðringsári síðani, sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, og Rógvi Jacobsen, sum fyrr í summar tóktist vera loysnin í holinum í vinstru, sum hevur verið síðani Øssur Hansen gavst, varð ikki afturvaldur eftir ikki heilt sannførandi avrikið í Skotlandi. Helgi L. Petersen fekk í Glasgow leygardagin fyri fyrstu ferð rættuligan møguleika, men mikudagin var gamli liðfelagin hjá Helga, Christian Høgni Jacobsen, sum var leikbannaður ímóti Skotlandi, aftur fremsti maður. Harvið kann ikki annað enn staðfestast, at venjarin ikki hevur hildið, at Helgi rættuliga tók av.
Nógv varð undan hesum umfarinum gjørt burturúr, at Christian Lamhauge Holst varð úttikin. Hann spældi lítla løtu í Skotlandi, og mikukvøldið sat hann á beinkinum allar 90 minuttirnar. Harvið ber til at staðfesta, at hann í løtuni ikki verður mettur sum upplagt boð upp á fremsta álopssessin.
Atli Danielsen kom á vøllin síðstu løtuna mikukvøldið. Sambært venjaranum er hann avgjørt ein maður, sum hann roknar við, og Atli vísti ta lítlu løtuna, sum honum lutaðist, at tað er dugur í honum.