Framleiðir sólorku til egið húsarhald

Tað er ikki bara við vindmyllunum í Vestmanna, at øðrvísi og alternativ orka í hesum døgum verður framleidd. Borgarstjórin í Nólsoy, Jógvan Thomsen, hevur síðani mars 2001 framleitt sólorku til egið húsarhald, og higartil eru úrslitini sambært Jógvani Thomsen frálík. - Hesin framleiðsluháttur er meiri støðugur enn vanliga skipanin, og um 10 ár skuldi tað eisini loyst seg fíggjarliga, sigur borgarstjórin

Nógv hevur verið sagt og skrivað um sp/f Røkt og verkætlan teirra við vindmyllunum í Vestmanna. Alternativi orkuframleiðsluhátturin er á mangan hátt eitt nýtt kapitull á hesum øki, hóast SEV hevur havt eina vindmyllu standandi á Toftum í 10 ár og fyrsta vindmyllan í Føroyum kom upp at standa fyri heili 25 árum síðani, tá Birgir Enni á Tvøroyri tók stig til hetta.
Men tað er ikki bara í Vestmanna, at øðrvísi hættir verða royndir at framleiða orku, tí borgarstjórin í Nólsoy og stjórin á Fjarskiftiseftirlitinum, Jógvan Thomsen, tók fyri tveimum árum síðani stig til egna framleiðsla við sólfangarum í privathúsum sínum.

Rindaði 18.000 krónur
- Eg skuldi útvega einum kenningi nakrar sólsellur, og sat eg tískil á alnótini og leitaði. Tilvildarliga datt eg fram á nakrar sólfangarar, og hetta helt eg vera áhugavert, greiðir Jógvan Thomsen frá. Hann fekk so sólfangararnar til Føroya fyri 18.000 krónur og byrjaði sjálvur at framleiða orku til egið húsarhald.
Jógvan Thomsen setti sjálvur sólfangararnar í, men hevði hann tó brúk fyri einum elektrikara at fremja eina íbinding, so á henda hátt tykist tørvur vera lítil fyri hjálp uttanífrá, um ein ætlar at royna tað sama.
- Við hesi skipan fái eg heitt vatn í kranarnar, og um eini 10 ári skuldi tað eisini loyst seg fíggjarliga, umframt at talan er um støðugari orkuframleiðslu, sigur Jógvan Thomsen.
Hann vísir á, at hugskotið eisini kom av, at ein granni í Nólsoy hevði roynt tað sama við primitivari amboðum, har hann við einum radiatori og thermorúti fekk hitað vatnið í húsarhaldinum, tá sólin var frammi.
Jógvan Thomsen greiðir víðari frá, at hesir sólfangarar ikki eru annað enn isoleraðir radiatorar. Av hita frá sólarljósi fer ein pumpa í gongd, sum flytir heita vatnið úr sólfangaranum og inn í ein tanga á 250 litrar, sum so sendir heita vatnið víðari kring húsið.
- Automatiska sirkulatiónin riggar avbera væl, og satt at siga hugsa vit ikki um, at talan er um eina øðrvísi skipan í húsarhaldinum, vísir Jógvan Thomsen vælnøgdur á.

Eingin trupulleiki um veturin
Stóri spurningurin er so, hvussu húsarhaldið megnar ein kaldan og myrkan vetur, um heitt vatn bert fæst gjøgnum sólarljós, men sambært borgarstjóranum í Nólsoy er hetta eingin trupulleiki.
- Tað er als ikki neyðugt við beinleiðis sólskini. Tað einasta, sum krevst, er vanligt dagsljós fyri at fáa hita, sigur Jógvan Thomsen. Í desember og januar minkar nøgdin av heitum vatni úr sólfangarum í tangan, men tá hevur húsarhaldið sjálvsagt eina oljufýring eins og onnur.
- Henda skipan við sólorku er støðugari, tí tangin tekur sum sagt 250 litrar av vatni, sum heldur sær heitt, meðan ein vanlig oljufýring bert tekur 100 litrar og skal regulerast, tá hon er tóm og kalt vatn kemur í, slær Jógvan Thomsen fast.
Sostatt er fyrimunurin við hesum hátti, at nøgdin av heitum vatni fyrst og fremst er størri enn áður, og at tað tískil ikki er neyðugt at regulera og hava eyguni við skipanini, sum neyðugt er við vanligari oljufýring.
- Eg havi stórt sæð ikki gjørt nakað við tangan ella sólfangararnar, síðani eg setti teir upp í mars 2001, og um 10 ár skuldi hesin háttur eisini loyst seg fíggjarliga. Tað er bert á hávetri, at skipanin ikki hevur tann stóra vinningin, sigur borgarstjórin í Nólsoy at enda.