Norðoyri:
Ein hundur kemur rennandi í móti. Úr stovuni hoyrist tónleikur. Ein aria hjá teimum trimum tenorunum.
Merkir tú tónleikin, spyr Regin, meðan hann skrúvar harðari frá.
Hansa situr í einum lenistóli og slappar av. Hon leypir beinanvegin upp og kemur smílandi ímóti, tá hon varnast, at fólk er komið á gátt. Regin skrúvar fyri, og út úr einum kamari hoyrist ein smágenta rópa á mammu sína. Men Hansa svarar ikki, tí hon heilt einfalt hoyrir hana ikki. Tað gongur bert ein lítil løta, so kemur fýra ára gamla Maria rennandi út í køkin og vísir mammu síni eina fitta kaninbamsu, sum hon spælir við.
Spurd, um hon hoyrir nakað av tónleikinum, sigur Hansa nei, at tað ger hon ikki, men hon merkir hann í gólvinum.
? Hansa dugir sera væl at dansa. Tað siga allir menn, sum hava roynt at dansað við henni, sigur Regin.
Hansa , Regin og tær tríggjar døturnar Amanda, Rebekka og Maria hugsa til dagligt ikki nógv um, at hon er deyv. Dagurin og lívið ganga sína vanligu gongd.
Hansa greiðir frá, at tá tað er myrkt, bilar tað við javnvágini hjá henni. Húsini hjá teimum liggja uttast úti í Norðoyri, og um kvøldarnar er bølamyrkt, og tá kann Hansa sløra sum ein drukkin persónur, um hon fer gongutúr, tí javnvágin fer heilt út at koyra tá.
? Men tað er tíbetur bara, tá tað er myrkt, sigur hon og flennir, meðan hon vísir, hvussu hon gongur.
Blind fólk hava ofta ein førarahund. Tað kann ein siga, at Hansa eisini hevur. Hon gongur ofta túrar við hundinum hjá familjuni, ein ektaður boarder-collie, sum eitur Kvikk.
? Hann er lítla barnið í húsinum, sigur Hansa flennandi. Tá hon og hundurin ganga túr, ansar hann væl eftir Hansu. Tá bilar koma setur hann seg niður, og á tann hátt veit Hansa, at nú kemur ein bilur ? serliga um ein kemur aftan fyri hana.
? Tá hann er svangur og ger vart við tað, slær hann á tallerkin við labbanum, og um eg ikki varnist tað, so langar hann til, sigur Hansa.
Regin heldur, at ikki kann annað sigast enn, at hundur er eitt klókt djór, tí tað ber so væl til at venja tað.
Dugir ikki at tiga
Um ein ikki veit tað, so kann ein ikki siga, at Hansa er deyv. Hon dugir so væl at lesa av munninum hjá fólki, tá tey tosa, at ein varnast ikki, at hon ikki hoyrir, hvat ein sigur. Og so tosar hon eisini sjálv. Nakað, sum kann tykjast at vera heilt óskilligt, tá hugsað verður um, at hon ongantíð hevur hoyrt nakran siga nakað.
Fleiri ferðir er tað komið fyri hjá henni, at fólk ikki trúgva henni, tá hon sigur, at hon er deyv, fyrr enn hon vísir teimum hoyraapparatið, sum hon hevur í vinsta oyra.
Spurd um fólk ikki kunnu sýnast at vera eitt sindur afturhaldandi, tá tey fáa at vita, at hon er deyv, svarar Hansa, at tað gera tey.
? Men eg dugi ikki at tiga, leggur hon afturat og flennir so hjartaliga, meðan hon hyggur upp á mannin, sum nikkar samtykkjandi og sigur, at øvelse gør mester.
Til Havnar
Hansa bleiv deyv sum hálvt annað ára gomul av meslingum.
Hansa og foreldrini fluttu til Havnar, tá hon var tvey ára gomul. Hon fór í barnagarð. Og so gekk hon eisini á skúlanum á Trøðni, har hon lærdi teknmál og at lesa av munni.
Foreldrini fluttu aftur til Klaksvíkar eftir eina tíð, men Hansa varð verandi í Havn. Hon minnist væl, hvussu hart tað var, tí henni longdist illa. Men hon heldur tó, at tað hevur verið nógv verri fyri mammu hennara at skula sleppa henni so tíðliga.
? Nógvir tímar eru farnir framvið, har vit báðar hava grátið, tí eg noyddist til Havnar, sigur Hansa og smílist.
? Men eg eri so glað fyri, at mamma gjørdi tað, tí annars veit eg ikki, hvussu tað hevði verið vorðið við mær í dag, sigur hon.
Hansa flutti norður aftur til Klaksvíkar, tá hon fór í annan flokk. Tá kláraði hon seg so mikið væl, at hon fór í vanligan fólkaskúla. Hon minnist afturá, at hon var sera vælmóttikin í flokkinum, og tey happaðu hana ongantíð. Onkur onnur børn høvdu hug at arga, men hon bleiv bara so spinnandi ill við tey. Síðani hevur hon bæði gingið á Húsarhaldsskúla, HF og kokkaskúla
Gavst á HF
Hansa gekk eitt ár á HF, men hon gavst, tí tað bar ikki til. Hon ynskti at fáa ein deyvatulk norður, men tað skuldi ikki bera til, og noyddist hon at gevast.
Í dag arbeiðir hon á Eystlaks, og tað dámar henni væl. Har arbeiðir ein onnur, sum eisini er deyv, og finna tær báðar væl út av tí ? umframt at Hansa trívist væl millum øll hini, sum eisin arbeiða á virkinum.
Hon hevur onkuntíð hildið skeið í teknmáli, men hon fílist á, at tað kemur onki fólk.
? Tað hevði verið so nógv lættari fyri mong, um tað vóru fleiri, sum dugdu teknmál. Tað er ikki torført at læra, sigur hon.
Meðan vit soleiðis sita og práta, er einamest maðurhennara, sum nýtir teknmál. Hansa sjálv sigur, at hon tímir ikki at nýta tað, tá hon situr og prátar við hoyrandi fólk.
? So at siga ongin skilir tað kortini, so tað er ikki nakað endamál við tí ? og so serliga ikki tá eg megni at tosa tykkara mál, sigur hon.
Regin sigur, at hann klárar seg við málinum, og hann hevur ikki stórvegis trupulleikar at samskifta við deyv.
? Men tá Hansa hevur deyv vinfólk her, og tey sita og tosa saman á teknmáli, tá havi eg ongan møguleika, sigur hann smílandi. Og tað er tað sama hjá Hansu. Um ikki fólk leggja seg eftir at tosa týðuligt, so skilir hon ikki alt so væl. Men tá skal tað vera rættuliga ótýðuligt.
Hansa, Regin og tær tríggjar døturnar, Amanda, Rebekka og Maria hava eitt púra vanligt lív, sum øll onnur. Og Hansa tykist at vera ein, sum heldur ikki vil hava nakra serviðgerð.
? Eg eri deyv, men eg kann alt tað sama, sum onnur, fyri tað, sigur hon púra avgjørd á málinum.