Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir, tað er tíanverri so viðhvørt. At tað skuldi henda Trónda og hansara nærmastu, tað hugsaði eingin, tí sovorðið hendir bert grannanum.
Tað eru bert tveir mánaðir síðan, at eg hjálpti til at fáa hjallin lidnan, so at hann skuldi verða klárur til fermingina hjá Guðruni. Vit vóru sera fegin, tá síðsta hond var løgd á, men tað skuldi verða til aðra stákan, at hjallurin skuldi nýtast fyrst.
7. september 1983 gleddist ein genta upp á 3 ár og foreldur hennara, ávikavist at hon var blivin stórasystir, og foreldrini høvdu fingið ein son. Nøkur kalla tað tann fullkomna familjan. Tað var tað eisini, og ikki minni fullkomin bleiv hon seks ár seinni, tá ein didda kom aftrat. Tað var sum runnar í urtagarði at síggja hesi trý systkin og foreldur veksa upp saman. Tey høvdu sera nógv til felags, bæði verkliga og andliga. Ofta sást tú hesi systkin saman í býnum til handils, í svimjihylinum ella spákandi ein túr.
Tróndur var eitt friðsælt og inniligt menniskja, hevði gávur til alt millum himmal og jørð, og kom hetta tíðliga til sjóndar.
Tróndur elskaði alt livandi. Meg minnist tá ið hann sum smádrongur hevði likkuskura í tí lítla fitta húsinum, sum pápi hansara hevði smíðað til børnini at spæla í. Dunnungar fingu eisini høvi at flyta inn í hesa fittu smáttu. Hesir ungar, um tað so vóru likkungar ella dunnungar, blivu vartaðir upp, sum um tað vóru kongaligir gestir. Tað var líka við at teir fingu hvør sín talerk at eta av, og hvør sína song at sova í.
Eisini var hann ein av teimum heilt frægu til hendurnar. Tað hevði hann ikki eftir fremmandum, bæði foreldrini eru sera dugnalig til hendurnar. Heimið er sera hugnaligt og fjálgt, og tað gevur eftirtankar.
Tróndur dugdi bæði at tekna og mála. Eisini var hann sera kreativur tá tað galt klædnapløgg, um tað so var binding ella seyming, og ikki minst tað hann hevði útbúgvið seg til, at klippa og seta hár.
Tá ið hann sum 16 ára gamal var í starvsvenjing hjá Per á Hædd, hildu tey, at hesin ungi drongur var eitt eindømi. Tað hevði lærarin eisini boðað frá. Og tað gingu bert fáir dagar, so var hann við í øllum, og var ógvuliga sjálvstøðugur. Tað varð mangan spurt um hvat hann ætlaði at læra. Hann helt uppá at hann ætlaði at verða frisørur. Tey hildu, at hann hevði evnir at blíva okkurt heilt stórt, so tey hildu fyri, at hann skuldi fara at læra okkurt meira listarligt, tí sum Per á Hædd tók til: Tróndur var ov stórur til Føroyar.
Tá mótaframsýningar vóru, var Tróndur ofta við. Hetta er ein verð, har tað er nakað av rópan og sjóði í. Tróndur var ikki tann, sum setti seg sjálvan á fremsta bonk at rópa, nei, hann var sera friðarligur. Onkuntíð kundi tað koma fyri, at okkurt var gloymt, men tá hevði Tróndur tikið sær av tí í tí stilla. Tá kundu tey taka til, bara øll vóru sum Tróndur.
Tróndur var komin langt í lívinum. Tað eru bert dagar síðani hann varð liðugur at læra og hevði fingið sveinabræv sum frisørur. Hann var ógvuliga væl umtóktur á sínum arbeiðsplássi, og fólk, ið kom á gátt, dámdu hann sera væl.
Tróndur var ein sannur barnavinur. Hann dugdi sera væl við børnum og ungum fólki. Hann kundi spæla við tey í tímar, bæði úti og inni. Og ofta var tað læruríkt, ið hann spældi ella fekst við saman við teimum.
Vit standa øll spyrjandi eftir, hvat, hví og hvør????. Møðuliga hetta skuldi verða soðleiðis, men meiningin er óskiljandi. Tað kundi kanska lært okkum eitt, og tað er at liva ímeðan ein enn er á lívi, tí tað gjørdi Tróndur, hann dugdi sera væl at fáa nakað burtur úr degnum.
Tað kundi verið nógv, ið ein kundi fest á blað um eitt so fitt og evnaríkt ungfólk sum Tróndur var, men eg fari at heilsa tykkum, sum stóðu Trónda nær, foreldrum, systrum og restini av familjuni, og ikki at gloyma Mariu, at má tíðin fyri framman verða tykkum ljós.
Dagur er runnin.....
Ein dagur aftur runnin er,
tíðin kennist long.
Myrkrið yvir tindar fer,
vit hoyra sorgar song.
Tí runnur, ið av fræði kom,
er sovnaður her frá.
Og stevnur nú í aðra lon,
ið ei er ring at ná.
Má stóra ljósið bjarta,
ið gevur ljós til alt.
Lýsa í hvørt hjarta,
og geva tykkum kraft.
??????????????????
Vinaliga Mourits gubbi