støðan er í løtuni, er HB á fremsta plássinum. Tað hevur annars verið ivamál um,hvussu grein 33, petti 2, í kappingarreglunum skal tulkast. Her verður boðað frá, at standa lið á jøvnum, eru innanhýsis dystir [...] dystir á hendan hátt, merkir í løtuni, at HB er fremsta lið í landinum, men støðan kann broytast nógv um vikuskifti. Um so er, at HB tapir grannauppgerðina móti B36, samstundis sum B68 vinnur á VB í Vági [...] Jákup Mørk Tað er nú greitt, at einki lið kann rópa seg føroyameistara í bestu mansdeildini, fyrr enn seinasta umfar í landskappingini er leikt. Støðan kundi annars verið øðrvísi, um løgfrøðisligu ráðgevarnir
Jákup Mørk Fyri viku síðani skrivaðu vit, at tær báðar Gunnleyg Berg úr Neistanum og Annika Ljósstein úr Stjørnuni, fóru til Íslands, har tær í fyrsta umfari skuldu royndarvenja við íslendsku meistarunum [...] tá møguleikin var til staðar. Longu mánadagin gongur leiðin til Íslands, har skjøtul verður settur á kappingarárið hósdagin. Gunnleyg sigur við Sosialin, at hetta so avgjørt er ein møguleiki, sum hon sær [...] hava gjørt seinnu árini, og spennandi verður tí at vita, hvørt hetta eisini fer at koma til sjóndar á landsliðnum, sum eisini hevur spennandi uppgávur fyri framman.
Jákup Mørk Umframt at vera slagið um Havnina, stendur eisini annað enn æran upp á spæl, tá HB í morgin er vertur fyri B36. Kunnu avgera sjálvir Eftir endaligu boðini frá FSF, sum síggjast aðrastaðni í [...] um vit skulu verða Føroyameistarar, heldur liðskiparin á HB liðnum, Rúni Nolsøe. Í seinasta umfarinum av landskappingini skal HB til Sumbiar, so á pappírinum er ikki líkt til, at HB hevur torførastu skránna [...] sær av løttum í morgin. Fyri viku síðani fekk B36 rættuliga glið á, tá teir hølvaðu NSÍ av, so sjálvsálitið hjá leikarunum tykist nú á veg upp aftur, eftir leingi at hava verið í aldudalinum. Jens Kristian
inn í Eysturoynna. Leypa á Nýggi venjarin hjá sumbingum, Magni eystan Á, ásannar, at tað liggur ein torfør uppgáva fyri framman, men ræddur tykist hann á ongan hátt vera. - Vit hava verið eitt sindur í [...] Jákup Mørk Sum skrivað omanfyri, so stendur tað nú at kalla um lív hjá sumbingum. Í løtuni eiga teir niðasta sessin á stigatalvuni, og tað er fyri at sleppa av hesum, at teir í morgin leggja leiðina inn [...] skal til, er eingin ivi um. Sumba hevur nú trý ár á rað verið mett sum fremsta niðurflytingarevni, men higartil hava teir snýtt serfrøðingarar tvær ferðir á rað, og so er spurningurin, hvørt hetta eisini
um Sumba á stigatalvuni, og sálarliga var hetta av sonnum eitt lyft uppeftir. Vandin lúrir Støðan á stigatalvuni er tó ikki tryggari enn so, at bert eitt stig skilur partarnar, og ta Sumba samstundis er [...] Jákup Mørk Einki er at siga til, at tað var ein lætti hjá vágamonnum, tá teir fyri viku síðani vunnu altavgerandi dystin móti B71. Sigurin og tey trý stigini viðførdu, at teir nú aftur sluppu sær upp um [...] hevur vant nakað seinastu tíðina, eftir at hava veirð skaddur í fleiri vikur, og møguliga verður hann á vágaliðnum hesaferð. Uttan Magna Johan Nielsen hevur, við einum undantaki, allar sínar mans tøkar undan
í fimta umfarinum. Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge skulu til Jyllands, har mótstøðuliðið verður nýggja felagsliðið hjá Ikast og Herning. Tað eitur FC Midtjylland. Hetta liðið er á triðja plássi í s [...] lunum í donsku steypakappingini. Lutakastið lagaði tað soleiðis, at Todi Jónsson og FCK skal spæla á útivølli í Brøndby. Síðst hesi bæði stórfeløgini í høvuðsstaðnum hittust í steypadysti var Kristi h [...] boðar frá, at uppgávan hjá Herfølge verður ivaleysa stór. Johan B. Hansen og OB skulu eisini spæla á útivølli. Teir skulu um brúnna um Lítla beltið og norður til Viborg. Hinir dystirnir eru hesir: Vejle
Jákup Mørk Liðið, sum skal luttaka í undankappingini til EM, fer úr va´gunum nú sunnudagin, og longu týsdagin verður fyrsti dysturin á ferðini, tá Føroyar skulu spæla móti Hvítarusslandi. Hósdagin verður
Jákup Mørk Liðið, sum skal luttaka í undankappingini til EM, fer úr va´gunum nú sunnudagin, og longu týsdagin verður fyrsti dysturin á ferðini, tá Føroyar skulu spæla móti Hvítarusslandi. Hósdagin verður
fara við á komandi landsliðsferðina. Vanliga er landsliðsvenjarin ikki maðurin, sum fremur tær stóru kollveltingarnar í so máta, og soleiðis er heldur ikki hesu ferð. Sæð í ljósinum av úrslitinum á Svangaskarði [...] AGF, Todi Jónsson FCK, Julian Johnsson, Kurt Mørkøre, Hans Fróði Hansen Sogndal, Uni Arge Akranes, Jákup Mikkelsen Herfølge og Johan Byrial Hansen OB.
Petur Brattalíð 24.09 VB-B68 Niklas á Líðarenda 24.09 HB-B36 Lassin Isaksen 24.09 NSÍ-Sumba Suni Johansen 24.09 KÍ-B71 Petur Hansen 2. deild menn 23.09 KÍ-TB Jákup Martin Kjeld 23.09 LÍF-GÍ Sjúrður Norðbúð