Jákup Mørk
Fyri viku síðani skrivaðu vit, at tær báðar Gunnleyg Berg úr Neistanum og Annika Ljósstein úr Stjørnuni, fóru til Íslands, har tær í fyrsta umfari skuldu royndarvenja við íslendsku meistarunum úr ÍBV.
Umframt venjingar, vóru tær eisini við í tveimum venjingardystum, og eftir øllum at døma, hevur venjarin verið væl nøgdur við tað, sum tær báðar hava víst.
Báðar bidnar
Í øllum førum fingu tær báðar hondbóltsgenturnar boð um at koma aftur til íslands, tí felagið var áhugað fyri hesum.
Endaliga avgerðin varð tikin hósdagin, og meðan Annika ikki hevði hug at fara, ivaðist Gunnleyg ikki, tá møguleikin var til staðar.
Longu mánadagin gongur leiðin til Íslands, har skjøtul verður settur á kappingarárið hósdagin.
Gunnleyg sigur við Sosialin, at hetta so avgjørt er ein møguleiki, sum hon sær fram til við stórum spenningi, men hon leggur tó afturat, at tað verður sera trupult at endurtaka gullmerkini frá undanfarna kappingarárið.
ÍBV hevur nevnliga mist fleiri týðandi leikarar í mun til í fjør, og umframt Gunnleyg eru í øllum førum tvær aðrar, sum júst eru komnar til felagið. Harumframt sóknast felagið framvegis eftir einum vinstra bakki, eftir at tað ikki eydnaðist at fáa Anniku til Íslands, men í løtuni er ikki greitt, hvaðani henda skal koma.
Umframt at venja hondbólt tvær ferðir um dagin, skal Gunnleyg arbeiða hálva tíð, so talan verður um heilt aðrar umstøður, enn tær, sum vanliga eru galdandi fyri føroyskar hondbóltsleikarar.
Umframt at luttaka í Íslendsku kappingini, skal ÍBV eisini royna seg í europeiskum høpi, har íslendsku meistararnir skulu royna seg móti einum ungverskum liði.
Hevði ikki hug
Fyri mong tykist tað kanska løgið, at Annika Ljósstein segði nei takk, tá ein slíkur møguleiki tók seg upp. Sjálv tykist Annika tó ikki at ivast í, at avgerð hennara var røtt.
- Hugurin til at fara var ikki nóg stórur, og tí haldi eg meg hava tikið røttu avgerðina, sigur Annika.
- Vit hava seinastu tvey árini bygt eitt sera spennandi lið her í Klaksvík, og hóast vit nú eru meistarar, so vil eg fegin framhaldandi vera ein partur av hesum liðnum.
- Umstøðurnar og tilboðið úr Íslandi var annars í fínasta lagi, men tá tað kom til stykkis, so var hugurin ikki til staðar, og tí kundi eg ikki velja øðrvísi, hóast tað eru mong, sum hava sagt við meg, at eg havi spilt ein stóran møguleika, sigur Annika Ljósstein at enda.
Hvussu er og ikki, so tykjast hondbóltskvinnur okkara nú at taka upp sama leist, sum fótbóltsdreingirnir hava gjørt seinnu árini, og spennandi verður tí at vita, hvørt hetta eisini fer at koma til sjóndar á landsliðnum, sum eisini hevur spennandi uppgávur fyri framman.