Tað stendur um lív hjá Sumba

Runavíkingar ætla at reisa seg aftur, eftir stórtapið fyri viku síðani

Jákup Mørk


Sum skrivað omanfyri, so stendur tað nú at kalla um lív hjá sumbingum.

Í løtuni eiga teir niðasta sessin á stigatalvuni, og tað er fyri at sleppa av hesum, at teir í morgin leggja leiðina inn í Eysturoynna.


Leypa á

Nýggi venjarin hjá sumbingum, Magni eystan Á, ásannar, at tað liggur ein torfør uppgáva fyri framman, men ræddur tykist hann á ongan hátt vera.

- Vit hava verið eitt sindur í iva um, hvussu reglurnar eru við javnstøðu í stigum, men nú er so líkt til, at ein javnleikur kann verða nóg mikið hjá okkum. Tað merkir tó ikki, at vit ikki royna eftir sigrinum í Runavík, og vit fara so avgjørt ikki at grava okkum niður í royndunum at verja eina stigið, sigur Magni.

Talan er ikki um leikbann ella skaðar hjá sumbingum, og so verður spurningurin, hvussu Magni fer at blandað kortini.

At leikarar hansara eisini vita, hvat skal til, er eingin ivi um. Sumba hevur nú trý ár á rað verið mett sum fremsta niðurflytingarevni, men higartil hava teir snýtt serfrøðingarar tvær ferðir á rað, og so er spurningurin, hvørt hetta eisini fer at eydnast í ár.


NSÍ vil reinsast

Í Runavíkini ger NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, seg og leikararnar til undan seinata heimadystinum í ár.

Umframt at vera seinasti heimadysturin á árinum, líkist hetta eisini seinasta heimadystinum yvirhøvur hjá Trygva sum venjara. Hann hevur nevnliga boðað frá, at hann vegna arbeiði ikki hevur stundir at standa við stýrisvølin komandi ár.

Hópurin, sum Trygvi hevur at takað av, er meinlíkur hópinu, sum var fyri stórtapi í Gundadali, men hetta tykist tó á ongan hátt at nerva Trýgva.

- Vit vóru so fittir í Gundadali, so leikbann er sjálvandi ikki talan um, tekur hann skemtandi til. Víðari sigur hann, at tað sjálvandi fyrst og fremst ræður um at vaska talvuna reina afutr.

- Eg ivist ikki í, at spælararnir eisini eru somikið ærukærir, at teir eisini eru av somu fatan, sigur venjarin.

Sostatt tykist tað ikki at gerast nøkur løtt uppgáva hjá sumbingum sunnudagin, hóast runavíkingar sum so einki hava at spæla fyri.