Eingin broyting

Allir 18 landsliðsleikararnir, sum vóru á Svangaskarði seinast, eru við í ferðalagnum, sum fer til Sveis og Jugoslavnia



Landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hevur nú gjørt av, hvørjir teir 18 verða, sum fara við á komandi landsliðsferðina.

Vanliga er landsliðsvenjarin ikki maðurin, sum fremur tær stóru kollveltingarnar í so máta, og soleiðis er heldur ikki hesu ferð.

Sæð í ljósinum av úrslitinum á Svangaskarði var heldur ikki væntandi, at talan skuldi gerast um tær stóru broytingarnar.

Hópurin er annars hesin:Jóhannis Joensen, Allan Mørkøre HB, Henning Jarnskor GÍ, Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen B68, Jens Kristian Hansen B36, Rógvi Jacobsen KÍ, Jens Martin Knudsen, Sámal Joensen, John Petersen Lieftur, Óli Johannesen AGF, Todi Jónsson FCK, Julian Johnsson, Kurt Mørkøre, Hans Fróði Hansen Sogndal, Uni Arge Akranes, Jákup Mikkelsen Herfølge og Johan Byrial Hansen OB.