Jákup Mørk
Umframt at vera slagið um Havnina, stendur eisini annað enn æran upp á spæl, tá HB í morgin er vertur fyri B36.
Kunnu avgera sjálvir
Eftir endaligu boðini frá FSF, sum síggjast aðrastaðni í blaðnum, er greitt, at HB í løtuni er á odda í landskappingini, og oddasessin hava teir so ongar ætlanir um missa.
- Vit hugsa fyrst og fremst um at vinna okkara dyst, og eftir at hava fingið boðini um oddasessin, kunnu vit nú sjálvir gera av, um vit skulu verða Føroyameistarar, heldur liðskiparin á HB liðnum, Rúni Nolsøe.
Í seinasta umfarinum av landskappingini skal HB til Sumbiar, so á pappírinum er ikki líkt til, at HB hevur torførastu skránna. Í øllum førum um mett verður eftir hagtølunum, tí í innanhýsis dystunum við grannarnar, hevur HB aloftast ligið omaná.
- Jú, tað er rætt, at hagtølinin eru góð fyri okkara viðkomandi, men hetta kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst, sigur Rúni. Hann leggur afturat, at hann ivast ikki í, at teir svørt/hvítu fara at leggja nógv í dystin, so nøkur løtt uppgáva verður talan ikki um.
Tríggir vænta
Tríggir av teimum vanligu leikarunum, verða ikki við í Gundadali í morgin, og felags fyri hesar er, at teir meira ella minni fast hava hildið til í vinstra borði.
Janus Joensen, sum hevur átt vinstra bakkin alt árið, hevur fingið ov nógv gul kort. Harafturat hava menninir, sum vanliga røkja sessin framman fyri Janus, Rói Ártin og Pætur Dahl, báðir drigist við skaðar, og tað verður ikki roknað við teimum báðum til dystin.
Sostatt verður Ion Geolgau nærum noyddur at finna sær eina nýggja vinstru síðu. Trupulleikin er tó til at loysa, og roknast kann við, at onkrir av ungu leikarunum á næstbesta liðnum umframt Florin Mihaéscu verða við í hópinum sunnudagin.
Minnast ?91
Í B36 hava teir at kalla slept øllum vónum um heiðursmerki í ár, men hetta merkir avgjørt ikki, at teir ætla at taka sær av løttum í morgin.
Fyri viku síðani fekk B36 rættuliga glið á, tá teir hølvaðu NSÍ av, so sjálvsálitið hjá leikarunum tykist nú á veg upp aftur, eftir leingi at hava verið í aldudalinum.
Jens Kristian Hansen, sum er liðskipari hjá B36, sigur, at fyri teirra viðkomandi er bert eitt at gera, og tað er at stríðast fyri teimum trimum stigunum, sum spæld verða um.
Bjarni Prior, sum loksins er komin seg eftir skaða, fekk triðja gula kortið móti NSÍ, men í hansara stað kemur Mikkjal Thomassen, sum var leikbannaður tá. Jens Kristian roknar við, at allir mans annars eru
Í B36 munnu teir heldur ikki hava gloymt seinasta umfarið av landskappingini í 1991. Tað ferðini kundi B36 gerast meistarar, um teir vunnu á HB, sum einki hevði at spæla fyri. Endaliga úrslitið gjørdist tó 1-1, og FM steypið fór tí til Klaksvíkar.
Við øvugum forteknum líkist støðan í dag nógv teirri frá 1991, so alt talar fyri eini sera spennandi grannauppgerð, tá annar partur av slagnum um havnina skal standa..










