óneyðugt togaði eitt sindur í hann, og so vísti mótstøðumaðurin øll síni evni sum sjónleikari, og dómarin, sum frammanundan á sín serstaka hátt hevði givið til kennar, at hann helt, at talan var um brot á [...] Jónsson. Dómarin hevði neyvan torað at bríkslað, um hann helt, at brotið var framt hinvegin, og tað tískil átti at verið brotsspark til Føroyar. Tá hevði hann ivaleyst hildið, at frástøðan hevði verið ov long [...] Annars bar franski dómarin seg øðrvísi at, enn dómarar vanliga gera. Eitt er at hann ikki fylgdi sínum egnu avgerðum upp. Hann gav Tomas Repka gult kort fyri ljóta takling, tá tað restaði ein hálvur tími
at arbeiða úti, og sum frítíðarítriv hevur hann velt alt grundøkið rundan um húsini, og á hvørjum ári setur hann niður epli, sáar røtur o.a. Eisini spælir hann tennis tvær ferðir um vikuna. Í 1970 fingu [...] lærdi til læknaskrivara og hann til maskinverkfrøðing. Í 1968 fluttu tey heim aftur til Føroyar at búgva, tá Hjarnar fekk starv hjá oljufelagnum P/F Shell í Havn, og í 1969 tók hann við sum stjóri har eftir [...] í 1997, tá bróðursonurin Hákun Djurhuus tók við stjórastarvinum. Síðan hevur hann arbeitt hjá oljufelagnum BP. Og har er hann fastur fúsur framvegis. Við sínum drúgvu royndum og sínum alski til føðiland
tá ið vit spyrja hann, hvat hann heldur um ætlanina at einskilja Fiskavirking. Tummas Arabo var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá ið Fiskavirking varð sett á stovn og tí má hann sigast at vera hø [...] mátti givið onkrum ein merkiligan smakk í munnin, heldur Tummas Arabo. Men hann staðfestir eisini, at Framtaksgrunnurin liggur sum hann hevur reitt. Fyri bara einum ári síðani, kundi Framtaksgrunnurin fingið [...] milliónir, er tað undarligt, má eg siga, leggur hann afturat. Best á føroyskum hondum Annars er Tummas Arabo samdur í, at tað er rætt at einskilja Fiskavirking, tí hann dugir ikki at síggja nakra orsøk til at
eisini í hesari myndini landsstýrismaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Hans Pauli Strøm, hevði funnið sær íblástur, tá hann setti stevnuna í gjár. Hann segði millum annað, at vit í Føroyum ofta hava lyndi til at [...] er, kann fáa álvarsligar avleiðingar, segði Hans Pauli Strøm og nevndi m.a. sjálvmorð sum eina fylgja av at gera samkyndleika til tabu í einum samfelagi. Hann metti, at fjølbroytni førir til tolsemi, samstundis [...] skrásett parlag í gildi. Hans Pauli Strøm endaði røðu sína við at fara at sindur víðari við myndamálinum um kanariufuglin, og segði at hvør fuglur eigur at syngja við sínum nevi, tí hann segði seg vóna, at fólk
gamla universitetsútbúgving innan vinnubúskap og vinnuløgfrøði. Hann sigur, at tá hann sá eina lýsing um útbúgvingina í Børsen, helt hann, at hetta var eitt gott høvi at vitja aftur á kendar leiðir í Aalborg [...] grannskoðari og ráðgevi, er helst best kendur fyri portalin www.business-line.fo, sum hann eigur og stjórnar. Herfyri tók hann eina serliga “toppleiðsluútbúgving” á Aalborg Business-Institute. Ein av góðveð [...] leiðslum og nevndum er á góðari leið samanborið við støðuna í okkara grannalondum, sigur hann. At tilføra vitan Hann vísir á, at altjóða kappingin tvingar leiðslurnar til nýhugsan, og tí kemur hugtakið “
Áðrenn skaðarnir byrjaðu at plága hann í 2003/04, hevði hann imponerandi 116 mál í 311 dystum. Eitt tal, sum gerst enn meira imponerandi, tá atlit verður tikið til, at hann aloftast byrjaði á beinkinum. Ikki [...] Fyrstu ferð hann varð skiftur inn, var í heimadystinum móti Blackburn Rovers. Støðan var tá 2-1 til gestirnar, men longu fyrstu ferð Solskjær fekk bóltin, var mál á skránni. Og síðani hugdi hann nærum ongan [...] fleiri dystum, fekk hann nýggjan sáttmála. Og lønina fyri hetta fær Ferguson nú. Solskjær hevði longu í fyrstu dystunum prógvað, at máltevið var við at koma aftur. Og sunnudagin gjørdi hann bart. Í einum dysti
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sigur, at hetta er ein gongd vit síggja aðrastaðni í heimi, eisini í Norðanlondum, og tí undrast hann ikki um, at fyribrigdi nú eisini er komið [...] lágt tryggingarvirði. - Okkara sjúkrahúsverk er eitt tilboð fyri øll, staðfestir Hans Pauli Strøm. Privatsjúkrahús dýrari Hans Pauli Strøm sigur eisini, at tað vísir seg, at privatsjúkrahúsini oftani eru dýrari [...] kuni til sjúkrahús, sigur Hans Pauli Strøm og greiðir víðari frá, at orsøkin til tað er hon, at tað almenna sjúkrahúsverkið er meiri effektivt. Smakkleyst við tilboði nú Hans Pauli Strøm heldur annars
fyri, at hann kundi hugsað sær Vágar sum eina kommunu. Og tað eigur nú at vera næsta stigið, farið verður undir, heldur hann. ?Tíðin er farin frá øllum hesum smáu kommunalu eindunum, sigur hann. Skulu vit [...] at gera, vísir Jógvan Páll Joensen á. Slíkar umstøður hevði Bíggjar Sóknar Kommuna ikki, sigur hann. Hann heldur ikki, at fólki í Bø nýtist at óttast fyri, at eitt nú barnaansingin dettur niður ímillum [...] vísir hann á. Skúlabørnini ganga longu sum er í skúla í Sørvági, og tað riggar væl við flutningi ímillum. At skattaprosentið í verandi fíggjarári er nakað hægri í Sørvági, enn tað er í Bø, heldur hann heldur
ella kríggið í Irak fram, nú hann av álvara er farin undir valstríðið upp undir forsetavalið í heyst, men hann valdi eitt heilt annað evni. Týsdagin kunngjørdi Bush, at hann fer at virka fyri, at hjúnarlag [...] Men hví tekur Bush so hetta evnið fram? Jú, tí hann veit, at í einum valstríði er umráðandi at finna eitt støði og at virka út frá tí, og tað er júst tað, hann nú ger. Grundstøðið í tí republikanska flokkinum [...] fyrsta lagi kunnu fólk fáa ta uppfatan, at forsetin er í neyð, og at hann tí hevur tikið evnið upp. Hetta kann verða tulkað, sum at hann roynir at skáka sær undan øðrum evnum so sum hansara egnu hermannatíð
hornasteinurin í verkætlanini, Hans Olivur Joensen, sum undirvísir í tónleiki í Hoydølum. Sostatt vendir sangleikurin sær sambært Hans Olivur til ein breiðan málbólk, tí hann hevur eitt so breitt skapanarhugflog [...] fara at flenna, verða bergtikin, gerast kløkkur og fáa ein klump í hálsin, sigur Hans Olivur Joensen skemtandi. Saman við Hans Olivur Joensen eru í stýrisbólkinum Mads Winther (rektari), Herleif Hammer (f [...] og uttan tey høvdu vit ikki fullført verkætlanina, heldur Hans Olivur Joensen. Skúlin vorðin ov lítil Viðvíkjandi vali av sangleiki heldur Hans Olivur Joensen, at júst hesin leikurin hjá navnframa Andrew