Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
1. mars í 1968 varð ein sangleikur á fyrsta sinni vístur í Onglandi við støði í bíbliusøguni um Jósef og brøður hansara. Ungu menninir handan leikin itu Tim Rice og Andrew Lloyd Webber, og fá grunaðu tá, at bæði hesir ungu menn og sangleikur teirra skuldu vinna hjørtu kring allan heim mong ár fram.
36 ár seinni verður leikurin "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið", sum Dánial Hoydal og Anna Kristin Bæk hava føroyskað, framførdur í Norðurlandahúsinum. Rytmiska kórið á Studentaskúlanum í Hoydølum við leiðarunum Zacharias Sørensen og Hans Olivur Joensen fóru undir fyrstu fyrireikingarnar, men verkætlanin er vaksin so nógv og er farin so langt út um skúlans karmar, at nú eru millum 80 og 100 fólk tengd at sangleikinum, sum hevur kostað millum hálva og eina millión. Í samstarvi við Norðurlandahúsið, Útvarp Føroya, Musikskúlan og kvøld-skúlan er sangleikurin vorðin veruleiki, og fíggjarligu grund-stuðlarnir hava verið Føroya Tele og Føroya Banki.
Uttan nakra fyriliggjandi fíggjarlóg hevur sjálvur Studentaskúlin í Hoydølum formliga ikki kunnað staðið fyri leikinum, men áhugafelagið Tónaungdómar, sum rútmiska kórið í Hoydølum er limur í.
Sangleikur til øll
? Talan er um størstu verkætlan tengt at einum skúla nakrantíð. Leikurin vendir sær til ein ógvuliga breiðan málbólk, og gongur hann alskyns listarligu skapanarevnum og sansum mennskjunnar á møti. Sjónleikur, solosangur, tónleikur, kórsangur, ljósshow, dansur og klædna- og palldesign skapa ein fjølbroyttan sangleik, sum inniheldur sorg, gleði, humor og yvirraskilsi, sigur upprunaligi stigtakarin og hornasteinurin í verkætlanini, Hans Olivur Joensen, sum undirvísir í tónleiki í Hoydølum. Sostatt vendir sangleikurin sær sambært Hans Olivur til ein breiðan málbólk, tí hann hevur eitt so breitt skapanarhugflog at bjóða áhoyrarum og áskoðarum.
? Tað ræður um at koma við opnum sinni, og so skal ein nokk bæði fara at flenna, verða bergtikin, gerast kløkkur og fáa ein klump í hálsin, sigur Hans Olivur Joensen skemtandi.
Saman við Hans Olivur Joensen eru í stýrisbólkinum Mads Winther (rektari), Herleif Hammer (framleiðslustjóri) og Bo Isholm (stjóri á Tórshavnar Musikskúla), men stigtakarin ynskir heldur at varpa ljós á kreativu grundstuðlarnar í sangleikinum.
? Leikstjórin Jákup Veyhe, koreografurin Jóna Thomsen og kórleiðararnir Zacharias Sørensen og Sigrid Sivertsen hava gjørt eitt megnar arbeiði, og uttan tey høvdu vit ikki fullført verkætlanina, heldur Hans Olivur Joensen.
Skúlin vorðin ov lítil
Viðvíkjandi vali av sangleiki heldur Hans Olivur Joensen, at júst hesin leikurin hjá navnframa Andrew Lloyd Webber gekk krøvum teirra á møti.
? Talan er ikki fyrst og fremst um soloavrik, men heldur um eina kollektiva framførslu, sum skal ganga upp í eina hægri eind, og tískil er ábyrgd á so nógvum næmingum sum gjørligt, sigur Hans Olivur Joensen. Fyri tveimum árum síðani varð líknandi verkætlan roynd á sjálvum skúlanum við sangleikinum Godspell, og nú eru ungu, skapandi kreftirnar í Hoydølum farnar út um skúlans gátt og niðan í Norðurlandahúsið til nógv stórslignari og professionellari umstøður, sum sambært Hans Olivur eisini er ein motivatiónsfaktorur.
? Hetta eggjar sjálvsagt øllum næmingunum at leggja orku í arbeiðið, samstundis sum tað mennir tónlistarliga umhvørvið, sigur tónleikalærarin úr Hoydølum. Ætlanin hevur sambært honum verið í umbúna í eitt gott ár, meðan tónleikarar, kór, dansarar og sjónleikarar hava vant miðvíst síðani 1. januar.
Fyri at finna sjónleikarar varð skipað fyri upptøkuroynd á skúlanum, men trupulleikin var, at nógv størsti áhugin var millum gentur, hóast leikurin snýr seg um Jósef og hansara brøður.
? Umleið 100 næmingar meldaðu seg til upptøkuroynd, harav 80 gentur, og tá okkum mest nýttu dreingir til sjálvan sjónleikin, stóðu vit í fyrstu syftu við einum trupulleika, sum tó lagaði seg, sigur Hans Olivur Joensen.
Samanumtikið er lagt upp til stóra og spennandi frumframførslu í Norðurlandahúsinum týskvøldið við størsta sangleiki síðani Skeyk og størstu skúlaverkætlan nakrantíð, og sambært stigtakaranum Hans Olivur Joensen skulu vit vænta okkum ein sangleik við listarligum skapanarevnum í alskyns sjangrum og fjølbroytni.
Meira kann lesast um leikin á www.hoydalar/josef.fo