Næsta stig er ein kommuna í Vágum

Borgarstjórin í Bíggjar Sóknar Kommunu heldur, at nú Sørvágs og Bíggjar Sóknar Kommunur verða lagdar saman, er natúrligt, at næsta stigið verður at arbeiða fyri eini samanlegging av øllum kommununum í Vágum

Tað natúrliga eigur at vera at arbeitt verður fyri eini stórari felags kommunu í Vágum, heldur borgarstjórin í Bíggjar Sóknar Kommunu, Jógvan Páll Joensen.
Við einum greiðum meiriluta søgdu borgararnir í Bíggjar Sóknar Kommunu leygardagin ja til at leggja kommununa saman við Sørvágs Kommunu.
Á vegleiðandi fókaatkvøðuni, sum varð hildin í Bø, har fólk úr Bø og Gásadali høvdu valrætt, vóru 89,6 prosent á vali. Av teimum atkvøddu 39, ella 65 prosent, fyri samanlegging, og 21, sum svara til 35 prosent av teimum, sum greiddu atkvøðu, vóru í móti samanleggin við Sørvágs Kommunu.
Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggja Sóknar Kommunu, fegnast um úrslitið. Hann sigur, at hóast einki ítøkiligt er undirskrivað enn, er alt, sum bendir á, at bygdarráðini bæði í Bø og Sørvági, fara at gera av at leggja kommunurnar saman á nýggjárinum.
Nýggja kommunan fer at eita Sørvágs Kommuna eftir firðinum, sum allar tríggjar bygdirnar í nýggju kommununi liggja við.

Fyribils sáttmáli
Arbeitt hevur verið við at leggja kommunurnar saman, men endaliga avgerðin er ikki tikin enn. Millum annað hevur verið bíðað eftir, hvat borgararnir hildu um málið. Nú er tað so fingið greitt upp á pláss, sigur Jógvan Páll Joensen, so nú er bara at fara víðari.
Hann sær bara fyrimunir við at leggja saman og vísir á, at eitt nú tað praktiska, sum gerast skal í bygdunum, verður nógv lættari at avgreiða, um talan er um eina stóra kommunu.
?Bara slíkt sum at fáa grivið rennur ella lagt kaðal. Okkurt smávegis vegarbeiði og so framvegis, máttu vit biða fólk til. Tað slepst undan í eini stórari kommunu, sum frammanundan hevur fólk til slíkt, sigur hann.
Eisini dagliga umsitingin verður nógv lættari, tí Sørvágs Kommuna hevur skrivstovu, sum eisini fer at tka sær av málum, sum hava við Bø og Gásadal at gera, vísir Jógvan Páll Joensen á. Slíkar umstøður hevði Bíggjar Sóknar Kommuna ikki, sigur hann.
Hann heldur ikki, at fólki í Bø nýtist at óttast fyri, at eitt nú barnaansingin dettur niður ímillum, hóast lagt verður saman við Sørvági.
?Tað er nevnt í sáttmálanum, vit hava gjørt, at barnaansingin heldur fram í Bø. Og nú, kommunuskrivstovan flytir út av skúlaloftinum,verður tað so mikið rúmligari í Gamla Skúla, vísir hann á. Skúlabørnini ganga longu sum er í skúla í Sørvági, og tað riggar væl við flutningi ímillum.
At skattaprosentið í verandi fíggjarári er nakað hægri í Sørvági, enn tað er í Bø, heldur hann heldur ikki vera nakran stóran trupulleika, tí tekin eru til at tað fer at javna seg út, eftir sum skuldin hjá Sørvágs kommunu verður niðurgoldin.


Ein eind
Jógvan Páll Joensen dylur ikki fyri, at hann kundi hugsað sær Vágar sum eina kommunu. Og tað eigur nú at vera næsta stigið, farið verður undir, heldur hann.
?Tíðin er farin frá øllum hesum smáu kommunalu eindunum, sigur hann. Skulu vit gera okkum nakrar tankar um at hava nakra ávirkan á politisku gongdina í landinum, eiga vit at taka við uppgávum, sum annars liggja sentralt. Og tað klárar ein lítil kommuna ikki.
?Vit stýra ongum politiskum málum. Tað einasta, vit í slíkum smáum kommunum gera, er at taka tekniskar avgerðir um byggiloyvi og rennugrevstur. Og tað er ov lítið. Vit mugu fáa ordiligan politikk inn í kommunala arbeiðið, sigur Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggjar Sóknar Kommunu.
Verandi støða er eisini viðvirkandi til, at tað útbúna fókið fer aðrastaðni, har størri møguleikar og avbjóðingar eru at fáa, vísir hann á.
Jógvan Páll Joensen sigur, at hann er fyri at leggja størri uppgávur út til kommunurnar. So fáast fólk eisini at støðast. Fólk, sum kunnu átaka sær at røkja hesar uppgávurnar. Tað fer so aftur at skapa meira lív á økjunum, tí tað vísir seg ofta, at tað eru hesi fólkini við teimum góðu útbúgvingunum, sum hava tey góðu hugskotini, sigur hann.