Tað tóktist vera eitt sera bíligt brotsspark, sum franski dómarin bríkslaði fyri, tá 32 minuttir vóru farnir.
Allan Mørkøre og Jiri Nemec, kekkiski liðformaðurin, vóru í hornatøkum, kekkin, sum var staddur væl úti í høgru, var á veg út frá málinum, tá vongverjin óneyðugt togaði eitt sindur í hann, og so vísti mótstøðumaðurin øll síni evni sum sjónleikari, og dómarin, sum frammanundan á sín serstaka hátt hevði givið til kennar, at hann helt, at talan var um brot á fótbóltsreglarnar, bríkslaði fyri brotssparki. Ein dómur av hasum slagnum til eitt útilið verður oftari dømdur á heimavøllinum hjá einari lítlari fótbóltstjóð enn hjá einari stórari fótbóltstjóð!
Jens Martin Knudsen valdi at halda fast við, at hann fer altíð til mótsattu síðuna av beinum, sum skotið verður við, og Pavel Kuka setti fyri aðru ferð í hálva triðju viku brotsspark í føroyska málið.
Átókt fyri sjey
árum síðani
Brotssparkið minti ikki so lítið um tað, sum íslendingar í august 1990 fingu í Gundadali, tá teir vunnu 3-2. Sigursmálið fingu teir við brotssparki, sum Petur Mikkelsen, danski dómarin, sum bara nakrar vikur frammanundan var kosin at vera heimsins besti, dømdi, tí ein av føroysku verjuspælarunum í støðu, har íslendingarnir høvdu hornaspark, skuldi hava hildið í troyggjuna hjá einum av íslendingunum.
Vit síggja ofta, at tað í nærdystum í brotsteiginum verður dømt ímóti álopsmonnunum. Tað sóu vit eisini leygardagin, tá dómarin, sum var staddur einar fjøruti metrar burtur, dømdi fríspark ímóti Toda Jónsson. Dómarin hevði neyvan torað at bríkslað, um hann helt, at brotið var framt hinvegin, og tað tískil átti at verið brotsspark til Føroyar. Tá hevði hann ivaleyst hildið, at frástøðan hevði verið ov long til at taka so týdningarmikla avgerð.
Kanska er munur á
Men tað er ein spurningur, um føroysku dómararnir tulka reglarnar um at halda nakað linari, enn fleiri av útlendsku feløgunum hjá teimum gera.
Vit eru vikuskifti eftir vikuskifti vitni til, at tað verður hildið og togað í landskappingini, men tað er sera sjáldan, um tað nakrantíð kemur fyri, at tað verður dømt brotsspark í einari tílíkari støðu.
Einki er at ivast í, at føroysku dómararnir halda eitt vakið eyga við dómaranum, tá landsdystur er á Svangaskarði, og teir fara ivaleyst at røða sínámillum um støðuna, sum hevði brotssparkið ímóti Føroyum við sær.
Dómarin vísti
seg sum lærara
Annars bar franski dómarin seg øðrvísi at, enn dómarar vanliga gera. Eitt er at hann ikki fylgdi sínum egnu avgerðum upp. Hann gav Tomas Repka gult kort fyri ljóta takling, tá tað restaði ein hálvur tími, men tá sami spælari løtu seinni gjørdi seg sekan í grovari broti enn tí, hann fekk gult kort fyri, bleiv tað ikki til meiri enn hóttanina um eitt gult kort afturat og harvið útvísing.
Og tá Óli Johannesen stutt eftir, at dómarin hevði dømt brotssparkið ímóti Allani Mørkøre, úti í høgra verjuborði legði armin niður á mótstøðumann og á tann hátt fekk hann burtur frá bóltinum, tagdi floytan.
Ofta bíðaði dómarin við at lata spælið fara í gongd aftur í deyðbóltsstøðum, tí hann helt seg síggja, at nakað óregluligt var við at ganga fyri seg millum spælarar, og í staðin fyri bríksla ella at bíða til óregluligar støður gjørdist meiri sjónskar, hevði hann fyri at rópa á spælararnar, soleiðis at teir skiltu, at honum dámdi ikki framferðarháttin, og at um teir ikki hildu uppat nú, so fór hann at bríksla.
Aftaná hoyrdu vit, at bæði dómarin og ein av hjálparmonnunum hjá honum eru lærarar. Og tá bar betri til at skilja, at hann hevði at spælarunum soleiðis, sum tað kundi hugsast, at ein lærari hevur at óskikkiligum smádreingjum. Men eingin ivi skal vera um, at hatta var ikki mest sannførandi dómarin, sum hevur verið á Svangaskarði. jh